Vágamaður søkti sínar egnu

Tór-Ingar Akselsen skoraði sigursmálið ímóti sínum fyrrverandi liðfeløgum, tá FS Vágar og HB brustu saman í einum sera spennandi og málríkum dysti

HB dró longra stráið ímóti FS Vágum í einum sonnum gysara í Miðvági mikukvøldið, og annan dystin á rað megnaði HB at hála trý stig í land, hóast havnarmenn lógu undir stórum trýsti frá mótstøðuliðnum.
Tað var útiliðið, sum fekk betri byrjan og legði seg framum heilt tíðliga í dystinum. FS Vágar misti bóltin á miðvøllinum, og Rúni Nolsøe sendi Bjarna Jørgensen avstað í høgru. Hann rak inn í brotsteigin, har hann var leysur við málverjanum, og hann skoraði sítt fyrsta landskappingarmál í ár við at senda bóltin ímillum beinini hjá Jákupi Joensen til 1-0.
HB spældi betur fyri steðgin, og móti endanum av fyrra umfari hevði útiliðið tamarhald á støðuni og legði trýst á heimaliðið.
Tað var eitt broytt HB-lið, sum kom til Vágarnar. Fleiri leikarar sótu uttanfyri við skaða og leikbanni. Hetta hevði við sær, at Eli Thorsteinsson var fluttur fram á miðvøllin, og Jan Dam fekk sín fyrsta dyst frá byrjan í verjuni.
Bjarni Jørgensen var við frá byrjan í álopinum saman við Tór-Ingari Akselsen og Rógva Jacobsen í eini 4-3-3 uppstilling. Tó var Nicu Dogaru aftur at síggja á miðvøllinum, eftir at hann leingi hevur sitið uttanfyri.

FS Vágar ger bart
Men í seinna hálvleiki broyttist alt. FS Vágar hevði nú lotið í ryggin og legði stórt trýst á HB-verjuna. Spælið bleiv nú alt meira flutt oman á HB-hálvuna, og hetta gav úrslit nakað inn í seinna hálvleik.
FS Vágar vann eitt fríspark úti í høgra borði, sum leikandi venjarin Jens Erik Rasmussen legði innfyri. Har var tann mjávaksni brasilianarin Clayton Soares hægstur og javnaði fyri FS Vágar.
Hóast vágamenn høvdu javnað, hildu teir fram við sínum atsóknum móti HB-málinum. Tá seinni hálvleikur var meira enn hálvrunnin, fekk FS Vágar seinna málið.
Bjarni Prior sendi ein langan bólt úr høgru til Jens Erik, sum rann ígjøgnum verjuna í vinstra borði. Jens Erik tamdi bóltin og legði innfyri til Kim Poulsen, ið stóð púra leysur beint frammanfyri málinum, og hann hevði lætt við at leggja heimaliðið framum. Eitt sera vakurt mál, og rómur og fagnaður var nú um vøllin í Miðvági.

Deyðbóltar bjargaðu HB
Gleðin hjá heimaáskoðarunum var tó stokkut, tí HB hevði ikki í kvittanum at geva skarvin yvir.
HB fekk sítt útjavnandi mál, eftir at Sjúrður Ellefsen hevði framt eitt púra óneyðugt brot inni í brotsteiginum. Í einum luftbólti við Rógva Jacobsen nýtti hann hondina til hjálpar, og dómarin peikaði á brotssparksblettin. Hetta var ein sera býtt gerð, tí vandin var ikki so stórur, at neyðugt var at nýta hondina. Vágamenn vildu vera við, at bólturin var uttanfyri brotsteigin, tá Sjúrður nýtti hondina, men hetta metti dómarin ikki.
Rógvi skeyt sjálvur brotssparkið. Hann sendi Jákup Joensen annan vegin og setti síðani bóltin í hina síðuna.
Tríggjar minuttir seinni fekk HB sigursmálið, og lagnunnar speisemi vildi tað soleiðis, at tað var ein vágamaður, sum fekk tað vinnandi málið.
HB fekk eitt fríspark stutt uttanfyri brotsteigin, sum Tór-Ingar Akselsen tók sær av. Hann langaði til, og skotið fór uppum verjugarðin og sat dygst uppi við samankomingina.
Vágamenn fingu sum vátan vøtt frammaná, tí hóast FS Vágar hevði yvirvág í seinna hálvleiki, so var tað kortini HB, sum fór við sigrinum. Sagt verður úr Vágunum, at hetta var tað besta spælið, sum FS Vágar hevði víst í ár, men úrtøkan var kortini eingin.
FS Vágar hevur fremvegis ongan heimdyst vunnið, og vágamenn tykjast at vera gandaðir á heimavølli. Í síðsta dysti ímóti NSÍ spældi FS Vágar eisini væl og brendi enntá eitt brotsspark. Eydnan er eftir øllum at døma ikki við teimum, tá teir spæla á egnum vølli.
Eingin ivi er um, at hesin sigurin hevur stóran týdning fyri HB, tí teir eru framvegis beint í hølunum á grannunum úr B36. HB hevur tveir teir seinastu dystirnar víst góðar dygdir, tí hóast liðið ikki hevur spælt upp til sítt besta, og nakrir av teimum bestu hava sitið uttanfyri, so hevur tað eydnast at fáa trý stig burturúr tveimum sera torførum útidystum í Klaksvík og Miðvági.

FS Vágar - HB 2-3 (0-1)
0-1: Bjarni Jørgensen
1-1: Clayton Soares
2-1: Kim Poulsen
2-2: Rógvi Jacobsen, br.
2-3: Tór-Ingar Akselsen

FS Vágar:
Jákup Joensen - Bjarni Prior, Jóhannus Joensen, Albert Ari Thomassen, Vladlens Osipovs - Jens Erik Rasmussen, Rói Árting, Ruslan Screlea, Sjúrður Ellefsen - Clayton Soares, Kim Poulsen (Birgir Joensen)
HB:
Poul Næs Joensen - Hans á Lag, Jan C. Dam, Símun Eliasen, Janus Joensen - Eli Thorsteinsson, Rúni Nolsøe, Nicu Dogaru - Rógvi Jacobsen, Bjarni Jørgensen (Páll F. Joensen), Tór-Ingar Akselsen