Tað sæst týðuliga, at okkurt er áfatt. Hann er ikki heilt nøgdur, sum hann situr har, tosar í fartelefon og veipar.
Georgiski stórmeistarin í talvi, Zurab »Azmai« Azmaiparashvili, er kendur sum ein heldur provokerandi persónur ? umstríddur, men framúr góður telvari ? og hann hevur meira enn einaferð gjørt vart við seg á heldur óhepnan hátt.
Nú er aftur okkurt á vási, heldur føroyski telvarin Eyðun Nolsøe, sum situr nakrar fáar metarar burtur og eygleiðir hann.
Hetta er endahátíðin fyri talvolympiaduna á Mallorca, og fleiri enn 1500 fólk eru savnað fyri at heiðra teimum bestu. Røður verða hildnar, tónleikurin ljómar og steyp og heiðurslønir verða lætnar vinnarum og profilum.
Endahátíðin er um at vera liðug, tá ið Azmai fyri aðru ferð reisist og fer fram móti pallinum. Hann roynir at fáa samband við onkran á pallinum, men alt fyri eitt eru trygdarfólk hjá sponsku løgregluni rundan um Azmai.
Og so hendir tað, sum ikki skal henda.
Trygdarvørðarnir royna at fáa Azmai burtur frá pallinum, og teir tríva harðliga í hann. Tann vælvaksni telvarin vil ikki finna seg í hesum og roynir at slíta seg leysan. Skallin rakar ein av trygdarvørðunum í munnin, hann fer at bløða, og so er alt á gosi.
Trygdarvørðarnir leggja á georgiska telvaran, og so má Eyðun Nolsøe, sum er staddur beint hjá, leypa til viks, men fer sendandi niður millum nakrar stólar.
Ruðuleikin er fullkomin, fólk rópa og flýggja, kona Azmai skríggjar frá sær sjálvari, alt meðan teir sponsku løgreglumenninir við mátt og megi royna at leggja telvaran í hondjørn.
Tað eydnast aftan á nakrar buldraligar minuttir, har fína og hátíðarliga kvøldið endar við eini óhugsandi gølu, sum ger fólk púra ovfarin.
Eygleiddi ein misnøgdan Azmai
Nakað soleiðis var tilburðurin, sum skakaði fólk á talvolympiaduni á Mallorca í november mánaði í fjør. Millum eygnavitnini, sum sótu best fyri at uppliva hendingina, var føroyski telvarin Eyðun Nolsøe, og týsdagin í næstu viku skal hann vitna í málinum, tá ið tað kemur fyri í rættinum á Mallorca.
Tann georgiski telvarin er skuldsettur fyri at hava gjørt seg inn á ein løgreglumann, og revsingin kann koma upp í trý ára fongsul.
? Eg ivaðist eitt sindur í, um eg skuldi blanda meg upp í, men eg havi gjørt av, at eg fari avstað, og eg ætli mær at siga mína erligu meining um tað, sum seg upplivdi og sá, sigur Eyðun Nolsøe.
Hann var møttur tíðliga til endahátíðina saman við trimum øðrum føroyskum telvarum, og teir fingu sær pláss heilt har frammi í tí stóra salinum. Endahátíðin var drúgv, men Eyðun varnaðist, at tann umstríddi stórmeistarin Azmai var ikki heilt nøgdur við eitthvørt.
? Tá vitsti eg ikki, hvat tað var, men tað var týðuligt, at hann var misnøgdur. Hann tosaði í fartelefon, fór fram til pallin, men setti seg aftur, og so tá ið hátíðarhaldið var mest sum liðugt, royndi hann einaferð afturat at fáa samband við onkran á pallinum, og so var tað, at hann varð álopin av løgregluni.
? Eg sat nakrar fáar metrar burtur frá Azmai, og eg eygleiddi hann eitt sindur. Tá ið trygdarvørðarnir tóku hann, mátti eg leypa til viks, men eg fór skramplandi millum nakrar stólar. Eg var sera kløkkur, og tað tóktist óveruligt, at ein telvari skuldi fáa slíka viðferð. Tá ið tað síðani varð skotið við ógvusligum fýrverkið uttanfyri, var støðan næstan surrealistisk, greiðir Eyðun frá.
Tað var trupult at fáa uppklára, hvat tað var, sum var á vási, og hví Azmai tóktist verða misnøgdur, men tað vísti seg seinni, at orsøkin var eitt steyp, sum varð latið í allari rúgvuni. Hetta steyp var latið til tað landið, sum hevði besta mannligan og kvinnuliga telvaran samanlagt, og Azmai helt, at handanin var skundað ov nógv ígjøgnum. Georgiska talvsambandið hevði latið steypið, men einki varð nevnt um tað, og heldur ikki varð tað nevnt, at steypið var kallað upp eftir fyrrverandi heimsmeistaranum hjá kvinnum, Nona Gaprindashvili. Tað var hetta, sum Azmai vildi hava rætta, men sum hann ikki fekk møguleikan til.
Kløkkur av hendingini
Zurab Azmaiparashvili var tikin við av løgregluni, og hann var í fongsli í tríggjar dagar, áðrenn hann slapp leysur aftur. Tá vísti hann fram eitt sligið andlit, og í einum interviewi við talvsíðuna Chess Base greiddi hann frá, hvussu hann var blivin bukaður av løgreglumonnunum, noktaður ein sakførara, vatn og mat, meðan hann var í fongslinum.
Spanska løgreglan vildi ikki viðurkenna nakað mistak, men greiddi á einum stuttum tíðndafundi frá, at Azmai var handtikin, tí hann var ágangandi og hevði skallað ein løgreglumann. Umboðini frá løgregluni vildu ikki svarað spurningum frá fjølmiðlunum.
Heimasíðan Chess Base gjørdi nógv burtur úr hendingini, og tey bóðu eisini tey mongu eygnavitnini senda frágreiðingar um tilburðin. Tá ið heimasíðani legði tey mongu brøvini frá talvfólki á sína heimasíðu, stóð ein frágreiðing frá Eyðun Nolsøe ovast á listanum.
? Eg var so kløkkur av hendingini, at eg skrivaði eitt bræv til Chess Base og greiddi frá tí, sum eg hevði upplivað, sigur Eyðun Nolsøe.
Nakað aftan á fekk Eyðun ein áheitan frá altjóða talvsamandinum FIDE um at vitna í málinum. Talvsambandið hevði valt trý vitni burtur úr teimum mongu fólkunum, sum høvdu sæð tilburðin, og Eyðun Nolsøe var ein teirra.
? Eg var ein av teimum, sum sat best fyri, og eg hevði eisini eygleitt Azmai áðrenn hendingini. Tað hevur helst gjørt, at teir vilja hava meg at greiða frá í rættinum.
Umframt Eyðun skal eisini liðleiðarin á amerikanska talvlandsliðnum og ein telvari av Bermunda vitna í rættinum, tá ið málið kemur fyri í rættinum á Mallorca týsdagin.
Fer at siga sína erligu meining
Eyðun Nolsøe hevur gjørt sær nógvar tankar um tilburðin, og um hann skuldi blanda seg upp í rættarmáli, men hann er komin til ta niðurstøðu, at hann æltar sær at gera sítt fyri at hjálpa telvaranum úr Georgia.
? Eg veit væl, at Azmai er ein kontroversiellur persónur, og tí havi eg ivast í, um eg vildi hava nakað við hetta at gera. Men hetta er eisini ein samvitskuspurningur fyri meg, tí eg upplivdi nakað, sum eg helt verða skeivt. Eg helt, at Azmai hevði als ikki uppiborið slíka viðferð, tí í grundini gjørdi hann einki galið, og hann var als ikki ágangandi, sigur Eyðun Nolsøe.
? Tá ið Azmai kom til talvolympiaduna gjørdi hann eitt sindur um seg, tí hann vildi hava tvey hotellkømur, men hann fekk bara eitt. Hetta hevði helst gjørt, at fyrireikararnir og løgreglan hevði ringt eygað á honum, men tað kann ikki hava við sær, at hann skal verða so óneyðuga brutalt behandlaður.
? Eg ætli mær at siga mína erligu meining um tað, sum eg upplivdi og sá. Eg kann ikki gera nakað annað. Um tað so kann hjálpa Azmai, so er tað fínt, tí revsingin fyri tað, sum hann er ákærdur fyri, er upp í trý ára fonguslsrevsing. Eg helt, at tað var fullkomiliga óneyðugt, sum hann var viðfarin. Tað vóru grovar politimetodur, sigur Eyðun Nolsøe.
Tað er altjóða talvsambandið FIDE, sum roynir at hjálpa tí fyrrverandi varaforsetanum Azmai í málinum á Mallorca, og ein norðmaður í ovastu leiðsluni hjá FIDE skal hjálpa Eyðuni Nolsøe, tá ið hann fer til Mallorca leygardagin.
? Eg kenni meg tryggan við hendan norðmannin, tí hann er advokatur og veit, hvat alt hetta snýr seg um, sigur Eyðun, sum ikki stúrir fyri at fara til Mallorca at lata sína frágreiðing.
? Tá ið telvarar úr 140 londum annaðhvørt ár savnast til talvolympiaduna, tosa vit við stórum orðum um talvfamiljuna, sum vit øll eru partur av. Eg haldi, at slík orð forplikta, og tí vil eg gjarna hjálpa Azmai, sigur Eyðun Nolsøe.
- - -
Azmai
Zurab Azmaiparashvili er 44 ára gamal georgiskur stórmeistari í talvi. Hann er ein profilur í talvheiminum, og á styrkislistanum hjá altjóða talvsambandinum FIDE fyri januar 2005 hevur hann styrkistalið 2662. Tað ger hann til besta telvaran í Georgia og nummar 39 í røðini av teimum sterkastu telvarunum í heiminum. Hægsta styrkistalið hevði hann í 1998, tá ið hann var heilt upp á 2810 í rating.
Azmai er formaður í georgiska talvsambandinum, og hann hevur verið ein av varaforsetunum í altjóða talvsambandinum FIDE. Í 2003 framdi hann sítt størsta leikliga avrik, tá ið hann gjørdist europameistari í einstaklinga telving.
Hann hevur verið nógv umtalaður, síðani hann var handtikin av sponsku løgregluni til endahátíðina fyri talvolympiaduna á Mallorca í november mánaði í fjør. Azmai er nú ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á ein løgreglumann, og málið kemur fyri í rættinum á Mallorca týsdagin 1. februar. Har verður føroyski telvarin Eyðun Nolsøe eitt av vitnunum.
KYDON'S CHESS PL
- - -
Frágreiðingin
Hetta er frágreiðingin hjá Eyðuni Nolsøe, sum stóð at lesa á Chessbase.com, og sum fekk altjóða talvsambandið at venda sær til hansara.
»Eg sat heilt har frammi, einar tríggjar ella fimm metrar frá bardaganum millum Azmai og trygdarvørðarnar. Eg mátti leypa til viks og datt niður millum nakrar stólar. Eg var saman við nøkrum av mínum liðfeløgum á føroyska talvlandsliðnum, og vit vóru ikki á einum máli um, hvat hendi. Eg haldi, at Azmai gjørdi lítið fyri at fáa slíka viðferð. Eg eygleiddi hann, tí eg sá, at okkurt var galið, men eg vitsti ikki, hvat tað var. Hann royndi at fáa samband við onkran á pallinum uttan at fara upp á pallin ella við at øsa nakran. Hann varð beinanvegin álopin og harðliga viðfarðin. Eg helt, at framferðin hjá trygdarvørðunum var alt ov ógvuslig og minti meg á okkurt, sum kundi hent undir stýrinum hjá Franco fyri 50 árum síðani. Kanska er tann arvurin ikki heilt burtur enn. Sjálvt um Azmai hevði gjørt um seg á flogvøllinum, tá ið hann kom, kann einki rættvísa gera slíka harðliga framferð av løgregluni til endahátíðina. Hetta var eitt stórt antiklimaks fyri talvolypmiaduna og ein skomm fyri spanska talvsambandið, sum einki gjørdi fyri at bøta um vanlukkuligu støðuna.«