Løgtingið er til reiðar!

Magnus Tausen, formaður Lærarafelagsins:

Eftir aðalorðaskifti eri eg ikki í iva um, at løgtingslimir eru sinnaðir at játta pening til ávís tiltøk í fólkaskúlanum.
Framsøgufólkini tóktust væl fyrireikað. Eftir at Marius Dam í sambandsflokkinum fekk ábreiðslur fyri sína ov lítið ítøkiligu røðu, løgdu hini framsøgufólkini seg eftir at taka fram ítøkilig stig, sum skulu verða tikin. Serliga áhugavert í hesum sambandi var, at tað bar ikki til at siga hvørjir flokkar vóru í samgongu og hvørjir í andstøðu. Hetta gamla stríð var mestsum lagt til viks, og tað gav aðalorðaskiftinum neyðugu dygdina. Her má eg nevna, at tá ið Tjóðveldisflokkurin beinleiðis spurdi, um andstøðan fór at verða tikin við í viðgerðina, sum nú skal vera, var svarið frá landsstýrismanninum ”sjálvandi”. Tað haldi eg gevur góða vón um ta breiðu semju, sum okkum tørvar.
Tað undraði meg, at tingfólk vóru so samd um at kalla øll viðurskifti. Samstundis gleðir tað meg, tí so kunnu ítøkilig stig verða tikin skjótt. Undirvísingartímatalið í yngru flokkunum skal verða hækkað og játtanin til undirvísingartilfar økjast. Umframt hetta fekk landsstýrismaðurin viðmæli frá tinginum til at kalla øll tiltøk, hann hevur tikið fram. Eitt tiltak fekk tó lítla undirtøku. Løgtingið er ikki sinnað at lata skúla út til kommunurnar, og tí vóni eg, at landsstýrismaðurin letur tað málið liggja fyri fyrst og leggur seg eftir teimum málum, sum løgtingið er sinnað at stuðla honum í.

Smíða meðan jarnið er heitt!
Tá ið løgtingið hevði talað, var landsstýrismaðurin í útvarpsstovuni. Og enn eina ferð kom fram, at hann hevur leiklutin sum afturhaldsmaður. Tað skilji eg ikki, og eg heiti á Jógvan á Lakjuni um at arbeiða skjótt. Eg dugi ikki at síggja, hvussu nakar landsstýrismaður kann fáa betri grundarlag at arbeiða út frá, enn Jógvan á Lakjuni fekk frá tinginum.
Eg vóni, at landsstýrismaðurin tekur til sín, at flokkarnir á tingi vilja hava broytingar skjótt, og at hesar broytingar fara longur enn landsstýrismaðurin sjálvur hevur skotið upp. Føroysk børn skulu skjótt fáa líka nógvar undirvísingartímar sum børn í grannalondunum, og tey skulu kunna fáa undirvísing við góðum føroyskum tilfari.
Tað eru framvegis viðurskifti, sum arbeiðast skal við, og sum ikki fingu so nógva viðgerð í tinginum. Eg kann nevna eftirútbúgving hjá lærarum og styrkt Mentamálaráð. Tó haldi eg, at løgtingsfólk í síni viðgerð staðfestu ferð eftir ferð, at lærarastarvið er ómetaliga týdningarmikið, og at aðalráðið, sum varðar av undirvísing, má hava bestu umstøður at arbeiða undir.
”Rom var ikki bygdur eftir einum degi”, verður ofta sagt, og hjá fólkaskúlanum er enn langt á mál. Men tá ið Løgtingið er til reiðar at gera sítt, so er arbeiðið longu komið væl áleiðis.