Leygardagurin var ein stórur dagur hjá Kristian Martin Rasmussen og synum hansara, Jón, Boga og Eyðuni, sum saman eiga skipini, Christian í Grótinum og Norðborg. Hendan dagin varð sáttmáli undirskrivaður á skrivstovu felagsins í Klaksvík um nýbygging av kombineraðum nóta-og trolskipi fyri 250 mió. krónur. Skipið skal byggjast á kilenskari skipasmiðju, og við til undirskrivingina vóru umboð fyri reiðaríið, skipasmiðjuna og fíggingarstovnar.
Tað er felagið, P/F Hvalnes, sum eigur Norðborg, ið letur skipið byggja. Skipið verður stívliga 83 metrar langt og 18,5 metrar breitt. Lastin fer at rúma 1500 tonsum av sildafløkum og 400 tonsum av mjøli.
Stór framleiðsluorka
Jón Rasmussen sigur, at sjey vmk-flakalinjur verða umborð á nýggja skipinum, og hesar kunnu virka eini 200-250 tons av lidnari vøru um døgnið. Hetta svarar samstundis til frystiorkuna, sum verður 250 tons um døgnið. Nýggja skipið fer eisini at kunna virka eini 50-60 tons av mjøli um døgnið, sum metprísur fæst fyri í løtuni.
Eini 500 tons av rávøru fara til 250 tons av lidnari vøru, samstundis sum eini 300 tons av rávøru fara til eini 50-60 tons av mjøli. Soleiðis fer skipið at kunna virka eini 800 tons av rávøru um døgnið til eina dýrari vøru.
P/F Hvalnes hevur fingið innflutningsloyvi til nýggja skipið treytað av, at Norðborg fer úr flotanum.
Reiðaríið miðjar eftir, at skipið verður liðugt í juni mánaða um tvey ár.
Íløgan upp á umleið 250 mió. krónur, sum faðir og synir nú hava undirskrivað sáttmála um, er størsta nýíløgan í føroyskt fiskiskip nakrantíð
- Hetta er ein stór og spennandi íløga, men vit trúgva upp á, at hetta samstundis er ein skilagóð íløga, sigur Jón Rasmussen.
Góðar royndir
Hann vísir á, at royndirnar við Norðborg sum framleiðsluskip hava verið góðar seinastu árini.
- Tey fyrstu árini vóru vit í iva um, hvat loysti seg betur; at føra tær stóru nøgdirnar til lands heldur enn at virka fiskin umborð. Seinastu árini hevur eingin ivi verið um hetta. Í fjør seldi Norðborg fyri einar 85 mió. krónur, og eg meini, at vit vóru uppi á 95 mió. krónum tað eina árið herfyri, sigur Jón.
Verkætlanin við nýggja skipinum byggir á, at skipið kann selja sína framleiðslu fyri 100 mió. krónur um árið, og hetta átti ikki at verið nakar trupulleiki, tá ið framleiðsluorkan verður munandi størri og uppaftur meira nútímansgjørd enn umborð á Norðborg.
Men tað eru ikki bara menninir aftanfyri P/F Hvalnes, sum hava sæð møguleikarnar við at virka pelagisku fiskasløgini umborð.
- Fara vit eini 6-7 ár aftur í tíðina, virkaði eingin íslendskur nóta-og trolbátur sína veiði umborð. Í dag eru teir eini 8-10 í tali.
Dygdar framleiðsla
Jón Rasmussen vísir á, at tað er SeaStar í Noregi, sum selir frystu framleiðsluna fyri Norðborg, og tað er Palli Ziskason í Klaksvík, sum arbeiðir fyri norska felagið í Føroyum.
- Okkara framleiðsla fær gott skoðsmál hjá keyparum og er kend fyri sína dygd. Longu síðst í januar var øll framleiðslan hjá okkum seld. Vit vita, at íslendsk skip, sum framleiddu somu vøru um somu tíð sum vit, ikki eru slopnir av við alla sína framleiðslu enn, men hava framvegis pelagiskar fiskavørur á goymslu, sigur hann.
Tað eru veksandi nøgdirnar av norðhavssild um okkara leiðir og minkandi svartkjaftakvotan, sum saman við royndunum, ið Norðborg higartil hevur gjørt, ið eru týðandi orsøkir til, at P/F Hvalnes hættar sær undir hesa stóru íløgu. At føroysk og norsk skip nú eisini kunnu fiska makrelkvotuna hjá hvørjum øðrum, hevur eisini sín týdning í hesum sambandi.
- Tað er bæði viðbrekið og kostnaðarmikið at føra norðhavssildina til lands. Umborð er fiskurin nýggjari og feskari, og tú hevur fólkið og tólini til framleiðsluna. Meðan veiðan verður virkað, liggur skipið og brúkar tískil nógv minni olju. Vinningurin av framleiðsluni liggur eftir umborð, sigur Jón.
Kvotur hjá Norðborg
Umframt at virka sild umborð á nýggja skipinum, eins og gjørt verður umborð á Norðborg, er ætlanin eisini at skráskera og annars heilfrysta svartkjaft og makrel.
Jón sigur, at nýggja skipið fer at fiska av kvotunum, sum Norðborg hevur.
- Vit hava ávíst tonsatal av makreli, sild og lodnu, og síðan hava vit felags svartkjaftakvotu og kvotu av hestamakreli í ES-sjógvi. Verkætlanin byggir í fyrst lagi á, at meira verður virkað umborð á nýggja skipinum enn tí gamla, sigur Jón Rasmussen.
Kristian Martin Rasmussen og teir tríggir synir hansara, Jón, Bogi og Eyðun, eiga hvør sín fjórðing í feløgunum, sum eiga Norðborg og Christian í Grótinum.