Oddagrein· Samstarv á jøvnum føti

Løgmaður er afturkomin av síni Íslandsferð og er vælnøgdur. Partarnir hava talað um teir lepar, ið hava hingið eftir í Hoyvíkssáttmálanum ella Íslandssáttmálanum, sum tey flestu nevna hesa avtalu. Hartil er semja fingin um sjómarkið millum londini, og tað er í sjálvum sær nakað av einum diplomatiskum bragdi. Í fylgi løgmans var hópur av vinnulívsfólki, og so er bert at vóna, at hesi hava fingið nakrar sáttmálar ella kontaktir og sambond, sum kunnu økja um útflutningin til Íslands.

Sagt verður, at sáttmálin er hin mest víðgongdi, sum Ísland hevur við nakað annað land, at Ísland og Føroyar í roynd og veru nú virka sum ein búskaparlig eind. Men øll vita, at hetta er ikki heilt so einfalt í veruleikanum. Sum dømi kunnu vit nevna, at meðan íslendingar stórt sæð frítt kunnu gera íløgur í føroyska fiskivinnu, er sami rættur ikki givin føroyingum í mun til íslendska fiskivinnu. Her er ikki javnvág, og her galda ikki somu rættindi fyri tann lítla sum fyri tann stóra. Hetta er óheppið og hetta skapar misnøgd. At vísa á, at vit nú fyri fyrstu ferð frítt kunnu útflyta landbúnaðarvørur til Íslands, má vera skemt. Øll vit, at Ísland er um at drukna í egnum landbúnaðarvørum. Tað skal vera meira enn vanliga bjartskygdur føroyskur bóndi, sum fer at leggja sína framleiðslu til rættis eftir íslendska marknaðinum.

Tað ræður um at fáa javnvág í Hoyvíkssáttmálan, tí vit mugu og skulu samstarva við Ísland. Landið er okkara granni, er EFTA limur, hevur EBS avtalu við ES og útflytir í stóran mun somu vørur sum vit. Islendskar stórfyritøkur eru komnar inn í flestallar føroyskar fyritøkur, tí vit hava at kalla ongar handilsligar forðingar á hesum økjum. Vit hava liberaliserað okkara vinnulív og mugu liva við treytunum. Skulu vit fóta okkum er bert eitt at gera, og tað er at taka kappingina upp. Kapping er ein lykilin til ein góðan og sunnan búskap. Her hava vit nógv at læra av íslendingum. Sama er um altjóða pallin at siga. Íslendingar vóru fyrstir at gagnnýta altjóðagerðina. Tað er orsøkin til, at teir eru millum fremstu í heiminum á nógvum økjum – ikki minst tí vinnuliga og handilsliga. Her hava vit nógv at læra og vónandi hava okkara vinnulívsfólk fingið nakað gott og jaligt at hugsa um á ferð við løgmanni í Íslandi.
Sosialurin