Jan Müller
Jens K.Vang
Tey, sum hava hug at síggja nýggjastu listaverkini hjá einum av okkara mest virknu myndlistamonnum, Amariel Norðoy, hava nú aftur møguleikan. Amariel er nevnliga í Smiðjuni í Lítluvík komandi dagarnar. Framsýningin letur upp í dag kl. 16.
Á framsýningini eru tilsamans 38 verk, harav 24 oljumálningar og einar 14 akvarell-pastell myndir.
Amariel plagar at hava framsýning í Smiðjuni annaðhvørt ár. Sjálvur sigur hann um hesa nýggjstu framsýningina, at tað framvegis er tann sami Amariel, sum sæst aftur í verkunum, hóast hann hevur flutt seg nakað. Motivini eru tey somu, men eru kanska vorðin nakað meira abstrakt.
Og er motorurin framvegis at finna í millum og aftanfyri strokini?
-Ja hann er við, hann er allastaðni sigur tann altíð so dámligi og hugagóði listarmaðurin.
Við í Reykajvík
Amariel Norðoy luttekur eisini á framsýning á Kjarvallstøðum í Reykjavík í hesum døgum saman við fleiri øðrum føroyskum myndlistamonnum.
Hann var við til upplatingina av hesi framsýning og sigur, at hetta var ein sera stór uppliving, ikki minst tað hugsað verður um, hvussu stór móttøkan var.
Amariel heldur, at soleiðis eiga vit føroyingar eisini at hugsa um at vera, nevniliga at vera breiðir, hava stórar favnar og taka ímóti fólki og vísa okkum frá tí síðuni.
-Eg haldi eisini, at vit veruliga kunnu fara at gleða okkum til, at tað fara at verða aðrar tíðir.
Framsýningin hjá Amariel Norðoy í Smiðjuni í Lítluvík er opin í dag frá klokkan 16 til 18, og leygardagin og sunnudagin frá kl. 16 til 19.