ein skuldi trúð, at virksemi einans er í einum slíkum seglskipi um summarið, so er tað ikki heilt rætt. Í roynd og veru er virksemi umborð alt árið. Allir næmingarnir sum fara í framhaldsdeildina í Klaksvík [...] eftir summarfrítíðina er tað samstundis startskotið til undirvísingina. Tá verður gjørt nógv av at fara út at sigla við næmingunum. - So sigla vit so leingi sum veðrið er til tað – tað er: einaferð út í oktober [...] Hans Eli Hansen er undangongumaður fyri at fáa hetta skipið umvælt og varðveitt sum seglskip. Aftrat sær hevur hann havt góðar menn, og í dag er tað ein sonn frøi at fara umborð á hetta stásiliga skipið
bygdur eftir einum degi”, verður ofta sagt, og hjá fólkaskúlanum er enn langt á mál. Men tá ið Løgtingið er til reiðar at gera sítt, so er arbeiðið longu komið væl áleiðis. [...] viðmæli frá tinginum til at kalla øll tiltøk, hann hevur tikið fram. Eitt tiltak fekk tó lítla undirtøku. Løgtingið er ikki sinnað at lata skúla út til kommunurnar, og tí vóni eg, at landsstýrismaðurin letur [...] tað málið liggja fyri fyrst og leggur seg eftir teimum málum, sum løgtingið er sinnað at stuðla honum í. Smíða meðan jarnið er heitt! Tá ið løgtingið hevði talað, var landsstýrismaðurin í útvarpsstovuni
viðurskifti, sum eru avgerandi fyri, hvør verður løgmaður. Men sjálvandi er tað altíð óhugaligt hjá mær at síggja, at undirtøkan er lítil, eins og tað eisini man hava verið óhugaligt hjá Atla, tá hann á [...] tá kanningin verður gjørd, fær dygga undirtøku. Harnæst er tað ein spurningur, um ein hevur verið løgmaður ella landsstýrismaður fyrr. Síðani er tað ein spurningur um aldur (bæði persónligur aldur og aldur [...] fortreytum tala til mín fyrimun. Undirtøkan sum løgmansevni er ikki bara ein spurningur um leiðaraevni hjá floksformanninum. Edmund Joensen fekk lítla undirtøku eftir at hann hevði sitið sum løgmaður, men kanska
hoyra Marius, tá ið hann sigur: “Tað liggur ein grind á Seyrvágsfirði” – Tað sama er við Marius, tá ið tú lesur um lítla Gutta, og hann skuldi sleppa at hanga allar jólastjørnurnar út á himmalin “Skal eg [...] duga so væl at gera tað spennandi, at tað er nógv meira spennandi í útvarpinum, enn tá ið tú sjálvur stendur og hyggur at. Og fótbólturin. Tú ristist allur sum tú er, so spennandi duga útvarpsmennirnir at [...] tosa. Hugsa um m. a. kurla, telda, hvirla og tyrla. Tað var útvarpið, ið lærdi okkum hettar, og í dag er óhugsandi at siga nakað annað. Í fyrstani var tó ikki so nógv at hoyra. Ein stutt sending á middegi
átalar, er, at ætlanin er at samansjóða eftirlønir og samhaldsfasta eftirlønargrunnin. Ætlanin er nevniliga, at grundupphæddin í fólkapensjónini skal takast úr Samhaldsfasta. - Men spurningurin er so um [...] tey kunnu góðtaka tað. Sostatt er nakað tíðliga hjá Bárði Nielsen at seta seg upp afturá og vænta at alt er leyst og liðugt, nú hann hevur lagt uppskotið fram. Tvørturímóti er nógv sum bendir á, at tað verður [...] onki skulu fáa úr honum aftur. - Landsstýrið sigur, at ætlanin er at útbyggja Samhaldsfasta, men hetta er ikki at byggja hann út. Hetta er at gera seg inn á hann og tað góðtaka vit ikki. - Men vit stúra
heilt stóri í hesum settinum, men Fleyr hevði tó munin. Mitt í settinum høvdu teir vunnið sær eina lítla leiðslu, og hesa hildu teir allan vegin. Annað sett vann Fleyr nevniliga eisini. Hesa ferð gjørdist [...] seg, meðan havnarliðið kann byrja at hyggja upp eftir stigatalvuni, har Fram á triðja plássi nú bert er tvey stig framman fyri.
sum í undanfarnu dystunum. Fyrstu 10 minuttirnar fylgdust liðini væl, og kanska hevði Kyndil eina lítla yvirvág í spælinum, men so tók VÍF fullkomiliga yvir. Næstu 10 minuttirnar fóru teir frá at vera aftanfyri [...] stórspælandi Magnus í málinum, eydnaðist Kyndil at enda at vinna ein flottan 35-30 sigur. Við sigrinum er Kyndil nú veruliga við aftur í oddastríðnum, har teir liggja javnir við KÍF og StÍF á øðrum plássi
føroyska fiskivinnu, er sami rættur ikki givin føroyingum í mun til íslendska fiskivinnu. Her er ikki javnvág, og her galda ikki somu rættindi fyri tann lítla sum fyri tann stóra. Hetta er óheppið og hetta [...] Skulu vit fóta okkum er bert eitt at gera, og tað er at taka kappingina upp. Kapping er ein lykilin til ein góðan og sunnan búskap. Her hava vit nógv at læra av íslendingum. Sama er um altjóða pallin at [...] verður, at sáttmálin er hin mest víðgongdi, sum Ísland hevur við nakað annað land, at Ísland og Føroyar í roynd og veru nú virka sum ein búskaparlig eind. Men øll vita, at hetta er ikki heilt so einfalt
oddinum. Nú eru í veruleikanum bert trý lið, sum liggja og kappast um meistaraheitið, og eitt av teimum er SÍ úr Sørvági. Leygardagin taka tær ímóti TB í fimleikahøllini í Sørvági, og tann dysturin skal helst [...] at halda fast um góða spælið, sum liðið hevur víst síðstu dystirnar. SÍ møtir eisini einum liði, sum er í einum aldudali. Í trimum teimum seinastu dystunum hevur TB ikki fingið nakað stig. Tær hava tapt [...] Tvær ferðir hava liðini spælt í Trongisvági og einaferð í Sørvági, og TB má sigast at hava havt lítla yvirvág. Í fyrsta dystinum í grundspælinum, sum var í Trongisvági, eydnaðist TB at vinna ein sannførandi
umleið ár 250. Henda vakra unga gentan í Cataniu á Sikiloy vildi ikki lovast heidnum fríggjara, av tí hon var kristin, og varð eftir ræðuligar pínslur tikin av døgum. Navnið er grikst og merkir tann góða.