Neistin-VB 22-21
(10-20)
Talan gjørdist ongantíð um nakran væl leiktan dyst, tá fyrsta hálvfinalan hjá kvinnunum skuldi avgreiðast leygardagin.Spælið var rættuliga óskipað meginpartin av dystin, men hóast hetta, so varð dysturin rættuliga undirhaldandi, við tað at liðini bæði vórurættuliga jøvn.
Hildur gjørdi munin
VB var liðið, sum fekk betru byrjanina á dystin, og rættuliga skjótt byrjaðu tær at draga frá Neistanum á máltalvuni.
Eftir lítlari løtu vóru tær á odda við fýra málum, og líkt var til, at tær rættuliga skuldi smyrja mótstøðuliðið av. Tær gjørdu skjótt av í álopspartinum og vóru sera nærlagdar í verjuni.
Seinasta vikuskifti átti Helena Dam sín stóra lut í sigrinum á Kyndli, men leygardagin hepnaðist ikki alt líka væl hjá henni. Venjari Neistans, Rene Kristensen, gjørdi eisini rættuliga skjótta av at taka Helenu út, og ístaðin seta Hildur Sørensen at verja málið.
Eftir hetta byrjaðu neistakvinnurnar at nærkast VB liðnum alt meira, og tá farið varð til hálvleiks, stóð á jøvnum millum liðini bæði.
Hildur var sjálvandi ikki einsamøll um at venda skeivu gongdini, men hetta er tó eitt gott dømi um, hvussu týdningarmikið tað er, at eitt lið hevur tveir góðar málverjar, so til ber at skifta millum teirra.
Javnt í seinna
Allan seinna hálvleik gekk sera javnt á, og liðini bæði skiftust um at hava leiðsluna.
Munurin var ongantíð størri enn tvey mál, hesar 30 minuttirnar, og uttan at taka munnin ov fullan, kann sigast at sigurin kundi fara báðar vegir.
Orsøkin til, at tað at enda eydnaðist neistaliðnum at vinna dystin, var fyrst og fremst tann, at liðið hevur eina størri breidd, og at tað tískil var gjørligt hjá teimum at skifta út, uttan at hetta nervar spælið alt ov nógv.
Serliga tykist tað vera ein styrkur fyri liðið, at Rúna Wardum nú er um at koma rættuliga fyri seg, við tað at hon eisini kann taka eitt sindur av trýstinum frá Ileanu og Ingu.
Neistaliðið er sostatt um at koma rættuliga fyri seg aftur, eftir at tær vóru sera hart raktar av skaðum, fyrra partin av kappingini, og hóast tær helst mugu lata sær lynda, at Stjørnan verður føroyameistari, so hava tær helst ætlanir um at vinnna steypakappingina, sum tær so at siga hava havt einkarætt til seinastu mongu árini.
Hjá VB var tað sum vant leikandi venjarin, Regina Rádó, sum gjørdi mest um seg, men eisini Arnleyg Krosslá hevði ein sera góðan dyst, og saman við Christinu Holm, sum ger eitt megnar arbeiði á strikuni, hevur hon alstóran týdning fyri liðið.
Framtíðin er í lagi
Umframt tær omanfyrinevndu, so hevur VB eisini nakrar ungar leikarar, sum rættuliga eru farnar at gera vart við seg, og verður her serliga hugsað um Gurið Mortensen og Rannvá Augustinussen. Hesar báðar hava rættuliga bitið seg fastar á VB liðnum hetta kappingarárið, men enn eru tær blaðungar, so ansast skal helst eftir, tær ikki fáa ov stórar byrðar á herðarnar beinanvegin.
Verður rætt atborið, hava vágbingar helst tveir stjørnuleikarar í væntu í hesum báðum, men tað skal tó leggjast afturat, tað eru tó eisini aðrar ungar gentur á veg. Seinasta ár gjørdist tað til eitt føroyameistaraheitið í gentum 16 ár, so staðfestast kann, at kvinnuhondbólturin í Vági hevur eitt gott grundarlag at byggja framtíðina á.
Áðrenn tær koma somikið langt, mugu tær tó royna at vinna tað mista aftur, og hetta hava tær møguleika fyri, tá Neistin um tvær vikur skal suður at verja tepru leiðsluna.
Fyri bæði liðini er hetta helst einasti møguleiki at tryggja sær gullkrónur av onkrum slag, men tað krevur í øllum førum, at annað av liðunum skal tryggja sær finalusessin fyrst.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
Neistin: Ileana Manulescu 9 (5), Inga Danberg 6 (3), Katrin á Neystabø 3, Bjørg Patursson 1, Mildrid Jacobsen 1, Gunnleyg Berg 1, Rúna Wardum 1
VB: Regina Rádó 8 (5), Arnleyð Krosslá 5, Rannvá Augustinussen 3, Gurið Mortensen 2, Eyðbritt Krosslá 1, Christina Holm 1, Sólrun Krosslá
Brotskøst:
Neistin 9, VB 6
Útvísingar:
Neistin 2, VB 4
Dómarar úr Stjørnuni:
Geir Wardum og Carsten Andersen









