Hon átti egnan verkstað fyri nøkrum árum síðani, Vevstovan æt tað saman við Eydnu Berg. Tað var samstundis ein handil, ið seldi lutir virkaðir úr ull. Guðrun S. Hansen er útbúgvin handarbeiðslærari og hon var tann fyrsta í Føroyum, sum fór undir at lita føroyskt tógv til sølu. Hevði tað gingið, sum hon ætlaði tá, tað vil siga fyrst í nítiárunum, átti hon eitt litarí í dag, tað vil siga, eitt verkstað sum litaði føroyskt tógv í alskyns litir. Áhugin tá var sera stórur, handilin seldi litaða tógvið nærum áðrenn tað varð litað, men orsakað av at bankarnir tá ikki vildu veita fígging til eitt litarí, mátti hon gevast á hendur og sleppa ætlanini - hóast tað ikki snúði seg um tær stóru upphæddirnar. Landsstýrið stuðlaði við helminginum av útreiðslunum, men tað var ikki nóg mikið. Í dag er Guðrun S. Hansen leiðari á frítíðarskúlanum á Eysturskúlanum.
- Tað gekk so væl hjá okkum, at vit kláraðu ikki at fylgja við. At byrja við litaðu vit bert tað tógvið vit sjálvar brúktu at virka burtur úr. Men tað gjørdist so væl umtókt og enn í dag spyrja fólk eftir tí, sigur Guðrun S. Hansen.
Hvat vilja vit
Sum handarbeiðslærari við sergrein í vevnaði, og útbúgvin á lista- og handverksskúla í Danmark, heldur Guðrun S. Hansen, at hugskotið at seta ein lista- og handverksskúla á stovn í Føroyum er sera gott.
- Mær dámar væl tankan, at skúlin skal byggja á tað føroyska við atliti at okkara egna umhvørvi, men samstundis mugu vit fáa íblástur aðra staðni. Í høvuðsheitum eigur skúlin at byggja á list og handverk sum heild, har tað føroyska kemur at viga tungt. Hugsað vit um tilfeingið hjá okkum er tað serliga ullin, alt sum vit kunnu virka úr hornum, fiskaskræðu, skinni og øðrum. Fyri at vera realistisk fær tað føroyska uttan iva stóran týdning á einum slíkum skúla, sigur Guðrun S. Hansen.
- Spurningurin er so, hvat vit vilja vit hesum næmingunum. Um fólk skulu liva av tí tey læra á skúlanum er ikki grundarlag fyri, at tað eru fleiri fólk, ið arbeiða innan sama øki. Vilja vit gera ein skúla fyri marknaðin ella bæði fyri marknað og undirvísing, eru viðurskifti støða eigur at verða tikin til. Har haldi eg tað hevur týdning at fáa allar partar við.
Samband úteftir
Ein lista- og handverksskúli eigur ikki at vera avmarkaður bert fyri ungfólk, heldur Guðrun S. Hansen.
- Skúlin eigur ikki at vera heftur at nøkrum ávísum skúla, men at vera fyri seg sum ein sjálvsognar stovnur. Øll eiga at hava møguleikan at sleppa inn á skúlan. Undirvísingin kundi verið skipað sum grundskeið og víðkað skeið, kanska við fleiri valmøguleikum. Lærugreinirnar kundu verið ymiskar, men alt innan list og handverk hevði sjálvandi verið tað besta. Undirvísingin eigur heilt avgjørt at geva atgongd til víðari útbúgvingar aðra staðni. Eisini hevur tað týdning at hava samband við listaskúlar í Norðurlondum, ikki bara í Danmark, men eisini til dømis í Íslandi og Finnlandi, har næmingar kundu skift ímillum og komið víðari. Ein útbúgving innan list og handverk kann brúkast til øgiliga nógv. Sum handarbeiðslærari havi eg brúkt mína útbúgving bæði til at hava verkstað og undirvísa.
Bestu møguleikarnir
Guðrun S. Hansen ivast ikki, tá ið vit spyrja hana, hvar lista- og handverksskúlin skal liggja.
- Hann eigur at liggja í miðstaðarøkinum. Her er Listaskálin við grafiska verkstaðnum, í Havn eru fleiri listafólk við egnum verkstaði, her er Norðurlandahúsið og framsýningarhøli. Eg veit í grundini ikki, hvat er í Klaksvík og hvørjir møguleikar eru har, men eg trúgvi, at teir eru sera avmarkaðir í mun til miðstaðarøkið.
Um skúlin á hesum sinni verður veruleiki, sigur Guðrun S. Hansen.
- Ja, um byrjað verður í smáum. Um viljin er til staðar kemur hann upp at standa. Eitt sum eisini eigur at verða tikið við er ferðafólkavinnan. Nógv ferðafólk koma til landið og vit kunnu hugsa okkum, at talið veksur. Tað sum er til sølu til ferðafólk er ógvuliga avmarkað og næstan tað sama, sum vit hava sæð í 30 ár, somu turrikløðini, hosurnar og vøtturnar. Her er lítil og eingin nýhugsan, tað er alt ov einstáttað, og vit hava sum heild øgiliga lítið at bjóða ferðafólki at keypa. Okkurt er nýtt og spennandi, men í rúgvuni munar tað lítið. Tá kunnu vit hugsa okkum, at nógv nýskapandi sprettur burtur úr einum lista- og handverksskúla, sum ferðavinnan kann fáa gagn av. Her er kortini neyðugt við eini hugburðsbroyting, tí fólk gjalda treyðugt nógv fyri virkaðar vørur. Hinvegin halda tey seg ikki frá at keypa ein leðurjakka fyri fleiri túsund krónur, men tá ið til dømis fyriklæði og turriklæði til føroyska búnan kosta 2000 krónur muta tey ímóti. Veruleikin er, at tann sum virkar, evnar og skapar lutin, fær sera lítið burtur úr og tað má broytast, sigur Guðrun S. Hansen at enda í viðtali.