HONDBÓLTUR
Tann sokallaði klassikarin í føroyskum hondbólti var á skránni leygardagin, tá Kyndil tók ímóti VÍF. Fyrr í ár hevur einki klassikarakent verið yvir dystunum ímillum Kyndil og VÍF, tí VÍF snøgt sagt hevur verið væl betri, men undan hesum dystinum var øðrvísi. Vann Kyndil leygardagin, so kundu teir leggja seg undir liðina á StÍF á øðrum plássi, og harvið veruliga blanda seg uppí oddastríðið. VÍF skuldi í sínum lag royna at vinna dystin, so teir kundu koma enn nærri einum plássi í FM-finaluni, samstundis sum teir kundu fáa Kyndil enn longri frá einum finalusessi.
VÍF streyk avstað
VÍF hevur havt munin á Kyndli í ár, og í báðum dystunum í grundspælinum vann VÍF rættiliga sannførandi. Leygardagin var eisini líkt til, at gongdin fór at vera júst tann saman, sum í undanfarnu dystunum.
Fyrstu 10 minuttirnar fylgdust liðini væl, og kanska hevði Kyndil eina lítla yvirvág í spælinum, men so tók VÍF fullkomiliga yvir. Næstu 10 minuttirnar fóru teir frá at vera aftanfyri 5-4 til at leggja seg á odda 10-7, og nú høvdu teir líka sum lagt støðið. Hesa løtuna var verjan hjá VÍF sera góð, og Kyndil tóktist hava stórar trupulleikar við at sleppa til skot. Tá teir endiliga fingu bóltin fram við verjuni, so stóð ein vælleikandi Eli Müller í vegin. Eisini í álopinum riggaði væl hjá VÍF, og áðrenn nakar veruliga hevði varnast tað, so høvdu teir økt enn meir um munin, soleiðis at teir nú førdu við seks málum.
Kyndil vildi tó ikki geva seg. Síðstu løtuna av fyrra hálvleiki komu teir aftur betur við í dystin, soleiðis at munurin bert var trý mál, tá liðini fóru til hálvleiks. Leiðslan hjá vestmenningum var fult uppiborin, tí teir vóru væl betri í fyrra hálvleiki.
Dysturin tóktist avgjørdur
Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki helt VÍF fram, har teir sleptu í fyrra hálvleiki. Við eini góðari verju og skjótum og góðum álopsspælið eydnaðist teimum at økja um leiðsluna, soleiðis at heili 7 mál vóru á muni, tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.
Nú sá dysturin út til at vera avgjørdur, tí eingin mundi vænta, at VÍF fór at tveira eina 7 mála leiðslu burtur.
Kyndilsleikararnir tóktust tó enn at liva í vónini, tí teir skuldu helst vinna dystin, fyri at hava ein møguleika at koma í FM-finaluna. Við Róki Akralíð og Janusi Einar Sørensen á odda byrjaðu teir at kempa seg innaftur í dystin, og tá eitt knapt korter var eftir at leika, vóru aftur bert trý mál á muni.
Magnus avgjørdi dystin
VÍF sá tó ikki út til at taka hetta so øgiliga tungt, tí teir blivu bara við at spæla teirra spæl, og løtu Teir høvdu tó ikki tikið hædd fyri einum kyndilsleikara, og hann kom eisini inn á vøllin og avgjørdi dystin. Tá góðir 10 minuttir vóru eftir at spæla, valdi Kyndil at skifta málverja, har teir settu unga Magnus Matras inn í málið í staðin fyri Lars Black, og nú byrjaði Kyndil eitt ordans comeback.
Ferð aftaná ferð bjargaði Magnus í stórum stíli skotum frá fríum vestmenningum, og so kundi Kyndil minka meir og meir um munin.
Við seks málum uppá færri enn fýra minuttir hevði Kyndil brádliga lagt seg á odda við tveimum málum, tá fimm minuttir vóru eftir, og nú var VÍF knekkað. Síðstu løtuna øktist kyndilsleiðslan bara meir og meir, og takkað verið ein stórspælandi Magnus í málinum, eydnaðist Kyndil at enda at vinna ein flottan 35-30 sigur.
Við sigrinum er Kyndil nú veruliga við aftur í oddastríðnum, har teir liggja javnir við KÍF og StÍF á øðrum plássi.
Fakta
Kyndil-VÍF 35-30 (13-16)
Málskúttar:
Kyndil: Rókur Akralíð 10, Høgni Klein 8 (3), Hans Áki Dal Christiansen 5 (1), Janus Einar Sørensen 4, Ragnar Stakksund 4, Rani Ellingsgaard 2, Brian V. Poulsen 1, Hjalti Jacobsen 1
VÍF: Sámal Joensen 8 (1), Harald Bjørgvin 7, Áki Olsen 6, Agnar Joensen 4, Áki G. Olsen 2 (1), Ingi Olsen 1, Rói Lamhauge 1, Regin Joensen 1
Brotskøst: Kyndil 5, VÍF 4
Útvísingar: Kyndil 4, VÍF 5
Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen