dið. Men klokkan 21 var longu byrjað at kóka innanhýsis í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Seks bólkar vóru klárir at fara á pall, og hóast fólk ikki var komið júst í hópatali, tá fyrsti bólkurin, Side Effect [...] bólkar skuldu í harðari kapping royna at tryggja sær pláss í semifinaluni, sum verður hildin í Trongisvági, men bert tveir bólkar í hvørjum undanumfari koma víðari. So frammanundan er greitt, at bert tveir [...] tøknin, sum í stóran mun er í hásæti, tó at teir eru sera fimir til bæði tøkni og ljóðføri. Teir duga óivað, sum fáur, at brúka tøknina og teldurnar, samplarar og annað. Tað hoyrdist. Og at fáa tað at ljóða
valt at brúka í staðin fyri »loysing«, sum hevði fingið heldur negativan klang. Tað framgongur í samrøðu millum Høgna Hoydal og Sjúrð Skaale í bókini »2000 – tá Føroyar skuldu loysa«. Í einum broti í bókini [...] samrøðu millum seg og Høgna Hoydal í apríl í 1999, tá Sjúrður Skaale varð settur í starv sum spunasmiður hjá Høgna Hoydal. Hann skuldi hjálpa landsstýrinum at fáa føroyingar at trúgva upp á fullveldi. Samrøðan [...] Hoydal í Tinganesi. Vit endurgeva úr bókini: » – Fyri at siga akkurát sum er, so eri eg eitt sindur illa sperdur nú, segði hann (Høgni Hoydal, red.) suffandi. – Tað er ikki bara tað, at vit ikki fáa hvítbókina
meg vita, at í filmslist er hetta, at síggja persón tvær ferðir, veruliga og sum spegilsmynd, eitt slag av myndamáli. Tekin um, at persónurin er í tvíningum. Frálik byrjan upp á leik, ið botnar í sálarstøðu [...] væl frá at spæla fleiri leiklutir. Hetta er serstakt upplivilsi, tí á ein løgnan hátt, um tað kann sigast so, megnar hann at bergtaka okkum so, at vit liva okkum inn í leikin. Honum nýtist ikki at gera so [...] Læknin, tann hástóri. Hetta megnar Hans Tórgarð til fulnar at fáa okkum at skilja, har er eingin ivi. Vit fáa slíkt innlit í støðuna hjá listamanninum, at vit onga løtu ivast í, hvar hann er staddur.
frá hesum, og fyrsta stigið í hesi samanlegging er, at starvið sum Landsverkfrø-ingur verður niðurlagt. Somuleiðis boðar hann frá, at hann hevði valt, at ikki hevði valt, ikki at boða starvsfólkunum frá ætlanunum [...] alment fram í Útvarpinum at Landsverkfrøðingurin og Strandferðslan skuldu leggjast saman, og at hetta fór at hava við sær umfatandi broytingar. Tann 23. desember boðar Starvsmannafelagið í skrivi land [...] nevndirnar í Starvsmannafelagnum og Verkfrøðingafelagnum boðaði landsstýrismaðurin frá, at orsøkin til alt rumblið var, at Henning Jacobsen ikki hevði fylgt boðunum um, at onki skuldi koma fram um, at stovnarnir
sum ikki ivaðist, men smekkaði til.Og tað var bara væl gjørt, tí bólturin fleyg í kassan uttan at málmaðurin hevði nakran kjans at taka hann. Vágamenn yvirtóku nú alt spælið og trýstu leirvíkingar í botn [...] var, at spælarin, sum hevði bóltin, var ov seinur at leggja avleveringina, og so endaði tað ofta við rangstøðu. Hetta var galdandi báðar vegir, og tað sást til tíðir, at spælararnir vóru ikki sørt [...] miðverjuni at halda málfrían dag. Men hetta var tó nær við at miseydnast. Tá leirvíkingar mitt í seinna hálvleiki sendu ein bólt avstað fram eftir vøllinum var aftasti maður hjá vágamonnum so óheppin, at hann
hendir tað, sum ikki skal henda. Trygdarvørðarnir royna at fáa Azmai burtur frá pallinum, og teir tríva harðliga í hann. Tann vælvaksni telvarin vil ikki finna seg í hesum og roynir at slíta seg leysan [...] sítt fyri at hjálpa telvaranum úr Georgia. ? Eg veit væl, at Azmai er ein kontroversiellur persónur, og tí havi eg ivast í, um eg vildi hava nakað við hetta at gera. Men hetta er eisini ein samvitskuspurningur [...] besta telvaran í Georgia og nummar 39 í røðini av teimum sterkastu telvarunum í heiminum. Hægsta styrkistalið hevði hann í 1998, tá ið hann var heilt upp á 2810 í rating. Azmai er formaður í georgiska ta
ella ei? Sjálvandi ikki. Norðmenn fáa ágóðarnar av at liva í einum ríkum samfelag, men teir fáa ikki oljumilliónir inn á sína privatu kontu. Politikkarar eiga at ansa eftir ikki at geva fólki falskar vónir [...] oljumálaráðharri, viðgongur hann, at tað framvegis kennist løgið og tómt ikki at vera við í hesum arbeiðinum longur. - Hetta var jú ikki bara eitt starv. Fyri meg var hetta ein heilt øðrvísi lívstílur, har [...] eydnaðist, og at tað ikki minst var oljumálaráðnum fyri at takka, at vit komu so væl frá byrjan, sum vit gjørdu. Við ráðnum megnaðu vit at savna eina rúgvu av vitan, innliti og royndum frá ymsum økjum í einum
Tað var Eydna Frederiksberg í Klaksvík, sum fekk fulla plátu í Gekka-spælinum í kvøld, og tað var dóttirin, Monica Ósá Henriksen, sum var fjarritari. Og sigast má, at hetta gekk fínt. Eydna Henriksen fekk [...] tað var ikki lítið - 400.000 skattafríar krónur. Høvuðsvinningurin í kvøld var á 1,2 miljónir krónur, og Eydna Frederiksberg valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 400.000 krónum í hvørjum [...] leypi. Hetta skuldi vísa seg at vera ein skilagóð avgerð, tá til stykkis kom. Í fyrstu royndini steðgaði gekka-hjólið á 15.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið henni 75.000 krónur. Hon ivaðist ikki
dent á at brúka Erasmus Montanus til nærum øll hugsandi endamál, ið kunnu seta mótstøðufólk í eitt vána ljós, serliga at tey fólk ikki duga at hugsa. Fyri at nevna nøkur dømi: Torbjørn Jacobsen, sum í bløðunum [...] vildi man ikki vita av slíkum, so tey tóku í herðatoppin á Rasmusi og góvu honum tvinnar kostir í at velja: at standa við síni orð og afturfyri verða noyddur í kongsins her alt sítt unga lív - ella at avnokta [...] fjallinum vildi man ikki vita av slíkum, so tey tóku í herðatoppin á Rasmusi (...)" Hans Pauli Strøm ????????? Taka vit um støðuna í dag við gamla Ludvig Holberg í mentu, so meini eg, at mong ikki hava skilt,
sín, tí útlit ikki vóru fyri semju tá. Tí varð avtalað at hittast aftur í dag klokkan 14:00. Anfinn Kallsberg, samáðingarleiðari, segði við Útvarpið í dag, at tá teir millum klokkan 4 og 5 í morgun fingu [...] eisini við útvarpið, at tað eru stór mál, sum semja ikki er fingin um enn, og at tað tí kann vera langt eftir á mál. Spurdur um, hvat hann ger, um semja ikki fæst, segði Anfinn Kallsberg, at so mátti hann gera [...] tingmormanninum í morgin klokkan 11. Anfinn Kallsberg segði eisini, at hann hevur víst á aðrar møguleikar. Anfinn Kallsberg vildi ikki í smálutir greiða frá, hvørji mál ósemja er um. Hann segði, at full semja