Bæði SÍ og TB hava verið partar av oddastríðnum í hesum kappingarárinum í meistaradeildini hjá kvinnum, men seinastu dystirnar hevur TB mist sína góðu støðu í oddinum. Nú eru í veruleikanum bert trý lið, sum liggja og kappast um meistaraheitið, og eitt av teimum er SÍ úr Sørvági.
Leygardagin taka tær ímóti TB í fimleikahøllini í Sørvági, og tann dysturin skal helst vinnast, um tær ikki skulu missa kontaktina við oddaliðið, ÍF. Hjá TB ræður eisini um at vinna, tí vinna tær dystin, so kunnu tær leggja seg undir liðina á SÍ, og við hesum blanda seg uppí aftur heiðursmerkjastríðið.
Gongdin hevur verið góð hjá kvinnunum úr Sørvági síðstu dystirnar. Síðstu tríggir dystirnir eru endaðir við sigri, og tí ætla tær heilt víst at halda fast um góða spælið, sum liðið hevur víst síðstu dystirnar.
SÍ møtir eisini einum liði, sum er í einum aldudali. Í trimum teimum seinastu dystunum hevur TB ikki fingið nakað stig. Tær hava tapt fyri KÍF, Drátti og ÍF, og tí hava tær eisini mist sína góðu støðu í oddinum.
TB hevur havt munin
Hesi bæði liðini hava møtt hvørjum øðrum tríggjar ferðir í hesum kappingarárinum. Tvær ferðir hava liðini spælt í Trongisvági og einaferð í Sørvági, og TB má sigast at hava havt lítla yvirvág.
Í fyrsta dystinum í grundspælinum, sum var í Trongisvági, eydnaðist TB at vinna ein sannførandi 3-0 sigur. Tann dystin var SÍ tó ikki veruliga komið í gongd, men næsta dystin vístu tær styrki.
Í seinna dystinum í grundspælinum, sum var í Sørvági, fekk heimaliðið eina keðiliga byrjan, tá TB vann fyrstu tvey settini. SÍ vildi tað tó øðrvísi, og síðstu trý settini fullu til fyrimuns fyri SÍ, sum vann dystin 3-2.
Í fyrsta dystinum í endaspælinum møttust liðini aftur, og enn einaferð var TB oman á. Tær vunnu 3-1, so um vit taka samanum, so hevur TB havt munin. TB hevur tó ikki spælt nakað serliga væl seinastu dystirnar, meðan SÍ so sanniliga hevur rakt formin. So undan dystinum má SÍ metast at vera rættiliga stórur favorittur.