Manshondbóltur
Tó at vestmenningar vóru favorittar móti Neistanum sunnudagin, so mundi fáur ivast í, at skuldi talan gerast um sigur, so skuldu tier gulu leggja alla orku í. Ikki minst tí Neistin við avrikunum í ár hevur prógvað, at hóast liðið hevur mist hópin av sterkum leikarum, so hevur liðið ein stríðsvilja, sum kann bera heilt langt, um væl vil til.
Ingi uttanfyri
Og fyrstu longu løtuna av dystinum var eisini sjón fyri søgn, at her skuldu vestmenningarnir ikki rokna við nøkrum sum helst. Kanska var spælið hjá VÍF eitt sindur ávirkað av, at Ingi Olsen hevði valt at byrja uttan fyri fyrstu góðu løtuna, men tað darvaði á ongan hátt teimum bláu. Serstakliga tóktist Morgan Knezevic vera sera væl upplagdur. Hann skoraði mest sum eftir vild, og var ov trongt fyri, var hann aloftast førur fyri at finna leysar viðleikarar, so hesir kundu skora.
VÍF hekk alla tíðina í, men uttan Inga gjørdist spælið í stóran mun ov stirvið, soleiðis at blái verjumúrin mest sum alla tíðina fekk flutt seg á rætt stað, áðrenn skotsterku bakspælararnir hjá VÍF fingu løtt kanónirnar, og fram til seinastu fimm minuttirnar undan steðginum vóru tað teir bláu, sum tóktust at hava takið.
Breiddin er styrkin
At Ingi Olsen kann loyva sær sjálvum at sita næstan ein heilan hálvleik á beinnkinum, sigur kanska nakað um, hvussu breiður hópurin hjá VÍF er. Ikki minst, tá tað samstundis verður hugsað um, at Sámal Joensen ikki verður við í ár.
Seinastu løtuna undan steðginum kom venjarin á vøllin sjálvur, og tað var heilt skjótt, at hetta broytti spælið. Væl meira av ferð kom á í uppspælinum. Verjan fekst nú eisini at rigga munandi betri, soleiðsi at Eli Müller fekk framt nakrar bjargingar, og við eitt kom gongd á vandamikla kontraspælið hjá teimum gulu.
Og í seinna hálvleiki varð turbo?in veruliga sligin til. Fyrstu løtuna fekk Neistin framvegis hildið fast, men so gekk orkan undan. Í mun til VÍF er hópurin hjá Neistanum ov smalur. Leikliga ábyrgdin verður í sera stóran mun løgd á teir báðar, Morgan Knezevic og Áka Mørk, og ímóti einum liði sum VÍF er hetta ov nógv í samfullar 60 minuttir. Einsamalli rmegnaðu teir ikki at halda teimum bláu í dystinum, og um miðjan hálvleikin skrædnaði.
Neistin hevði tá strítt seg upp á 22-22, men meðan teir fingu fimm mál restina av dystinum, fekk VÍF ikki færri enn 16, og var tað ikki fyri stórspæl frá Zeljko Jotic í málinum, kundi talan væl verið um nógv størri sigur til meistararnar.
Við sigrinum skeyt VÍF seg upp á ovastu rók, og mikukvøldið fæst helst ein ábending um, hvussu drúgvir teir verða á hesum plássinum. Tá kemur StÍF á vitjan, og tó at strandingar hava tóktst sera sterkir fyrr í ár, so benda seinastu avrikini á, at kurvan nú peiggjar nakað niðureftir. Hjá VÍF er júst øvugt. Seinastu dystirnar hevur maskinan koyrt við fullari ferð, og megna teir at hava somu kraft á spælinum mikudagin, skal meira enn vanligt stórspæl til hjá strandingunum, um teir skulu gera sær vónir um at endurtaka sigurin frá fyrra dystinum.
Hóast stórtapið, so er langt ífrá víst, at Neistin skal avskrivast. Sum nevnst, so líður liðið kanska undir, at spælið í ov stóran mun er bygt á Morgan og Áka, men hinvegin er tað so langt ífrá altíð, at mótstøðuliðið hevur somu breidd, sum vestmenningarnir hava. Stríðsviljin hevur borið liðið langt higartil, og megna teir framhaldandi at halda hesum uppi, samstundis sum roynt verður at brýna ungu leikararnar til stóru uppgávurnar, so er ikki heilt óhugsandi, at liðið framhdaldandi kann verða partur av stríðnum um heiðursmerki.
Dysturin í tølum
Neistin-VÍF 27-38 (14-17)
Málskjúttar:
Neistin: Áki Mørk 10(3), Morgan Knezevic 8, Dann Thorleifsson 3, Helgi Justinussen 3, Ragnar Stakksund 1, Kári Mortensen 1, Ræni Slættanes 1
VÍF: Áki Olsen 7, John Zachariasen 7, Ingi Olsen 7, Daniel Rápa 4, Áki G. Olsen 4(1), Piti Negru 4, Agnar Joensen 2, Petur Frank Olsen 2, Fríðbjørn Seloy 1
Brotskøst: Neistin 3, VÍF 2
Útvísingar: Neistin 1
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen. Yvirhøvur var talan um ein reinan dyst, og hesum eiga dómararnir væl sín part av æruni fyri.