Tað hava bæði toll og skatt, mentamálaráðið og fíggjarmálaráðið fingið í ríkiligt mát gjøgnum hesi seinastu 2-3 árini. Fyri umleið 8-10 árum síðani royndi F.U.T. ? Føroya undirhalds- og tónleikarafelag, [...] luksusvørur. Eftir tógvið stríð eydnaðist tað F.U.T. og Petur Mohr at kvinka tollin niður á nøkur og 20%. Men hvat, fá ár seinni kom so meirvirðisgjaldið, og so var støðan aftur tann sama. Tískil havi eg her [...] havi fingist við tónleik og undirhald í míni frítíð, hava røddir verið frammi um, at nú skuldi tað verða. ? Nú skuldi tónleikalívið stuðlast. ? Hetta hava oftast verið politikarar, og fyri tað mesta hevur
førum hevur tað víst seg, at um ein hvítur og ein littur umsøkjari hava havt somu kriminellu lívsleið og framt somu brotsverk, so er tað tann hvíti, sum fær grið og ikki tann litti. Eitt dømi: Ein svartur [...] forsetan um grið. Av teimum hvítu fangunum fingu 12 prosent játtandi svar, og hjá fangum av latínamerikonskum uppruna vórðu 10 prosent av umsóknunum gingnar á møti. Hinvegin fekk eingin av teimum 62 af [...] at umsóknirnar um grið verða viðgjørdar í trúnaði og næstan í loyndum. Tær verða viðgjørdar á teirri serligu umsóknarkrivstovuni í løgmálaráðnum, og haðani verða tær sendar Hvítu Húsunum við tilmæli um
viðbrekið og kostnaðarmikið at føra norðhavssildina til lands. Umborð er fiskurin nýggjari og feskari, og tú hevur fólkið og tólini til framleiðsluna. Meðan veiðan verður virkað, liggur skipið og brúkar tískil [...] Leygardagurin var ein stórur dagur hjá Kristian Martin Rasmussen og synum hansara, Jón, Boga og Eyðuni, sum saman eiga skipini, Christian í Grótinum og Norðborg. Hendan dagin varð sáttmáli undirskrivaður á skrivstovu [...] nýbygging av kombineraðum nóta-og trolskipi fyri 250 mió. krónur. Skipið skal byggjast á kilenskari skipasmiðju, og við til undirskrivingina vóru umboð fyri reiðaríið, skipasmiðjuna og fíggingarstovnar. Tað er
snýr seg í líka stóran mun um føroyska søgu og mentunarsøgu, um sambandið millum Føroyar og Danmark, Føroyar og Norðurlond, Føroyar og Evropa, og Føroyar og ta klassisku tíðina. - Á tann hátt meti eg, [...] høvundurin um sjónarmið Janusar um mentan og politikk og hevur sett tey í samband við gongdina í Føroyum frá Heimastýrislógini til í dag, vit hava eina fullveldisrørslu og nógv hóma olju í undirgrundini. - Eg [...] niðurfyri, greiðir Hanus Kamban frá. Tí komu Hanus Kamban og Kirsten Brix ásamt um, at alt verkið skuldi týðast. Tað eydnaðist rímiliga skjótt og væl at finna eitt forlag, sum vildi geva verkið út á donskum
lykilin til at byggja eina varandi og burðardygga filmsvinnu í Føroyum. Og tað er eisini í hesum høpi, at føroysk fígging og stuðul hevur so ómetaliga nógv at siga og ger stóran mun í samráðingunum uttanlands [...] ættfrøði og ílegugransking. Dramatiska drívmegin í røðini snýr seg um serføroyska spurningin: hvør eigur teg,” greiðir Torfinnur Jákupsson, høvundur og framleiðari, frá. “Stílurin samantvinnir bretska og no [...] har okkara samleiki og serstøku føroysku fortreytir eru ein styrki heldur enn veikleiki.” Sendirøðin Reyna er nú á øðrum menningarstigi, og málið er at hava fingið høvuðsfígging og samstarvsfelagar, harímillum
kimiligir við ár og báti. Og enn rennur Sandá sum mark millum bygdina og býin, millum argjafólk og havnarfólk. Henda prúða Sandá, tíðum stór og brúsandi, tíðum still og tølandi, markar og skapar karmin fyri tí [...] 1835, og Andrass beyð amtmanninum at vera fyrstur at ganga um hana. Tá kom hann so smoykin við 10 ríkisdálum. Brúgvin hjá Andrassi var tann trygga farleiðin millum Argir og Havnina í næstan 100 ár, og hon [...] fráboðan um, at nú nærkast jólum og gleðihátíðini eisini á Argjum. Jólini byggja eina brúgv um myrkur og ljós, har gleðiboðskapur og barnakæti binda saman ættarliðini og skapa tann serliga jólahugnan. Við
Erik tamdi bóltin og legði innfyri til Kim Poulsen, ið stóð púra leysur beint frammanfyri málinum, og hann hevði lætt við at leggja heimaliðið framum. Eitt sera vakurt mál, og rómur og fagnaður var nú um [...] senda bóltin ímillum beinini hjá Jákupi Joensen til 1-0. HB spældi betur fyri steðgin, og móti endanum av fyrra umfari hevði útiliðið tamarhald á støðuni og legði trýst á heimaliðið. Tað var eitt broytt HB-lið [...] Miðvági mikukvøldið, og annan dystin á rað megnaði HB at hála trý stig í land, hóast havnarmenn lógu undir stórum trýsti frá mótstøðuliðnum. Tað var útiliðið, sum fekk betri byrjan og legði seg framum heilt
komin norðaneftir. Ætt og vinir úr Danmark við og úr Svøríki, hesi sum kenna og sakna hana, ið undir børu stendur. Tankarnir dragna spakuliga úr løtuni og aftur til barnadagarnar og til sunnudagsskúlan í [...] at grønkast, segði lærarin. Og so gekk leiðin um vakra Sandin, Ósánna og Vágsá, stein av steini, og hesa leiðina kendu vit væl við. Løtan líður. Bærilig ættarfólk reisast nú og bera børuna út, meðan Jóannes [...] hæddini var íbúð og hin handil, kjallarahæddin var blikksmiðja og rørgoymsla. Sum barn var Rannvá røsk og rokut sum nakar drongur, var elst av seks, hini eru: Helen, Høgni, Hanna, Sonja og Naomi. Rannvá hevði
tykkara styrkjast, tað mennir og gevur hug at taka tøk. Annars hevur tað verið so, at teir hava leitað í álitum og nevndum, teir hava skrivað í bløð og bøkur og teir hava talað og niðurgjørt. Ikki minst hava [...] fólkatingi. Tað vil siga fylgja við og leita, bera fram hugskot og kunning, skjóta loysnir upp og samráðast um at fremja tær. Ja, kanska serliga í teirri uppgerð og teirri endaligu skuldaravtalu, sum skal [...] evndir ? § 19 og aðrar fyri at kunna staðfesta tær brotsgerðir, sum Javnaðarflokkurin og serliga táverandi formaðurin hava framt ímóti Føroya fólki. Øll kunnu gera feilir og gera tað, og tað hava Javn
tann hátt: ?at víðka støðið undir føroyskum vinnulívi og tryggja, at føroyingar koma at ávirka, mennast og virka í eini kolvetnisvinnu undir Føroyum - og í altjóða høpi. Víðari sigur felagið, at tað við støði [...] eitt fíggjarliga sterkt og í altjóða høpi kappingarført felag innan kolvetnisleiting og útvinning. Bara føroysk áhugamál Atlantic Petroleum bjóðar øllum føroyingum at tekna upp til 10 mió. kr. í partapeningi [...] i átekur felagið sær bert avmarkaðan váða. Tá útbygging og útvinning kemur fyri, luttekur felagið á jøvnum føti við hinar samstarvsfelagarnar og fær harvið møguleika fyri einum munadyggum vinningi av íløgunum