Hevur Danmark ráð til at missa Føroyar og Grønland?

-Hvørjar avleiðingar fær tað fyri Danmark, um Føroyar og Grønland gera álvara av at taka seg úr Ríkisfelagsskapinum? Fær danski statskassin bara fleiri pengar at ráða yvir? Ella ávirkar hetta samleikan - identitetin hjá dønum? Hvat tá við virðingini fyri Danmark úti í heimi og hvussu við framtíð Danmarkar?

Hetta eru nakrir av spurnngunum, sum verða settir í eini ?Hoyring?, sum verður í danska útvarpinum P1 leygardagin 28. november millum klokkan 14 og 16 (donsk tíð).

Heitið á hoyringini er ?Endin á Ríkisfelagsskapinum??

Í sendingini verður spurnartekin sett við týdningin av eini møguligari avtøku av ríkisfelagsskapinum, hvat hetta merkir búskaparliga, mentanarliga og uttanríkispolitiskt.

Orsøkin til at fara undir eina slíka hoyring er m.a. ætlanin hjá Føroya landsstýri at fáa Føroyum fullveldi, og eisini krøvini hjá grønlendingum at fáa meiri sjálvstýri.

Spurningurin er, hvussu danir meta um hesi málini, og hvørja avleiðing tey fara at hava á danir og Danmark.


Motzfeldt, Hoydal og Vigdis

Tey, sum verða við í hoyringini, eru: grønlendski landsstýrisformaðurin Jonathan Motzfeldt, Høgni Hoydal, varaløgmaður og landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, fyrrv. íslendski forsetin Vigdis Finnbogadóttir, formaðurin í ungdómsfelagsskapinum í Siumut-flokkinum, Jørgen Wæver Johansen, føroyski samfelagsgranskarin Gestur Hovgaard, frá grønlensku sjálvstýrisrørsluni Kristian Pablo Poulsen, teir báðir fyrrverandi vísmenninir, Arne Larsen og Chresten Sørensen, sum eru búskaparligir ráðgevar hjá forsætismálaráðnum í spurningum viðvíkjandi Føroyum og Grønlandi og síðani Fredrik Harhof, dr.jur. við lærda háskúlan í Keypmannhavn, sum hevur skrivað doktararitgerð um ríkisfelagsskapin.

Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri og Uffe Østergaard, søgumaður og professari við lærda háskúlanum í Århus eru við men á bandi.


Búskapurin er kjarnin

Í einum tíðindaskrivi frá danska útvarpinum verður m.a. víst á, at tað í Grønlandi verður mett at vera sera provokerandi, at arbeiði ikki er til allar grønlendingar, um somu tíð sum tað framvegis er arbeiði til hópin av dønum í Grønlandi.

-Kjarnin í hesum er og verður búskapurin, tí hvørki Grønland ella Føroyar megna at klára seg uttan blokkstuðlinum úr Danmark. Men hvat hendir, um tað verður funnin nógv olja út fyri grønlendsku og føroysku strendurnar? Hvat nú um tað lønar seg at vinna út gull í Grønlandi? Um búskapurin bráddliga als ikki er nakar trupulleiki? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum verða settir sum upplegg til hoyringina.


Kalda kríggið av og hvat so!

Víðari verður spurt í sama uppleggi: -Hvat skal til fyri at teir norðuratlantisku borgararnir í ríkinum framvegis vilja vera ein partur av felagsskapinum? Og kunnu teir ikki eins væl finna aðrar áhugaverdar partnarar úti í stóru verð? So kemur tíðin at gera upp, hvat vit, danir, vilja, og um vit í heila tikið vilja hava ríkisfelagsskapin at halda fram! Nú Múrurin er fallin, kaldað kríggið er av - og vit ikki longur hava brúk fyri Grønlandi og Thulestøðini fyri at fáa vælvild og rabat í NATO við einum samleika (identiteti), sum vendir norðureftir - burtur frá Týskalandi. Um tað kemur hartil, at grønlendingar og føroyingar ikki longur eru bundnir at Danmark - mugu vit í Danmark gera upp, um vit eru bundin at teimum.

Leiðlan í ?Orientering?, sum ger sendingina, sigur víðari, at bæði tað søguliga - tað mentanarliga og samleikaliga sambandið - ella øvugt - í ríkisfelagsskapinum, fer at verða viðgjørt.

Ætlanin er, at Annika Hoydal skal vera við í hoyringini saman við tónleikarum.

?Orientering-deildin? í danska útvarpinum fer annars í november at taka upp spurningar, sum snúgva seg um sjálvstýrið og ríkisfelagsskapin. Hetta kann eisini lesast á internetinum : dr.dk/orientering/ Upplýsingar um sendingina kunnu eisini fáast við at venda sær til DR á telefon 35206018.