- Nógvar ætlanir við varandi orku

Vit skrivaðu fyrr í dag, at Finn Jakobsen, rakstrarleiðari hjá SEV, hevði valt skifta starv á nýggjárinum. Hann fer úr SEV og í nýtt starv sum tekniskur stjóri hjá Magn.

Finn Jakobsen hevur verið ein av oddamonnunum í arbeiðnum hjá SEV at leggja seg meira yvir á orkukeldur, ið koma frá varandi orkukeldum. Tí er tað eitt ávíst signalvirði í, at Magn nú hevur fingið rakstrarleiðarn hjá SEV í starv hjá sær.

Hendrik Egholm, stjóri á Magn, váttar eisini, at tað liggja ítøkiligar ætlanir hjá Magn at menna grøna profilin hjá felagnum og Finn Jakobsen er ein týðandi liður í ætlanunum.

- Tað hevur verið frammi fyrr, at vit arbeiða m.a. við ætlanum innan brint og tað eru aðrar verkætlanir, ið eru í gerð, men sum ikki eru búnar enn at leggja fram alment, sigur Hendrik Egholm.

Hóast menningin er stór innan varandi orkukeldur í dag, so er Hendrik Egholm ikki í iva um, at oljan fer at verða ein stórur partur av orkuveitingini í nógv ár afturat, men gondin er eyðsýnd og tí vil Magn eisini leggja seg eftir at veita loysnir innan alternativa orku.