Eitt trupult mál løgmaður má fyrihalda seg til

? ? ?

LØGMAÐUR er við at koma í rashaft av sakini hjá John Petersen. Hann sær út til at hava stungið høvdið í sandin, og sær út til at vóna, at sakin so blívir burtur. Lat tað verða sligið fast, at J. P. Er ikki dømdur. Hann er ákærdur, men tað merkir ikki, at hann er sekur. Tað skal rættarmálið gera av.


ÁKÆRAN, ið reist er, er fyri siðamisbrot. Slík brot eru revsiverd sambært straffilóg. Men tey eru sanniliga eisini brot á vanligar morallógir, ið eru galdandi her á landi og eisini í teimum londum vit samanbera okkum við, hava samstarv við, luttaka á fundum við t.d. í norðurlanda ráðnum, hava sáttmálar m.a. fiskiveiðusáttmálar við.


SAKIN er nú í rættinum og skal sum so ikki viðgerast her, men eftir sum skilst á fjølmiðlunum so væntar løgmaður at hann um einar 14 dagar kann taka høvdið úr sandinum, tí tá er dømt og so er alt sum fyrr.


VIT mugu tíverri fortelja løgmanni at so verður neyvan. Ákæruvaldið má helst hava hugsað seg væl um, áðrenn teir hava reist ákæru. Teir vita sum vit, at her er »dynamitt« í sakini, bæði politiskt, moralskt, straffirættarliga, menniskjansliga o.s.fr. Tapur ákæruvaldið í undirrættinum so kann hugsast, at tað verður møguliga appelerað. Tapur ákærdi so verður helst eisini appelerað. Um ákæruvaldið skuldi tapt og ikki appelerað ja, so kunnu koma civilar rættsakir málinum viðvíkjandi. Ein vinnulig meting er, at hettar málið fer at cirkulera so ella so, langt inn í komandi ár.


AÐRIR spurningar taka seg eisini upp. Hevur Anfinn Kallsberg viðgjørt hettar málið sum løgmaður ella sum formaður í fólkaflokkinum? Vildi málið verið eins viðgjørt, um eitt landsstýrisumboð fyri hinar flokkarnar hevði verið í somu støðu sum John Petersen?


TAÐ má ongantíð henda at moralkodeksið hjá fólkaflokkinum verður moralkodeksið hjá Føroya løgmanni. Tað eru tey, sum halda, støðan til moral hjá fólkaflokkinum, ella fólkafloksmonnum er hvat betalir seg í stemmum ella øðrum virðum.


FÓLK hava vant seg til tað og leggja tí heldur ikki í at seta nøkur krøv handan vegin. Hinvegin so krevja fólk nakað av løgmanni og hansara embæti. Ein má meta, at sakin endar ikki um 14 dagar. Vit vita eisini, at sakin er kend langt ú tum landamark og kann hon vera við at skaða okkara umdømi út eftir bæði so og so, hóast eingin er funnin sekur enn. Her hevur løgmaður eina ábyrgd av at so verður ikki. Hettar eigur hann at hava í huga so boðskapurin til løgmann er: Høvdið úr sandinum, rætt ryggin og handla sum ein virðiligur løgmaður og gloym hvønn flokk tú umboðar, tí út eftir umboðar tú okkum øll.


Lat okkum undirstrika enn einaferð: John Petersen er ikki dømdur, og tað er enn eingin, sum veit, um hann verður fríkendur. Nú hann er ákærdur hevur hann sín fulla rætt til at verja seg. Men málið um landsstýrissessin er eitt annað mál. Og tað eigur løgmaður at fyrihalda seg til.