Strævin stórsigur

Tá samanum kom, so vann VB ein trivaligan sigur á StÍF, men áðrenn tað kom somikið langt, vórðu tær á oddaliðnum hildnar á pínubeinkinum rættiliga leingi

Kvinnuhondbóltur

Tað var sjónligt, at nervarnir órógvaðu, tá VB sunnudagin hevði møguleikan at taka tað, sum kundi gerast seinasta fetið móti FM-gullinum. Hetta seinasta tó treytað av, at VÍF snávaði, tá tær leiktu í Havn. Nakað, ið sum kunnugt ikki hendi, og tí mugu vágbingar í øllum førum bíða eina viku afturat.

Tungir nervar
Og at bíðitíðin kann vera bæði strævin og slítandi, vóru sjónlig tekin um í høllini í Vági sunnudagin.
Í øllum førum var tað nakað langt ífrá nøkrum FM-spælið, sum VB sýndi fyrstu longu løtuna móti einum skerdum StÍF-liði. Spælið var stirvið, leikararnir megnaðu sjáldan at bróta ígjøgnum, og so hoyrir tað eisini við, at Kristina Griksaite stóð framúr væl í málinum, soleiðis at hon tók sær av tí mesta, tá VB fekk nakrar møguleikar.
Ein av avgjørdu styrkjunum hjá VB í ár hevur uttan iva verið verjuparturin, og tað var eisini fyrst og fremst hesin, sum bjargaði teimum sunnudagin. Hóast tað ikki gekst somikið væl í álopspartinum, so megnaðu tær mest sum at halda tætt fyri egnum máli, og leingi var líkt til, at talan skuldi gerast um ein óvanliga málfátækan dyst.
Soleiðis stóð 4-2 á máltalvuni, tá tveir triðingar av fyrra umfarinum vóru lidnir, men so tók at loysna hjá VB. Seinastu løtuna undan steðginum togaðu tær seg hampuliga leysar av StÍF, soleiðis at leiðslan í steðginum kom upp í fimm mál.
Hetta saman við teirri sannroynd, at alt bendi á ein VÍF sigur í Havnini, var ivaleyst viðvirkandi til, at VB nú kastaði allar nervar burtur. Álopsspælið koyrdi nú við fullari ferð, og í verjupartinum fingu tær ferð eftir ferð tak á bóltinum, soleiðis at kontra-møguleikar spurdust burturúr.
Fyrstu løtuna royndi Kristina framhaldandi at verja fyri, at munurin skuldi gerast ov stórur, men at enda mátti eisini hon geva seg yvir. Ikki minst var Gurið Mortensen væl fyri, og ta einu løtuna tóktist tað so, at hon bara skuldi gera eitt ella annað, so lá bólturin í málinum.

Eru best
Soleiðis gjørdist seinni hálvleikurin av dystinum ein av tí meira undirhaldandi slagnum. Í øllum førum hjá heimaáskoðarunum, sum helst fingu staðfest, at tá lagið er hitt rætta, so hava tey besta kvinnuliðið í Føroyum.
Sum nevnt, so er verjuparturin á liðnum framúr, og við Diava Ylaite at verja málið, er eisini tann parturin í lagi. Úti á vøllinum tykist liðið eisini gerast sterkari og sterkari fyri hvønn dystin. Sjálvandi eiga tær báðar útlendsku sín lut í hesum, men hartil telir liðið hjá VB eisini fleiri av fremstu kvinnuligu leikarunum. Gurið Mortensen, Rannvá Augustinussen og Laila Jespersen eru í øllum førum leikarar, sum enn eru blaðungar í hondbóltshøpi, og megnar VB framhaldandi at seta nakað av fólki við, so er einki at ivast í, at tey eisini í framtíðini eiga eitt gott kvinnulið.
Í løtuni man framtíðin hjá VB-áskoðarunum tó ikki røkka meira enn eina viku fram. Tá kemur Stjørnan á vitjan, og soleiðis sum alt nú hevur lagað seg, so verður hetta dysturin, har meistaraheitið skal tryggjast. Spurningurin er so, hvørt leikararnir til ta tíð í størri mun eru førar fyri at taka hesa ábyrgdina á seg, ella um tað kanska verður so, at avgerðin má bíða enn eitt vikuskifti.
Hjá StÍF er í øllum førum at vóna, at Stjørnan heldur ikki fær nakað við sær úr Vági. Í øllum førum ikki, um StÍF skal ogna sær bronsumerkini. Sjálvar hava tær dystir móti Tjaldur, Neistanum og VÍF eftir, og hesir skulu so helst kasta eini fýra stig av sær, um bronsumerkini skulu gerast veruleiki.

Dysturin í tølum
VB-StÍF
28-13 (10-5)
Málskjúttar:
VB:
Gurið Mortensen 12, Daiva Toumaite 5(2), Arnleyð Hjelm 5, Red Kurkaskiene 2, Laila Jespersen 2, Rannvá Augustinussen 1, Eyðbritt Krosslá 1
StÍF: Sunfríð B. Jacobsen 5(4), Asta Petrauskiene 4, Alina Olaru 3, Anna B. Danielsen 1
Brotskøst: VB 3, StÍF 4
Útvísingar: StÍF 2
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen. Høvdu fyri tað mesta ein friðarligan seinnapart.