– Tað eru nógv tekin um, at fleiri ynskja meg út á eitt síðuspor í løtuni.
Orðini eigur ein 39 ára gamal sambandsmaður í einum horni á kaféini Hvonn í Vágsbotni í Havn. Hann sær ikki út sum nakar stríðshani. Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin við eyðkenda kóvboyslipsinum, sum frá mai 2007 og fram til løgtingsvalið í januar 2008 sat á stóru hornaskrivstovuni á ovastu hædd í Albert Hall.
Útifrystur
Sum ein teymaleysur tarvur rann búskaparfrøðingurin í Sambandsflokkinum inn á politiska vígvøllin á sumri í 2007. Og sum heystið og veturin leið, var maðurin komin sær í opið stríð á fleiri hermótum. Javnaðarfólk og fólkafloksfólk skutu ótroyttiliga eftir Magna Laksáfoss, sum sambært teimum hevði destabiliserað ABC-skútuna. Øll Sandoyggin var á gosi, tí maðurin var ímóti famøsa undirsjóvartunlinum til Sandoynna. Føroya Fiskimannafelag rópti vei, tí maðurin vildi pilka við sjómannafrádráttin. Kommunusamskipan Føroya rópti saman við Tórshavnar Kommunu neyðarróp, tí maðurin vildi hava ein felags útreiðslukarm fyri land og kommunur fyri at tálma samlaðu útreiðslunum. Ein ætlan, sum sambært kommununum eisini snúði seg um at skerja teirra inntøkugrundarlag. Og vit kundu hildið á...
Tvey ár seinni stendur Magni Laksáfoss við rygginum ímóti múrinum. Hóast 979 atkvøður gjørdu hann til toppskjútta á lista B á løgtingsvalinum í januar 2008, so fekk Magni einki pláss í landsstýrinum, tá nýggj ABC samgonga varð skipað í september í fjør, eftir at CHE-farsan var farin í søguna. Meðan Kaj Leo Johannesen, Johan Dahl og Rósa Samuelsen mynda Sambandsflokkin í Tinganesi, mátti Magni taka til takkar við formanssessinum í Mentanarnevndini og limaskapi í Fíggjarnevndini.
Buldrið og brakið hevur eftir øllum at døma havt sín prís. Og Magni ásannar uttan at blunka, at í løtuni er hann trýstur til síðis av sínum egnu.
– Tað var natúrligt, at Sambandsflokkurin ikki fekk fíggjarmál, tá semja var um, at vit fóru eftir løgmanssessinum. Hesi strategi tók eg undir við. Men tað eru nógv tekin um, at fleiri ynskja meg út á eitt síðuspor í løtuni, sigur Magni Laksáfoss í dag.
»Kvaj« Leo
Tað var annars ein brølari av teimum heilt komisku, sum slepti tarvinum leysum. Tann 10. mai í 2007 vórðu forsíðurnar ruddaðar. Stórtíðindi bórust um, at landið hevði mist fíggjarmálaráðharran Bárð Nielsen til føroyska oligarkin í Íslandi, Jákup á Dul Jacobsen, og hansara milliardaverkætlan við navninum Stóratjørn. Ein verkætlan, sum nú er tveitt á øskudungan.
Sambandsformaðurin Kaj Leo Johannesen bretti upp um ermar og boðaði beinanvegin frá, at hann sjálvur fór at stýra landsins finansum. Men ólukkutíð hevði Kaj Leo gloymt ta lítlu detaljuna, at borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, var næstur á listanum og nú fór at fáa sæti á tingi. Og tá Heðin stutt frammanundan var rýmdur úr flokkinum og vorðin partur av Javnaðarflokkinum, eftir at hann hevði lumpað Sambandið og Fólkaflokkin í býráðnum í Havn, sat Kaj Leo við skegginum í postkassanum.
Í neyðini var ein búskaparfrøðingur búsitandi í Hvalvík hálaður úr ermuni. Og formaðurin proklameraði í viðtalu við Dimmu, at »vit hava fingið fatur á einum tungvektara, sum kennir føroyska búskapin so væl sum nakar«.
Ímóti skattalættanum
Frá fyrsta bríksli kom Magni í fokus. Fyri summi var hann eitt frískt og kærkomið lot í eini stirvnari samgongu, hvørs yvirornaða politiska prosjekt var trupult at fáa eyga á. Og fyri onnur var hann ein útfarandi og óstýriligur landsstýrismaður, sum ikki virdi samgonguskjalið, og sum ikki dugdi at rógva í takt.
Longu áðrenn hann bleiv landsstýrismaður, hevði Magni alment kritiserað partar av búskaparpolitikkinum hjá ABC, fyrst og fremst skattalættan, sum hann sjálvur hevði verið við til at mynda sum ráðgevi á heysti í 2003. Tí mátti hann í viðtalu við fjølmiðlarnar undirstrika, at hann virdi fyriliggjandi samgonguskjal.
Men avbjóðingin at balansera ímillum egnar sannføringar og eitt samgonguskjal, sum ikki heilt passaði inn í hugaheimin hjá Magna, bleiv ein rokmikil affera. Gandaorðið hjá Magna var frá byrjan at tálma ein ovurhitaðan búskap. Tí var óðamannaverk at fara í holt við ein sandoyartunnil. Tí skuldi skattalættin strikast. Tí skuldi sjómannafrádrátturin minkast. Og tí skuldi kommunubúskapurin regulerast.
– Tað stóð greitt í samgonguskjalinum, at vit skuldu føra ein konjunkturregulerandi politikk. Skattalættin var sniðgivin, tá búskapurin hevði brúk fyri honum, men veruleikin var ein heilt annar á heysti í 2007. Tí hevði eg fulla heimild til at arbeiða soleiðis, sum eg gjørdi, sigur Magni Laksáfoss í dag.
Lukturin á bakarínum
Skjótt var eldur í ABC-skálanum, og kórið av bonskum útsagnum ímóti Laksáfoss úr egnum rekkjum vant uppá seg. Fyrst í juli er løgmaður í fjølmiðlunum og minnir Laksáfoss á, at nú er hann ikki bara búskaparfrøðingur longur, men eisini politikari. Men Laksáfoss heldur óræddur fram og skrivar eina umstrídda kronikk í Sosialin tann 8. august, har hann endurtekur sínar búskaparpolitisku visjónir.
Aftursvarið frá samgongufeløgum kemur prompte. Gerhard Lognberg ýlir sum ein skáldaður grísur. Anfinn Kallsberg eftirlýsir politiskt medvit. Óli Breckmann skuldsetur Magna fyri at niðurgera arbeiðið hjá Bárði Nielsen og fyri óbiðin at kleyra inn á málsøkir hjá øðrum landsstýrisfólkum. Og formaðurin í tingbólki Javnaðarfloksins, Kristian Magnussen, gevur Magna greið boð í Sosialinum.
– Um Laksáfoss ikki dámar luktin á bakarínum, skuldi hann bara havt sagt nei takk til hetta arbeiðið.
Men hví valdi Magni at arbeiða soleiðis, sum hann gjørdi? Og hvat fekk hann burturúr, annað enn politiskar fíggindar og eitt ringt umdømi millum teir flokkar, hann skuldi og framvegis skal samstarva við?
– Eg hevði og havi eina ambitión um at fáa fakligan førleika inn í politikkin. Og tað hevur ongantíð verið eitt mál í sær sjálvum at vera uppá tvørs. Eg kom í politiskar orrustur, tí eg royndi at gera upp við tað gamla slagið av politikarum, sum liva uppá rossahandlar heldur enn fakliga grundaðar visjónir um, hvønn veg eitt samfelag skal ganga. Og eg hevði gjørt júst tað sama, um eg fekk kjansin umaftur, sigur Magni Laksáfoss.
Sum limur í Fíggjarnevndini kennir hann alt til, hvussu rivini verða býtt ímillum limirnar. Magni er virkin í skótarørsluni, og á ársins fíggjarlóg hálaði hann 400.000 krónur í land til skótarørsluna á spildurnýggjari játtan.
Kongurin í Tinganesi
Eftir at Magni tók sæti á brúnni í Albert Hall, var skjótt greitt, at føroyingum dámdu tann treiska og órædda búskaparfrøðingin. Í Gallup kanning hjá Dimmu í august 2007 verður Magni suverenur vinnari, tá fólk verða spurd, hvønn landsstýrismann teimum dáma best. Brátt tosa fjølmiðlarnir um »Laksáfoss-effektina«, og fólkatokkin tykist standa við, hóast fíggjarlógin, sum verður løgd fram tann 21. september, als ikki livir upp til stóru visjónirnar hjá landsstýrismanninum. Í bløðunum samanber andstøðutingmaðurin í Tjóðveldi, Tórbjørn Jacobsen, Laksáfoss við ein groggy nevaleikara, sum fjálturstungin roynir at selja produktið, sum ABC hevur fatlað um enni hansara.
Fram ímóti jólum verður samgongustevið verri og verri, og Sambandsflokkurin tvingar Eidesgaard at útskriva nýval.
Leygarkvøldið 19. januar í 2008 er sannleikans tími komin. Tvær ferðir áður hevði hann verið uppstillaður í Norðoyggjum, á løgtingsvalinum í 2002 og 2004, men báðu ferðina var hann funnin ov lættur. Ein turrur akademikari uttan karisma. Undirritaði ørminnist enn, hvussu hann á veljarafundi á studentaskúlanum í Hoydølum í 2002 tosaði ungdómin í svøvn um gjaldsjavnar, inflasjón og oljuprísir. Men eftir átta turbulentar mánaðir á taburettunum var myndin kollrend. Heili 979 føroyingar seta sín kross við Magna Laksáfoss, sum verður toppskjútti í Sambandsflokkinum og einans yvirhálaður av Høgna Hoydal og Jóannesi Eidesgaard.
Stríðið innanborða
Hóast Magni ikki longur er hvønndagskostur í dagligu tíðindunum, so bendir lítið á, at tíðin í Albert Hall hevur slípað mannin. So seint sum í mars í ár varð enn ein kanónkúla send avstað, tá hann í eirindaleysum lesarabrævi legði eftir Javnaðarflokkinum, og serliga eftir Jóannesi Eidesgaard og John Johannesen. Skuldsetingin var fyrst og fremst, at fíggjarmálaráðharrin mitt í eini fíggjarkreppu manglar visjónir, politikk og raðfestingar. Javnaðarfólk reageraðu beinanvegin og kravdu eina umbering frá løgmanni, sum í stuttari fráboðan tók frástøðu frá Magna Laksáfoss. Og á landsfundinum tann 28. mars varð Magni hartaður av sínum egnu. Sjálvur undrast hann stórliga á framferðarháttin hjá sínum formanni.
– Tað vóru eins nógv sambandsfólk, sum tóku undir við mínum viðmerkingum, tí tær vóru alneyðugar. Og eg undrist stórliga á, at Kaj Leo fór út og tók frástøðu frá mær. Slíkt hendir alla tíðina í øllum flokkum, men hesa einu ferðina reageraði løgmaður. Tað er møguliga ein ábending um mína og ikki minst hansara støðu, sigur Magni.
Í innanhýsis kappingini er Magni ivaleysur um, at hann síðani valið er trokaður til síðis. Men hann letur ongan iva vera um, at fær hann eitt gott úrslit á komandi vali, so fer hann at krevja størri ávirkan.
– Sjálvandi taki eg dystin upp innanhýsis. Tað er har, at dysturin skal takast. Í politikki er tað soleiðis, at mótstøðufólkini finnast í hinum flokkunum, men fíggindarnir, teir eru í egnum flokki, sigur Magni Laksáfoss.
Hann fekk átta mánaðir í Fíggjarmálaráðnum til at vinna veljarans hjørtu. Ta uppgávuna loysti hann við stíli. Nú skal hann handfara stríðið innanhýsis. Og tað er eftir øllum at døma ein heilt onnur uppgáva.
---------
Fakta
Føddur í 1969. Giftur við Bodil Hentze Laksáfoss. Tvær døtur. Útbúgvin búskaparfrøðingur frá Københavns Universitet. Ph.D. lesandi á Roskilde Universitetscenter um føroyskan búskap. Hevur starvast á Hagstovu Føroya, Grønlands Statistik, grønlendskari KT-fyritøku og verið limur í Búskaparráðnum. Landsstýrismaður frá mai 2007 til januar 2008. Løgtingslimur síðani januar 2008. Limur í Fíggjarnevndini og formaður í Mentanarnevnd Løgtingsins.