Hetta játtandi rákið bendir á, at øll tit, sum nú eru byrjað at leita heimaftur til Javnaðarflokkin, ætla tykkum av húsi, saman við okkum, so vit fáa eina luttøku av javnaðarfólki, sum verður so høg, at vit í fyrstu syftu koma skutin framum, og tað er nóg mikið hesa ferð.
Tá eg sigi í fyrstu syftu, er tað tí, at eg havi kenslu av, at hetta rákið kemur at bera okkum enn skjótari fram á tí sera týdningarmikla løgtingsvaldstríði, sum teir skjótt ikki kunnu útseta longri. Verða vit tá ta bátslongd frammanfyri, sum ger flokkin føran fyri at standa á odda aftur og skipa samgongu, so eru ljósari tíðir fyri stavn hjá Føroya fólki og Føroya landi.
Tað at skula taka ábyrgdina av parlamentarisku leiðsluni fer at seta krøv til allar góðar kreftir, sum vilja leggja ein lut ? lítlan ella stóran ? til at geva flokkinum styrki, skil og førleika til at fremja haldgóðar loysnir. Og her eiga vit eitt nýtt politiskt ættarlið, sum er væl útbúgvið at taka við á løgtingi og í landsstýri.
Tá eg stilli upp til fólkatingsval, er tað tí, at eg enn meti meg eiga tann førleika, brúk verður fyri í hesum arbeiði, eitt nú á fólkatingi.
Tað vil siga fylgja við og leita, bera fram hugskot og kunning, skjóta loysnir upp og samráðast um at fremja tær. Ja, kanska serliga í teirri uppgerð og teirri endaligu skuldaravtalu, sum skal kennast sum ein uppreisn innan í okkum sjálvum hvør sær, aftan á at hava kent okkum lítið vird og einsamøll, ja, útskammað fyri útbyggingar av okkara samfelag, sum bert eru gerandiskostur aðrastaðni.
Men ikki minst vil eg framvegis sláa ein neva í borðið, tá tørvur er á sum t.d. tá danskir politikarar kravdu undirgrundaravtaluna broytta til frama fyri eitt danskt felag.
Men valdur ella ikki valdur, so fari eg at leggja doyin á at dugna Javnaðarflokkinum tað eg kann, við tí førleika, mær er givin. Hetta dugnar eisini Føroyum.
Tað kenst gott at kunna lyfta høvur ? tað kenst gott at vera javnaðarmaður, nú ein aftur kennir álit tykkara styrkjast, tað mennir og gevur hug at taka tøk.
Annars hevur tað verið so, at teir hava leitað í álitum og nevndum, teir hava skrivað í bløð og bøkur og teir hava talað og niðurgjørt. Ikki minst hava teir sett kanningarnevndir ? § 19 og aðrar fyri at kunna staðfesta tær brotsgerðir, sum Javnaðarflokkurin og serliga táverandi formaðurin hava framt ímóti Føroya fólki.
Øll kunnu gera feilir og gera tað, og tað hava Javnaðarflokkurin og formaðurin sjálvandi eisini. Men brotsgerðir? Nei!
Teir funnu ongar og teir finna ongar! Tað kann eg lova tykkum!
Tað hava neyvan síðan 1947 staðið slík stórmál á skránni ímillum Danmark og Føroyar sum nú.
Tey flestu krevja nærlagdar samráðingar ímillum føroyskar politiskar flokkar her heima fyri at finna semjur, sum kunnu viðger-ast ímillum landsstýrið og dansku stjórnina.
Ein partur av hesum skal viðgerast á fólkatingi, annar partur konfirmerast har, og uppaftur annað sum kunnast skal um og fatan skapast fyri.
Bankamálið og játtanin til endurgjaldið fær viðgerð á fólkatingi, so har er sterk føroysk umboðan neyðug.
Sjálvstýrislógin at avloysa Heimastýrislógina kemur einaferð á fólkatingsskrá. Hvussu skjótt tað verður, eru bara politisku flokkarnir í Føroyum harrar yvir. Men tá tað verður er neyðugt, at teir, sum góvu Heimasýrislógini hugmyndafrøðiligt og filosofiskt innihald, koma at taka sær av hesum. Her megnar eitt sambandsum boð ella annað umboð einki.
Tað verður framvegis neyðugt at halda fast um støðuna mótvegis ES og vinna okkara sjálvsagda rætt at selja fisk okkara har.
Heildarveitingin er fyri á fólkatingi í millumbilum. Har fer Javnaðarflokkurin ikki upp í kórið, sum rópar um smartar loysnir ? eiti tær mótrokning ella kapitalisering.
Heildarveitingin skuldi tryggjað eitt rímuligt støði á sosiala-, heilsuliga- og skúlaøkinum. Tí verður brúk fyri enn í langa tíð, tí oljuinntøkurnar, sum teir gykla við, liggja eisini longri frammi.
Er hetta at handla við nøkrum, sum aðrir eiga, ikki bara ein snarvegur til at lækka lønarstøðið í Føroyum og fáa nakað í landskassan her og nú, til tey meira vælbjargaðu, sum í løtuni hava fingið tað eitt sindur trengri.
Er blokkurin avlagandi fyri kappingarførið og kostnaðarstøðið, so eru inntøkur og gjøld frá oljuvinnu tað í ólukkumát, tí har verður bert lítið føroyskt arbeiði aftanfyri.
Sum eg nevndi eru tvey val í hondum og tá Javnaðarflokkurin nú skal standa á odda, er neyðugt við tykkara stuðli.
Vit royna at bera fram realistiskar loysnir og reka realpolitikk.
Tað er onki patentmedisin ? sum tað fólkaflokska ella tjóðveldska ? sum gevur loysnir.
Bara hart og miðvíst arbeiði.
Og tað vil Javnaðarflokkurin gera við formansins loyvi.
Beint nú er formaður tit!
10. mars 1998
Atli P. Dam










