LØGMAÐUR er við at koma í rashaft av sakini hjá John Petersen. Hann sær út til at hava stungið høvdið í sandin, og sær út til at vóna, at sakin so blívir burtur. Lat tað verða sligið fast, at J. P. Er ikki [...] seg til tað og leggja tí heldur ikki í at seta nøkur krøv handan vegin. Hinvegin so krevja fólk nakað av løgmanni og hansara embæti. Ein má meta, at sakin endar ikki um 14 dagar. Vit vita eisini, at sakin [...] tum landamark og kann hon vera við at skaða okkara umdømi út eftir bæði so og so, hóast eingin er funnin sekur enn. Her hevur løgmaður eina ábyrgd av at so verður ikki. Hettar eigur hann at hava í huga so
Deyðsboð eru altíð svár at fáa, og svárast tá ein góður vinur fer á alt ov ungum aldri. Soleiðis var henda dagin, eg frætti, at Vøgg knappliga var deyður. Ta fyrstu løtuna hugsar tú í stuttum um alt tú [...] hevði Vøgg givið honum boð um, at eg var staddur í Kuba í fleiri mánaðir, og hesin kubanin fekk so fatur á mær, og vit prátaðu nógv meira um Vøgg enn um frímerki. Vøgg og hann høvdu havt brævasamband í [...] farin er. Og Vøgg var av sonnum góður vinmaður. Trúfastur sum fáur. Summi kendu mest Vøgg frá arbeiði hansara sum býarverkfrøðingur. Onnur lestrarárunum. Og uppaftur onnur kendu hann stutt og greitt sum
Kórsangur og tónleikur verður at hoyra í Christianskirkjuni leygardagin kl. 11.30. Saman við tónleikarum luttekur Klaksvíkskórið, og verður ? umframt sálmar ? tónleikur av J. S. Bach og Joseph Haydn at hoyra [...] Jákup Kass um evnið: »Kirkjan og børnini - upplæring«. Hósvíkar kirkja Fríggjakvøldið kl. 20, leygarkvøldið kl. 20 og sunnudagin kl. 18 verða møti við Niklas Mikkelsen og Petur Magnusson. Á møtinum le [...] 00. Drekkamunnur og bløðini er at fáa hvønn dag. Fríggjadagin 20. nov.: kl. 10-17: Opið hús. Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum ? um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg
hendavegin. Tað hevur helst okkurt at gera við heimlongsul ? longsulin eftir tí gamla og trygga, sigur Klæmint og skundar sær at leggja afturat, at tey eisini høvdu tað gott og trygt í Danmark. Hann og Christina [...] torført at svara. Tað hevur helst okkurt at gera við tað, at vit nú skuldi taka eina avgerð um, hvar vit ætlaðu at seta okkum niður. Tað skuldi antin vera á Keypmannahavnarleiðini ella í Føroyum, og tað var [...] í Føroyum, og eingin enn er farin at satsa upp á døming, sigur hann. ? Tað er ofta ónøgd við dømingina, men sum oftast er tað »javnt býtt«, so tað loysir seg ikki at brúka tíð og orku uppá at grenja. Hinvegin
neyðugu orkuna, og samstundis byrjaðu fleiri av leikarunum hja StíF at møðast. Hetta sást eisini aftur í avgerandi løtuni í dystinum, tá ið Kyndil kom frá at verða aftan fyri 12-13 og legði seg 16-13 upp [...] dystin og fingu minkað um munin til 15-16 og 16-17, men so sendi Kyndla-venjarin, Sophus Dal-Christiansen, Beintu Sørensen við í álop, og hon gjørdi tvey mál á rað, so at Kyndil kom á odda 19-16, og bert [...] Heimaliðið hevði alt ov fáar leikarar, ið tordu at taka ábyrgd, tá ið á stóð, og hetta førdi við sær, at tær fleiri ferðir blivu dømdir fyri nøl, tí at ongin tordi at royna seg við einum skoti upp á mál. Haraftrat
bjargingum. Somuleiðis gjørdist tað dýrt hjá Kyndlamonnum, at teir fingu nógvar og býttar útvísingar. Tað skal tó nevnast, at ta einu ferðina átti Hannis Wardum ikki at verða útblakaður, men annar dómarin [...] staðfest, at strandingar aftur í ár verða við í oddastríðnum. Kyndil byrjaði betur Tað var Kyndil, sum kom betur frá byrjan í dystinum. Serliga vóru tað teir báðir eldru Wardum-beiggjarnir, Hannis og Uni, sum [...] frálíkum bjargingum forðaði teimum í at skora. Góða málmansspælið hjá Peturi gjørdi eisini sítt til, at álopsspælið hjá strandingum gjørdist stirvið, og tað einu løtuna vóru tað alt ov fáir av leikarunum hjá
heldur Guðrun S. Hansen, at hugskotið at seta ein lista- og handverksskúla á stovn í Føroyum er sera gott. - Mær dámar væl tankan, at skúlin skal byggja á tað føroyska við atliti at okkara egna umhvørvi, [...] avmarkað og næstan tað sama, sum vit hava sæð í 30 ár, somu turrikløðini, hosurnar og vøtturnar. Her er lítil og eingin nýhugsan, tað er alt ov einstáttað, og vit hava sum heild øgiliga lítið at bjóða ferðafólki [...] men tað var ikki nóg mikið. Í dag er Guðrun S. Hansen leiðari á frítíðarskúlanum á Eysturskúlanum. - Tað gekk so væl hjá okkum, at vit kláraðu ikki at fylgja við. At byrja við litaðu vit bert tað tógvið
tað søguliga - tað mentanarliga og samleikaliga sambandið - ella øvugt - í ríkisfelagsskapinum, fer at verða viðgjørt. Ætlanin er, at Annika Hoydal skal vera við í hoyringini saman við tónleikarum. ?Or [...] mentanarliga og uttanríkispolitiskt. Orsøkin til at fara undir eina slíka hoyring er m.a. ætlanin hjá Føroya landsstýri at fáa Føroyum fullveldi, og eisini krøvini hjá grønlendingum at fáa meiri sjálvstýri [...] Spurningurin er, hvussu danir meta um hesi málini, og hvørja avleiðing tey fara at hava á danir og Danmark. Motzfeldt, Hoydal og Vigdis Tey, sum verða við í hoyringini, eru: grønlendski landsstýrisformaðurin
Annars er tað burtur í vón og viti at seta skúlan á stovn yvirhøvur. Skúlin eigur at geva atgongd til víðari útbúgvingar í øðrum londum, men tað krevur aftur tað, at vit til deils fáa útlendingar at undirvísa [...] skúla, sum tað almenna skal gjalda, er neyðugt, at fleiri spurningar verða gjølla lýstir. Og tað er í hesum sambandi, at ein arbeiðsbólkur er settur, mannaður við fimm limum, ið allir á ein og annan hátt [...] hvussu trupult tað er at gera seg galdandi. Hugurin hjá fólki dettur burtur, tá ið tey síggja, hvussu trupult tað í grundini er. Ein skúli eigur at miða ímóti at røkka út um tað føroyska og tá nyttar ikki
nevniliga at vera breiðir, hava stórar favnar og taka ímóti fólki og vísa okkum frá tí síðuni. -Eg haldi eisini, at vit veruliga kunnu fara at gleða okkum til, at tað fara at verða aðrar tíðir. Framsýningin [...] hesi framsýning og sigur, at hetta var ein sera stór uppliving, ikki minst tað hugsað verður um, hvussu stór móttøkan var. Amariel heldur, at soleiðis eiga vit føroyingar eisini at hugsa um at vera, nevniliga [...] harav 24 oljumálningar og einar 14 akvarell-pastell myndir. Amariel plagar at hava framsýning í Smiðjuni annaðhvørt ár. Sjálvur sigur hann um hesa nýggjstu framsýningina, at tað framvegis er tann sami