Fann upp á nýtt orð fyri »loysing«

Orðið »fullveldi« varð valt at brúka í staðin fyri »loysing«, sum hevði fingið heldur negativan klang.

 

Tað framgongur í samrøðu millum Høgna Hoydal og Sjúrð Skaale í bókini »2000 – tá Føroyar skuldu loysa«.

 

Í einum broti í bókini greiðir Sjúrður Skaale frá samrøðu millum seg og Høgna Hoydal í apríl í 1999, tá Sjúrður Skaale varð settur í starv sum spunasmiður hjá Høgna Hoydal. Hann skuldi hjálpa landsstýrinum at fáa føroyingar at trúgva upp á fullveldi.

 

Samrøðan fór fram á skrivstovuni hjá Høgna Hoydal í Tinganesi. Vit endurgeva úr bókini:

 

» – Fyri at siga akkurát sum er, so eri eg eitt sindur illa sperdur nú, segði hann (Høgni Hoydal, red.) suffandi.

 

– Tað er ikki bara tað, at vit ikki fáa hvítbókina lidna til tíðina. Tað er eisini tað reint politiska. Tað verður ikki lætt at varðveita stuðulin. Alt verður skotið niður av andstøðuni og ikki minst Sosialinum beinanvegin.

 

– Alt verður gjørt negativt. Vit royndu at lansera eitt nýtt, positivt orð í staðin fyri »loysing«. »Fullveldi«.

 

– Tað merkir bara suverenitetur. Tað virkar ikki so ógvusligt sum »loysing« og ikki so romantiskt sum »frælsi«. Men tað kann gera tað sama. Fullveldi var eitt neutralt orð í fyrstuni, men nú er tað farið at merkja neyð og elendigheit. Mann fær ikki vart seg. Mann fær ikki tosað sakliga um tingini. Kampanjan hjá Javnaðarflokkin skolar um landið hvønn dag.

 

– Og so er tað Tjóðveldisflokkurin. Har fungerar alt heldur ikki sum tað skal.«

 

Sjúrður Skaale spurdi Høgna, um hann angraði at hann var farin upp í hetta.

 

»  Ojøsus. Hevði eg vitað av hesum... Eg hevði kunnað skrivað. Gjørt eitt blað. undirvíst. Men nú er einki at gera. Mann kann ikki koma inn upp á hendan mátan og so bara kasta tað frá sær aftur.«

 

Og so var – skrivar Sjúrður Skaale í bókin:

 

– Tær næstan 1.600 atkvøðurnar gjørdu stríðið til eina plikt. Stóri stuðulin noyddi hann at føra tað so langt, sum tað upp á nakran máta bar til. Skuldi slakast, mátti onkur annar tvinga hann til at slaka.

 

Men helt hann, at politiska málið kundi røkkast? Tá samgongan varð skipað og nakrar mánaðir fram, hevði hann helst vónina, ja. Men tann dagin í Tinganesi ivaðist eg stórliga í, um hann trúði upp á tað sjálvur.«