Onkursvegna megnaðu Chilavert og Co. tó at reisa seg. Við tíggju móti ellivu vunnu teir seg upp á 2-1, men hetta var framvegis ikki nóg mikið, uttan so at Suður Afrika tapti við minst tveimum málum fyri Spania [...] Afrika, sum við hesum gjørdust akkurát ov stuttir. Tvær ferðir javnaðu teir móti oddaliðnum, Spania, men báðu ferðirnar svaraðu spaniólarnir aftur, og tó at Camacho seinastu løtuna valdi at skifta bæði Raul [...] svara aftur triðju ferð. Við hesum endaðu Suður Afrika og Paraguay jøvn í stigum og við sama málmuni, men tá Paraguay hevði skorað eitt mál fleiri, gjørdust tað teir, sum vunnu seg víðari í kappingini. Úrslit:
leyp Háenni, soleiðis at ikki slapst tann vegin, ið menn fyrr vóru vanir at ganga. Í fleiri ár hevði tí eingin seyð í Settilsgjógv. Seinni funnu menn ein annan gongdan veg, so farast kundi í Settilsgjógv [...] hvussu nógv veðrarnir í teimum ymisku fitilendunum viga, og ikki er sørt, at ein ávís kapping er millum menn um vektina á veðrunum, sigur Jógvan Nybo at enda.
vunnu í heimasjógvi. Men Jarnbardur var akkurát ov drúgvur. Á vestanstevnu í fjør vunnu tríggir bátar úr Klaksvík meistaraskapin. Á vestanstevnu hesa ferð vann eingin bátur úr Klaksvík, men tað var fleiri ferðir [...] kappróðurin í Miðvági. Upprunaliga var ætlanin, at ungdóms? ella barnaróðurin skuldi verða fyrstur, men hetta varð broytt, so hesin róðurin varð aftaná FM róðrarnar. Formaðurin í róðrarfelagnum í Miðvági
varð sendur heim av venjingarleguni, men fyribils hava teir so gjørt hesum spádómi fyri skommum. Í fyrra hálvleiki var tað kanska Cameroon, sum átti mesta spælið, men í seinna hálvleiki svaraðu írar av álvara [...] styrkismuni, tá Týskland og Saudi Arabia leygardagin avgreiddu sín dyst. Týskland vann ikki minni enn 8-0, men meira enn at vera eitt tekin um týska styrki var dysturin ein framsýning av arabiskum veikleikum.
Adrian, tá ið vit tosaðu við hann mikumorgunin. Sjálvandi fegnast hann tó um, at verkfallið er av. - Men eg vil siga, at vit hava lítið og einki merkt til hetta. Vit hava havt ríkiligt at gera, tí vit eru [...] So, vit kunnu ikki klaga í so máta. Hann viðgongur tó, at í onkrum føri hevur verkfallið órógað, men ikki nakað av týdningi. - Eg kann hugsa mær, at teir smærru fiskakeypararnir her norðuri hava verið [...] toskur. Spurdur, hvussu fiskurin er, sigur Andrian. - Hýsan er hampiliga góð og ikki so smá heldur. Men nú gongur móti heitari tíðum, og tá plagar hýsan at versna til dygdar. Toskurin er rak, nú hann hevur
Danmark leggja ikki so stóran dent á útbúgving og kristnar áskoðanir, tá tey seta prestar í starv, men attað hevur størri týdning, at prestarnir eru giftir. Holger Jepsen, biskupur á Lollandi og Falster [...] teir eru ógiftir. Fleiri rán Tann 1. januar vórðu 54 løgregluøki í Noregi løgd saman í 17 størri øki, men úrslitið tykist ikki hava verið tað, sum myndugleikarnir ivaleyst høvdu vónað. Ein uppgerð vísir nú [...] skrivstovuarbeiði, og at teir tí ikki hava so góða tíð longur til at forða kriminaliteti av ymsum slagi. Men tað er ikki tann einasta frágreiðingin. Kriminalovastin Arne Pedersen sigur, at nógva staðni eru fongslini
skuldi skipið eisini takað nakað av førningi frá vinnuni av oynni. Men fyri at Clare kundi sleppa framat, mátti Scania fyrst flytast. Men illa gekst í hond, og Clare mátti fara avstað aftur uttan at hava [...] ikki siga, hvørt tað er rætt ella skeivt, at skipini hjá Standfaraskip Landsins eru farin úr sigling. Men tað kann als ikki vera rætt, at skipini skulu nýta pláss, sum vinnan hevur brúk fyri, sigur Rani og
Brasil, men teir høvdu ilt við at spæla seg fram til nakrar heilt stórar málmøguleikar. Størstu møguleikarnir í fyrra hálvleiki fullu Ronaldo í lut, tá hann tvær reisur varð leysur við Oliver Kahn, men hann [...] a í fyrra hálvleiki. Ronaldo avgjørdi Týskland helt fram við at trýsta Brasil í seinna hálvleiki, men heldur ikki í seinna hálvleiki komu teir fram til teir opnu málmøguleikarnir. Tó, so, hevði Oliver
Leirvíkingar løgdu eisini trýst á havnaliðið frá byrjan. Tað spurdist eisini málmøguleikar burturúr, men antin vóru leirvíkingar ikki nóg avgjørdir ella stóð málverjin, Magnus Poulsen, teimum í vegin. Serliga [...] ið hevði havt greiða leikliga yvirvág. Sama gongdin LÍF helt fram at trýsta B36 í seinna hálvleiki, men tað vórðu tó havnamennirnir, ið fyrst fingu mál. Eftir eitt gott korter var farið av seinna hálvleiki [...] enn tað eina málið, leirvíkingar fingu. Serliga síðstu løtuna leikaði hart á frammanfyri B36-málið, men havnamennirnir hildu skansan, og fingu eitt stig við sær úr Leirvik. Tá dysturin nú var steypadystur
hon kom at sigla einar 3600 míl, hevði hon helst ikki roknað við. Men soleiðis bleiv, tí Poul Anker læt sær ikki siga fleiri ferðir, men fór í gongd við at gera dreym sín um ein seglbát til veruleika og [...] Longsti teinurin verður úr Grønlandi til Íslands. Tað er ikki avgjørt enn, hvønn veg siglt verður, men roynt verður at hava viðrák, so langt sum gjørligt. Seinasti teinurin er úr Íslandi til Føroya. Báturin