Sveittin kom neyvan fram

Neistin-H71 36-27 (14-10):
Heini Joensen setti skoringsmet í 1. deild, tá Neistin sunnudagin vann ein lættan stórsigur á H71, sum fullkomuliga er givið at spæla í endaspælinum

Hondbóltur ? menn

Undan kappingini varð roknað við, at skuldi nakar fara at blanda seg í oddadystin millum VÍF og Neistan, so skuldu tað verða hoyvíkingar. Teir megnaðu kanska ikki at blanda seg í oddin, men um ikki annað, so vóru teir á triðja plássinum tá farið varð undir endaspælið, men so er eisini alt sagt.
Í endaspælinum hevur liði snøgt sagt ikki víst nakað sum helst av tí, sum gjørdi teir til medaljukandidatar. At hetta skuldi verða øðrvísi móti Neistanum, mundi fáur trúgva, og tað var so avgjørt heldur ikki.

Lættur sigur
Neistin vann nevnliga ein sera lættan sigur á hovyíkingunum sunnudagin. Tað kann væl vera, at máltalvan størsta partin av fyrra hálvleiki segði, at munurin millum liðini ikki var so stórur, men tað er ikki alt, sum kann gerast upp í málum. Heldur ikki hóast tað eru hesi, sum telja.
Tað var nevnliga alla tíðina soleiðis, at áskoðarin hevði ta fatan, at Neistin kundi mest sum skora eftir vild í dystinum, og at líka mikið, hvussu hoyvíkingar gjørdu móti ikki serliga sannførandi Neista-verjuni, so fóru málini í hinum endanum kortini at gerast fleiri. Harafturat hevði Petur Magnusson hug at taka nakað fleiri skot, enn hoyvíkingarnir bríggjaðu seg um, og so líðandi tók munurin eisini at vaksa á máltalvuni.
Fýra mál vóru soleiðis á muni, tá liðini komu út til seinna hálvleik, og skjótt stóð greitt, at her vendist ikki hjá hoyvíkingum. Neistin togaði seg beinan vegin eini átta-tíggju mál framum, og so var spurningurin bert, hvussu langt upp teir skuldu.
Talan gjørdist ikki um meira enn níggju mál, men fyrst og fremst komst hetta av væntandi nærlagni hjá Neistanum. Óteljandi ferðir tveittu teir bóltin burtur ella vóru ikki nóg hugsavnaðir, tá skot skuldi latast av, og tó at sigurin ongan tíð kom í vanda, so eiga hoyvíkingar at vera takksamir um, at at eyðmýkingin ikki gjørdist størri enn tað sama.

Viljin restar
Samanumtikið kann ikki sigast annað enn, at dysturin staðfesti munin, sum er á liðunum báðum í løtuni.
Sum nevnt, so varð H71 undan kappingini mett sum besta boðið, um nakað lið skuldi fara at blanda seg í kappingina við Neistan og VÍF, men enn er í øllum førum langt eftir á mál, um hetta skal gerast veruleiki. Tað kann væl vera, at liðið hevur nakrar av frægastu leikarunum í landinum, og við at hyggja at máltindunum sæst í øllum førum, at nakrir av málsóknastu leikarunum í landinum spæla við H71. Men so er eisini tað mesta sagt.
Meira enn nakað annað, so tørvar liðnum ein vilja at spæla og vinna. Tað er nakað, sum ikki ber til at fáa uttan víðari. Her er alneyðugt, at hvør einstakur leikari tekur í egnan barm og endurskoðar, hvat hvør kann gera fyri liðið, og áður enn hetta er gjørt, fer H71 neyvan at ota seg longur upp eftir stigatalvuni.
Hjá Neistanum var sigurin bert ein í røðini, sum mest av øllum man tykjast nyttuleys, nú tað mest sum er greitt, at VÍF verður meistari. Sjálvandi eiga leikararnir at hava vónina og trúnna um, at tað ber til, men, men.
Um ikki annað, so fingu teir sett eitt merki í dystinum, og tað var, at Heini Joensen skeyt heili 16 mál í dystinum. Um talan er um met, skal ikki staðfestast her, men í øllum førum hevur eingin einstakur skotið so nógv mál í einum og sama dysti, síðani táverandi neistaleikarin, Áki Olsen, gjørdi tað móti Tjaldrinum fyri tveimum árum síðani.

Dysturin í tølum
Neistin-H71 36-27 (14-10):
Málskjúttar:
Neistin: Heini Joensen 16(3), Hans Áki Dal-Christiansen 6, John Petersen 4, Áki Mørk 4, Ári Rouch 2, Ræni Slættanes 2, Kári Mortensen 1, Jacob Jónsson 1
H71: Bjarni Wardum 9(3), Halgir Dahl Olesen 7, Finnur Hansson 6, Jákup á Borg 2, Kristjan Petursson 1, Hans J. Jacobsen 1, Olaf Vestergaard 1
Brotskøst: Neistin 3, H71 3
Útvísingar: Neistin 4, H71 7
Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Wardum. Hildu eina greiða linju størsta partin av tíðini.