Eyðun og oljuævintýrið

Hann var ein av teimum fáu, sum slapp at vera við millum teir stóru ? á marglætishotellum millum veruligar oljusjeikar í avgerandi samráðingum á hægsta stigi. Fyrrverandi oljumálaráðharrin, Eyðun Elttør lítur aftur um bak og minnist eitt tað mest kollveltandi tíðarskeiðið í føroyskari vinnusøgu, sum tað sá út aftanfyri leiktjøldini, og sum tað upplivdist persónliga


Tá Oljuráðstevnan byrjar í Norðurlandahúsinum í dag, verður tað ikki, sum vanligt, Eyðun Elttør oljumálaráðharri, sum setur stevnuna. Men hann verður uttan iva at síggja millum fremstu áhoyrarnar, tí hóast starvið sum oljumálaráðharri ikki er til longur, er áhugin hjá Eyðuni fyri hesum økinum óbroyttur. 
- Eg varð ofta spurdur, um tað ikki var ein sannur lætti at sleppa úr leiklutinum sum oljumálaráðharri. Men nei. Soleiðis kendi eg tað avgjørt ikki. Og kom onkur og bjóðaði mær sama møguleika í morgin, hevði eg heldur enn fegin tikið av, sigur Eyðun avgjørdur.
Horvna andlitið úteftir
Eyðun dylur ikki yvir, at tað harmar hann, at oljumálaráðið varð niðurlagt. At siga annað hevði verið løgið, heldur Eyðun, sum sjálvur var við til at seta ráðið á stovn í 1999, eyðsæð tí tað tá var mett at vera ein skilagóð avgerð. Fyri framman bíðaði ein tíð, har føroyska tjóðin skuldi gera sær sínar fyrstu royndir á oljuøkinum í altjóða høpi, og tí varð stór orka løgd í at byggja upp ein stovn, sum skuldi tryggja okkum eina so virðiliga umboðan úteftir, sum gjørligt.
- Eg eri framvegis sannførdur um, at tað eydnaðist, og at tað ikki minst var oljumálaráðnum fyri at takka, at vit komu so væl frá byrjan, sum vit gjørdu. Við ráðnum megnaðu vit at savna eina rúgvu av vitan, innliti og royndum frá ymsum økjum í einum stovni. Eg sigi ikki, at hendan vitan er farin fyri skeyti, nú hon ikki er savnað í oljumálaráðnum longur, men andlitið úteftir er ikki tað sama. Og tað kann vísa seg at vera sera óheppið fyri okkara framtíðar leiklut í altjóða oljuvinnuhøpi, sigur Eyðun, sum kortini ikki er ein beiskur maður í dag. Hann leggur dent á, at hann hevur alla virðing fyri, at eitt og hvørt landsstýri skipar seg, sum tað heldur vera skilabest.
- Tað førir sjáldan nakað gott við sær, at útiloka øllum øðrum framferðarháttum enn tínum egna. Nú eiga vit at lata nýggju skipanina fáa ein kjans. Tíðin fer nokk at vísa, hvat var rættast, og tá ræður um at vera opin fyri at umhugsa støðuna av nýggjum, um neyðugt, sigur Eyðun.
Marknatrætan
Eitt afturvendandi kjakevni frá tíðini, Eyðun sat sum oljumálaráðharri, er avtalan um landgrunnsmarkið, sum føroyingar gjørdu við bretar í 1999. Tað er ongin loyna, at leiðandi partar av landsstýrinum undan fullveldissamgonguni hildu, at føroyingar áttu at havt bíða, tí bretar vóru meir kroystir, enn vit. Til hetta sigur Eyðun, at tað ofta tykist sum faktiska gongdin i hesum málinum verður gloymd, tí bretar jú slakaðu á heysti 1998, júst tí teir høvdu størri skund, enn vit. Hann minnir á, at tá landsstýrið legði frá sær á vári 1998 stóð í botni og framstigini í samráðingunum høvdu verið fá og smá.
- Vit settu okkum fyri at loysa máli. Á sumri 1998 gjørdi eg bretska orkumálaráðharranum, John Battle, greitt, at teirra krøv vóru burtur úr vón og viti, og at vit ikki høvdu serligan skund, tí vit onga oljuvinnu høvdu, sum stóð og pikkaði uppá dyrnar. Hvørja ávirkan henda samrøðan hevði, er sjálvandi ilt at meta um, men tað er ein sannroynd, at fyrstu signalini, um at bretar vóru við at ganga burtur frá sínum víðgongdu krøvum, komu í september sama árið, og í mai 1999 varð endaliga avtalan undirskrivað.
Sum kunnugt fingu vit eitt reint miðlinjumark millum Føroyar og Hetland, meðan markið í gráa økinum frá "gullhorninum" og vestureftir á einum strekki liggur nakað nærri Føroyum, enn Bretlandi. Eyðun vísir á, at talan kortini er um miðlinjumark, og at hetta samsvarar væl við landafrøðiligu umstøðurnar og niðurstøður, ið altjóða dómstólurin hevur gjørt í øðrum líknandi málum.
- Higartil er eingin lønandi oljuleið funnin á hesi leið, men sjálvandi kann tað henda. Tað mugu vit so liva við. Nýggjastu oljuleiðirnar, ið eru funnar bretsku megin markið, liggja á leiðum, sum Føroyar ikki settu fram krav um - og heldur ikki eftir altjóða rætti høvdu fingið, sigur Eyðun og leggur afturat, at leiðsla er at taka avgerðir undir givnum umstøðum, og tora at taka avleiðingarnar. Hann heldur, at í marknamálinum er alt ov nógv ført fram, sum bendir á, at politiska leiðslan í Føroyum eitt skiftið ræddist at taka avgerð, tí eftirtíðin kundi jú prógva, at bretar fingu eina betri avtalu enn vit.
- Henda tankagongdin førir jú ongan veg. Anfinn Kallsberg vísti sonn leiðsluevni í marknatrætuni. Hann loysti málið, og meira er ikki at siga um tað, staðfestir Eyðun.
Oljuhavn og oljufelag
Eitt annað mál, sum elvdi til nógv kjak, var spurningurin um, hvørt eitt alment oljufelag átti at verið sett á stovn. Men Eyðun er framvegis fullkomiliga sannførdur um, at tað var rætt, tá hann gjørdi av ikki at seta á stovn eitt alment oljufelag ella krevja eina sokallaða optión í loyvistreytunum.
- Føroyskir myndugleikar eiga tíverri alt ov nógv vinnulív, serliga umvegis almennar grunnar, men tað er ógvuliga lítið, sum bendir á, at hetta hevur verið tað stóra vælsignilsið fyri land og fólk, sigur Eyðun og leggur afturat, at almen oljufeløg eru eitt 60'ara og 70'ara fyribrigdi, sum øll oljulond eru á veg burtur frá. Hann trýr heldur ikki uppá, at vanligi føroyingurin hevðu fingið størri lut í oljuríkdøminum, um tað almenna átti eitt oljufelag ella eina optión.
- Er vanligi norðmaðurin vorðin ríkari privat, tí Statoil varð selt ella ei? Sjálvandi ikki. Norðmenn fáa ágóðarnar av at liva í einum ríkum samfelag, men teir fáa ikki oljumilliónir inn á sína privatu kontu. Politikkarar eiga at ansa eftir ikki at geva fólki falskar vónir. Um landsins ríkidømi verður fingið til vega við skatti, avgjaldi ella sølu av partabrøvum kann fyri so vítt gera tað sama. Tað verður altíð ein sjálvstøðugur politiskur spurningur at býta landsins ríkidømi.
Sum kunnugt, gjørdi oljumálaráðharrin eisini av, at politiski mynduleikin ikki fór at leggja seg út í, hvar útgerðarstøðin varð plaserað. Eitt ávíst trýst stóðst av hesum, tí fleiri politikkarar vildu hava, at man frá politiskari síðu ásetti, at útgerðarstøðin skuldi liggja í Suðuroy.
- Feløg úr Suðuroynni høvdu sama møguleika, sum aðrir, at bjóða seg fram, men tíverri fyri teir, gjørdust teir ov stuttir. Kolvetnislógin og loyvistreytirnar loyva, at støða verður tikin til henda spurningin av nýggjum, tá og um olju verður funnin í lønandi nøgdum. Persónliga haldi eg, at politikkarar eiga at vera varnir við at leggja seg ov nógv út í hesi viðurskiftini. Tænastuveiting til møguligar oljuleiðir eigur ikki at verða ásett eftir, um arbeiðsloysi er í einum øki ella ikki. Tað avgerandi er ikki, hvar útgerðarstøðin verður plaserað, men hvussu dugnaligir føroyingar og føroyskar fyritøkur eru til at fáa lut í veitingunum.
?Menniskja, maskinmaðurin og ministarin?
Hóast umstríddar avgerðir, sum hesar, vóru partur av starvinum sum oljumálaráðharri, káma tær ikki minnini, Eyðun hevur, um tey ríku upplivilsi, sum eisini myndaðu hetta tíðarskeiðið fyri hann persónliga.
- Tað er sjálvandi forkunnugt at sita ímillum heimskendar uttanríkis- ella orkuráðharrar, har ófatiligar pengauppahæddir verða nevndar mestsum bara hissini í einum at síggja til ovurhonds fløktum politiskum spæli. Men spælið er ongantíð fløktari, enn at tað nirðiundir altíð goyma seg vanlig og vinsæl menniskju.  Og góðu prátini og hugnaligu løturnar saman við teimum vóru ofta minst líka ógloymandi, sum alt hóvastákið, sigur Eyðun og nevnir eina hending á einum norskum boripalli, hann minnist serliga væl.
- Vitjanir á boripallum høvdu altíð mín stóra fakliga áhuga, so eg var komin í prát við ein av maskinmonnunum um tað, hann stóð og gjørdi. Sjálvandi, tað var jú stak áhugavert, men á veg av aftur pallinum hugdi ein norðmaður, sum hevði víst okkum runt, uppá meg og segði: Hasin maskinmaðurin fer aldrin í lívinum at gloyma ta ferðina, ein oljuministari steðgaði á og gav sær stundir at tosa við seg. Eg mátti bara smílast og hugsaði við mær sjálvum, at kanska var eg sjálvur meir maskinmaður enn ministari hasa løtuna, flennir Eyðun
Sum ein dreymur
At sessurin sum oljumálaráðharri hvarv, næstan líka brádliga, sum hann kom, er fyri Eyðun bert enn eitt gott dømi um, at í politikki kann alt henda. Eisini at ein púra vanligur maskinmeistari úr Klaksvík frá eini løtu til aðra gjørdist ein av lyklapersónunm í størstu avbjóðingini á vinnuøkinum Føroyar nakrantíð hava staðið í. Men hóast Eyðun var púra ókendur sum politikari, ivaðist hann ongantíð í at taka av, tá hann fekk boðið sessin sum landsstýrismaður í oljumálum.
- Eg havi altíð verið sannførdur um, at ert tú erligur og opin fyri nýggjari vitan og góðum ráðum, kanst tú læra ótrúliga nógv eftir stuttari tíð. Tíðin sum oljumálaráðharri hevur verið ein tann læruríkasta í mínum lívi, og tað er fyrst av øllum mínum starvsfeløgum í ráðnum fyri at takka. Ikki minst aðalstjóranum, Herolvi Joensen, sum eisini gjørdist mín góði vinur. Á hvør sínum øki høvdu hesi fólkini ómetaliga stóra vitan og drúgvar royndir, og í felag brutu vit upp úr nýggjum, tí onki av hesum var roynt á sama hátt í Føroyum fyrr, sigur Eyðun og leggur afturat, at eisini menniskjaliga vóru tey í eini støðu, sum sannliga kravdi sín mann ella kvinnu, fyri at halda eldhuganum uppi.
- Vit hava framvegis ikki funnið olju í rakstrarverdum nøgdum, so eyðvitað vóru tað løtur, har sjálvt tann mest ágrýtni mundi ivast í, um nakað nakrantíð fór at spyrjast burtúr øllum arbeiðinum, sum varð lagt í hvønn dag. Slíkt krevur nakrar menniskjaliga eginleikar, sum tú ikki bara kanst taka sum eina sjálvfylgju.
Eyðun Elttør er nú aftur í sínum gamla starvi á arbeiðseftirlitinum millum sínar gomlu starvsfelagaðar, har hann trívist væl. Men hóast tað nú er liðið eitt ár síðani, hann fór úr sessinum sum oljumálaráðharri, viðgongur hann, at tað framvegis kennist løgið og tómt ikki at vera við í hesum arbeiðinum longur.
- Hetta var jú ikki bara eitt starv. Fyri meg var hetta ein heilt øðrvísi lívstílur, har arbeiðið fylti alt døgnið. Í dag tykist tað næstan veruleikafjart, eitt sindur sum at vakna úr einum dreymi ? men spennandi var tað, eitt upplivilsi, eg avgjørt ikki vildi verið fyri uttan, sigur fyrrverandi oljumálaráðharrin at enda.