Fleyr van botndystin

Eftir eina góða byrjan frá Fleyr, har teir vunnu fyrstu tvey settini, eydnaðist SÍ aftur at skapa spenning í dystin næstu tvey settini. At enda slapp Fleyr tó at seta punktum í einum sera spennandi dysti

FLOGBÓLTUR

Botndystur var í meistaradeildini hjá monnum leygardagin, tá SÍ tók ímóti Fleyr. Undan dystinum lá SÍ á aftasta plássi við einum stigi, meðan Fleyr lá næstaftast við fýra stigum, so um SÍ skuldi gera sær nakran møguleika at koma fram við Fleyr á stigatalvuni, so skuldu teir vinna dystin, meðan ein sigur eisini var krav hjá Fleyr, um teir skuldu hava nakran møguleika at fanga Fram á triðja plássi aftur.

Fleyr setti seg á dystin
Í fyrsta setti var alt, sum bendi á, at hetta fór at gerast ein sera spennandi dystur. Hetta settið gjørdist nevniliga ein sannur gysari. Spælið var rættiliga javnt fyrstu løtuna, og liðini fylgdust at kalla allan vegin. Móti endanum var eisini týðiligt, at her fóru marginalarnir at vera avgerandi, og at enda eydnaðist eisini Fleyr at vinna settið 30-28.
Í øðrum setti var tó líkt til, at Fleyr nú rættiliga ætlaði at sera seg á dystin. Tó so, munurin var heldur ikki tann heilt stóri í hesum settinum, men Fleyr hevði tó munin. Mitt í settinum høvdu teir vunnið sær eina lítla leiðslu, og hesa hildu teir allan vegin. Annað sett vann Fleyr nevniliga eisini. Hesa ferð gjørdist støðan 25-21.

SÍ fekk gongd á
Nú førdi Fleyr 2-0, og um SÍ ætlaði sær inn aftur í dystin, so var hetta síðsti møguleiki. Teir tóku eisini av møguleikanum í triðja setti, og hetta settið gjørdist eisini ein sannur gysari.
Liðini fylgdust so at siga frá fyrsta bríksli, og munurin var ongantíð serliga stórur. Móti endanum gjørdist eisini greitt, at liðini enn einaferð máttu spæla út um tey 25 stigini, men hesaferð dró heimaliðið tó longra stráðið. SÍ vann settið 26-24, og so var dysturin aftur opin.
Høvdu fyrstu trý settini verið jøvn, so var stórur munur í fjórða setti. SÍ setti seg á hetta settið frá fyrsta bríkslið, og sum frá leið, gjørdist munurin bara størri og størri. At enda vann SÍ fjórða sett rættiliga sannførandi 25-16, so nú máttu liðini út í ein javnbótara fyri at finna ein vinnara.
Eisini í hesum settinum var spenningurin stórur, men nú var Fleyr rakna við aftur. Liðini fylgdust at kalla allan vegin, men síðstu løtuna hevði Fleyr betru nervarnar, og so vunnu teir avgerandi settið 15-13.
Við sigrinum hevur Fleyr nú lagt seg SÍ ordiliga aftur um seg, meðan havnarliðið kann byrja at hyggja upp eftir stigatalvuni, har Fram á triðja plássi nú bert er tvey stig framman fyri.