itikkurin í vinnuni á góðari leið? Sjálv havi eg spurgt um hetta á tingi, men eingin veit at svara mær. Javnaðarflokkurin heldur ikki, at so er.? Mjólk er góð?, plagdi at standa á rúsuposunum. Er tað o [...] Summi siga eisini, at trúgv kann flyta fjøll. Tað tora vit ikki. Tað er manipulatión. Javnaðarflokkurin fer ikki at flyta fólk, har tey ikki vilja verða flutt. Politisk katekismus Berur politikkur kann [...] flokkarnir, hevur staðilga víst á, at vit vilja ikki gera tað minni liviligt í landinum. Javnaðarflokkurin vil hava sjálvsstýrisleiðina at hanga saman við búskaparstøðuni. Vit vilja ikki hava eitt fullveldi, sum
Herfyri stóð ein grein í Sosialinum, skrivað av Charlottu á Váli Olsen, sum tá umboðaði Miðflokkin á tingi, millum annað um tørvin á eini deild fyri fólk við skaða aftaná blóðtøppi ella bløðing í heilanum [...] longu er á Landssjúkrahúsinum. Vit hava frá deildini kunnað Charlotte á Váli Olsen um uppvenjingardeildina E3, men hon er kanska ikki tann einasta av okkara politikkarum og øðrum áhugaðum, sum ikki veit um [...] koma nógv longur: Við intensivari venjing síggja vit menn og kvinnur, sum ikki ein gongd megnaðu at bera høvdið, nakrar mánaðar seinni fara við stavi í hond gangandi av deildini. Ómøguligt á øðrum hei
flokkinum og hann fær ikki tagt sítt tilknýti til flokkin burtur. Harvið er ikki sagt, at hann sum blaðstjóri rekur javnaðarpropaganda. Tað ger hann ikki, tað veit eg. Høgni Hoydal er ikki nakað dummur hundur [...] Jan Müller hevur havt álit á míni fakligu hvitan sum útbúgvin journalistur. Eg havi sitið á 100 tals redaktiónsfundum á Sosialinum, og eg veit ikki um eitt einasta dømi, har vit hava valt greinar frá ella [...] í lokali nummar 11 á Sosialinum við tíðindaskrivinum og bandaðu samrøðuni á borðinum. Eg havi upplivað mangar løgnar støður júst inni á hesi skrivstovu og hetta er tann mest løgna. Á bandinum kallar Tórbjørn
meg við, at tað eri ikki longur eg, sum skal svara upp á tað, sum hevur við Fiskimálaráðið at gera. Jørgen Niclasen sigur seg tó ikki hava fingið so álvarsligan stoyt, at hann ikki ætlar at halda fram [...] Avgerðin varð tikin á tingfundinum, eftir at hann hevði staðfest, at meiriluti fór at vera fyri misálitisuppskotinum hjá andstøðuni. ?Tað var eitt øgiligt trýst, sum lá á mær, meðan eg var á røðarapallinum [...] ivaðist hann persónliga ikki í, tá hann kom á tingfundin hendan dagin. Allar frágreiðingar, sum komnar vóru, søgdu, at hann einki juridiskt skeivt hevði gjørt, vísir Jørgen Niclasen á. Men tá tjóðveldisfólk
januar 2008 sat á stóru hornaskrivstovuni á ovastu hædd í Albert Hall. Útifrystur Sum ein teymaleysur tarvur rann búskaparfrøðingurin í Sambandsflokkinum inn á politiska vígvøllin á sumri í 2007. Og [...] tekin um, at fleiri ynskja meg út á eitt síðuspor í løtuni. Orðini eigur ein 39 ára gamal sambandsmaður í einum horni á kaféini Hvonn í Vágsbotni í Havn. Hann sær ikki út sum nakar stríðshani. Fyrrverandi [...] inntøkugrundarlag. Og vit kundu hildið á... Tvey ár seinni stendur Magni Laksáfoss við rygginum ímóti múrinum. Hóast 979 atkvøður gjørdu hann til toppskjútta á lista B á løgtingsvalinum í januar 2008, so fekk
oljumál. Hann dylur ikki fyri, at nevndarlimirnir heimafturkomnir hava víðkað sín sjónarring og hava fingið eina vitan, sum teir kunnu fáa nógv brúk fyri í sínum arbeiði á tingi. Vitjað varð á fiskamarknaðinum [...] heldur vit hava nógv av læra av skotum á teimum ymsu økjunum og her hugsar hann ikki minst um tað arbeiði, sum verður gjørt fyri at betra um trivnaðin á smáplássunum og á teimum mongu oyggjunum kring Skotland [...] Peterhead, á gassterminalinum í St. Fergus, á høvuðskrivstovunum hjá oljufeløgunum Amerada Hess og Agip og hjá Robert Gordon Intitute of Technology, sum er ein trygdarvenjingarstøð. Vitjanin á Robert Gordon
tað er "at gera seg sum lík", men høvundurin gevst ikki, meðan leikur er góður: "Hevði hon eftirlíka á vegnum? Tey tosaðu um vegin. Beinta var komin upp á vegin. Var hon fyrst farin útav? o.s.fr. Hetta er [...] vil Páll ikki hoyra og stappar snipparnar frá koddanum inn í oyruni, men so gert sjónin so mikið betri. Tey túsund eyguni á eini flugu koma fram fyri hann, og síðani størsta skinfluga nakrantíð á sjúkrahúsinum: [...] fatanarverðini hjá barninum og heldur á ov leingi. Tí hóast barnahugin kann uppfata vaksnafyribrigdi upp á ein fyri vaksin skemtiligan hátt, so halda tey sjáldan systematiskt á úr einum hugtaki í annað. Tuberculosis
fólk í almenna útvarpinum ikki duga føroyskt nóg væl ella ikki gera sær nóg stóran málsligan ómak. Ein tann syndarligasta villan er, at fleiri tíðindafólk duga ikki at skyna á hvør- og hvønnfalli. At kalla [...] millum hann og okkum er tann, at Sonne hevur lætt sær á og givið ilt av sær. Flest øll onnur sita framhaldandi á rassinum, hendur í favn og ilskast á vánaliga málburðin. tað skal nógv til at fáa okkum at [...] hoyra og síggja úr Íslandi. Eg veit ikki, hví hendan sendingin ongan tekst hevur. Minnist meg rætt, hevur verið frammi, at tøkniliga ber ikki til at orða føroyskan tekst á sendingina. Hetta tykir mær í so
Vinther. Hon sigur, at hon plagar at vera á fundi í Fjallbrúður, har hon varð limur. Og henni so líkt, so gloymdi hon ikki at siga sína meining um tey mál, sum vóru fyri á hesum fundum. Og tey, sum kenna til [...] 1977. Hon sigur, at tað var longu ímeðan hon arbeiddi á flakavirki í Vági, at hon javnan ilskaðist inn á, at maðurin, sum arbeiddi undir liðini á henni, skuldi fáa nógv meiri í løn, enn hon sjálv fekk [...] vórðu harðar samráðingar, tí summir arbeiðsgevarar vildu ikki hoyra talan um, at gjalda konufólki somu løn sum mannfólki. ? Tað kom ikki so óvart á okkum, at arbeiðsgevararnir vóru ímóti at hækka lønina
fleiri stjørnuskot á politiska himmalinum. Tað er onki nýtt undir sólini. Vit hoyra somu tónarnir á tingi. Meðan serfrøðingar bera fíggjarmálaráðnum sínar nýggjastu kostgreiningar á dagførdum rokniørkum [...] samvitsku. Uttan býttar undanførslur og minni væl grundaðar sjúkradagar. Fólk skulu ikki vera á arbeiðsmarknaðinum longur enn tey sjálv orka, tíma ella vilja. Og øll skulu hava ráð at gerast gomul. Og fáa [...] Tað rýkur ikki av mati og nærveru í teimum mongu væl útgjørdu køkunum. Tað er ongin drekkamunnur hjá børnunum at koma heim til. Omman er á fundi. Tað eru ov fáir abbar, sum smíða og fara á flot við d