bóndi og róði eisini út. - Hetta var vanligt tá, sigur Jørmund. Hann bygdi fjósið har suðuri í bygdini í 1974, og hevði um hetta mundið fleiri neyt enn hann hevur í dag. Í fjósinum er rúm fyri íalt 10 neytum [...] sum hann brúkar av og á. Annars ansar hann elverkinum í oynni. Gott kjøt Hjá einum bónda á bygd er spurningurin altíð, hvussu hann einfalt og lætt kann sleppa av við bæði mjólkina og ikki minst kjøtið. [...] føroyska kjøtið frá, og heldur keypa tað útlendska. Tað sær jú so lekkurt út, har tað liggur í handilsdiskunum. Og so er tað eisini væl bíligari enn okkara. - Eg hevði so ynskt, at handlar og fólk keyptu tað
teir báðar, Morgan Knezevic og Áka Mørk, og ímóti einum liði sum VÍF er hetta ov nógv í samfullar 60 minuttir. Einsamalli rmegnaðu teir ikki at halda teimum bláu í dystinum, og um miðjan hálvleikin skrædnaði [...] sjálvur, og tað var heilt skjótt, at hetta broytti spælið. Væl meira av ferð kom á í uppspælinum. Verjan fekst nú eisini at rigga munandi betri, soleiðsi at Eli Müller fekk framt nakrar bjargingar, og við eitt [...] ikki færri enn 16, og var tað ikki fyri stórspæl frá Zeljko Jotic í málinum, kundi talan væl verið um nógv størri sigur til meistararnar. Við sigrinum skeyt VÍF seg upp á ovastu rók, og mikukvøldið fæst
stopparanum, meðan Silja á Borg og serliga Bára Skaale stóu seg væl í borðunum. Sentrali miðvøllurin og hjartað á liðnum vóru Eyðvør úr Dímun og Helga Ellingsgaard, og kanska meira enn hinar høvdu tær [...] skilagott og var alla tíðina spælbar. Bert spell at hon einki mál fekk, hóast hon hevði fleiri góðar langskotsroyndir. Í borðunum á miðvøllinum vóru Eyðfríð Kristiansen og Sólvá Joensen, og vóru tær eisini [...] kanska roknað við einum torførum dysti, og í øllum førum vóru tær sera uppsettar frá fyrsta dómarabríksli. Eitt stórt trýst varð lagt oman móti mótstøðumálinum, og alt fyri eitt spurdust eisini nakrir m
Joensen og síðani Kári Mortensen og Jacob Jónsson megnaðu at skjóta neyugðu málini, sum skuldi til, umframt at Zeljko Jotic tók sær av stórum parti av tí, sum kollfirðingar tveittu eftir honum. Og so var [...] upp á pláss. Iljan Topic fekk tvær ferðir tveir fingrar og reytt kort, og tá kollfirðingar løtu seinni fingu enn eina útvísing, settu Neistin og serliga Jacob Jónsson ferð á.) At hvørki dómaraborð ella [...] væl. Serstakliga hevði miðverjan ilt við at halda Regini Petersen og Iljan Topic frá skotroyndum, meðan John Petersen í bæði álops- og verjupartinum hevði ilt við at gera nakað við Petur Martin Poulsen
vegur var so enn undir brúsuna, og við tíggju monnum var uppgávan ov stór hjá Trygva Mortensen og hansara monnum. Marni Djurhuus, sum hevur verið á vongverjanum í høgru og sum hesa ferð vikarieraði fyri [...] málteiginum. Eisini hann royndi at spæla upp á tvørs í staðin fyri at skjóta, og so spurdist einki burturúr. Nýttu breidd og longd Skála hevði dreingjaliðsspælaran Heina Christiansen í málinum fyri leikbannaða [...] fluttur í miðverjuna, og Ronnie Hansen kom inn á vongverjan. Teir á heimaliðnum vóru væl upplagdir. Teir brúktu alla vallar breiddina, spældu í dýpdina til skjótu álopsmenninar, og harvið dugdu teir væl
leiktu í Havn. Nakað, ið sum kunnugt ikki hendi, og tí mugu vágbingar í øllum førum bíða eina viku afturat. Tungir nervar Og at bíðitíðin kann vera bæði strævin og slítandi, vóru sjónlig tekin um í høllini í [...] verjuparturin, og tað var eisini fyrst og fremst hesin, sum bjargaði teimum sunnudagin. Hóast tað ikki gekst somikið væl í álopspartinum, so megnaðu tær mest sum at halda tætt fyri egnum máli, og leingi var [...] dystir móti Tjaldur, Neistanum og VÍF eftir, og hesir skulu so helst kasta eini fýra stig av sær, um bronsumerkini skulu gerast veruleiki. Dysturin í tølum VB-StÍF 28-13 (10-5) Málskjúttar: VB: Gurið Mortensen
vilja at spæla og vinna. Tað er nakað, sum ikki ber til at fáa uttan víðari. Her er alneyðugt, at hvør einstakur leikari tekur í egnan barm og endurskoðar, hvat hvør kann gera fyri liðið, og áður enn hetta [...] enn hoyvíkingarnir bríggjaðu seg um, og so líðandi tók munurin eisini at vaksa á máltalvuni. Fýra mál vóru soleiðis á muni, tá liðini komu út til seinna hálvleik, og skjótt stóð greitt, at her vendist ikki [...] beinan vegin eini átta-tíggju mál framum, og so var spurningurin bert, hvussu langt upp teir skuldu. Talan gjørdist ikki um meira enn níggju mál, men fyrst og fremst komst hetta av væntandi nærlagni hjá
liðið, sum fekk betru byrjanina á dystin, og rættuliga skjótt byrjaðu tær at draga frá Neistanum á máltalvuni. Eftir lítlari løtu vóru tær á odda við fýra málum, og líkt var til, at tær rættuliga skuldi smyrja [...] rættuliga skjótta av at taka Helenu út, og ístaðin seta Hildur Sørensen at verja málið. Eftir hetta byrjaðu neistakvinnurnar at nærkast VB liðnum alt meira, og tá farið varð til hálvleiks, stóð á jøvnum [...] seinna Allan seinna hálvleik gekk sera javnt á, og liðini bæði skiftust um at hava leiðsluna. Munurin var ongantíð størri enn tvey mál, hesar 30 minuttirnar, og uttan at taka munnin ov fullan, kann sigast
stig og fýra umfør eftir at spæla. Sunnudagin fer B36 at spæla á útivølli ímóti Víkingi, og KÍ fær vitjan av ÍF. Vindurin darvaði ikki so lítið, men hugburðurin var góður, nærdystirnir nógvir og intensir [...] var HB omaná, og HB spældi seg til tríggjar heilt upplagdar málmøguleikar, uttan at tað eydnaðist at skora. Í fyrra hálvleiki var Adrian Justinussen leysur við handara stólpa og ein metur úr málinum eftir [...] bólturin fór við síðuna av málinum. Og fram ímóti dystarenda var innskifti Jákup L. Thomsen púra leysur heilt úti við stólpan. Hann fekk ikki beinanvegin tak á bóltinum, og tá ið hann so royndi við skoti,
- Um hesi børnini fóru til Pisa-kanning, og úrslitið hevði víst, at tey lítið og onki dugdu, so hevði eg mótmælt. Tað sigur Marin Sigvaldsdóttir, flokslærari og føroyskt-lærari í 9. flokki í Sørvágs Skúla [...] siga seg lesa javnan av egnum huga og halda eisini, at úrvalið av føroyskum bókum er hampuliga gott. Marin og flokkurin: - Um hesin børnini fóru til Pisa-kanning, og úrslitið vísti, at tey onki dugdu, [...] Vit leggja dent á onnur ting enn Pisa ger, og eg ætli mær at fylgja okkara námsætlan fyri 9. flokk. Í føroyskum merkir tað í høvuðsheitum fyrisøgn, mállæra og tekstgreining fimm tímar um vikuna, sigur Marin