2.Deild
Í góðveðrinum leygardagin, høvdu leirvíkingar vitjan av B36. Árligi LÍF-dagurin var leygardagin, og tí var dysturin eisini steypadystur. Skuldi LÍF koma heilt fram í oddin í aðru deild, skuldi dysturin ímóti B36 vinnast. Leirvíkingar løgdu eisini trýst á havnaliðið frá byrjan. Tað spurdist eisini málmøguleikar burturúr, men antin vóru leirvíkingar ikki nóg avgjørdir ella stóð málverjin, Magnus Poulsen, teimum í vegin. Serliga hevði LÍF fleiri vandamiklar deyðbólts støður, ið kundu givið mál. Serliga pólendingurin, Tomek Przybilski, var nær við fleiri ferðir. Hvussu var og ikki, so var hálvleiksstøðan 0-0, og tað mundu B36-mennirnir verða fegnari um enn heimaliðið, ið hevði havt greiða leikliga yvirvág.
Sama gongdin
LÍF helt fram at trýsta B36 í seinna hálvleiki, men tað vórðu tó havnamennirnir, ið fyrst fingu mál. Eftir eitt gott korter var farið av seinna hálvleiki, kom Karl H. Høgnesen at liggja væl fyri í LÍF-brotsteiginum, og kundi leggja B36 á odda 1-0. Løtu seinni gav LÍF-trýstið úrslit, eftir fríspark í vinstru, fær B36-verjan ikki bóltin burtur, og Tomek Przybilski javnar fyri leirvíkingar.
B36-leikarnir kundu serliga takka málverjanum, Magnusi Poulsen, fyri, at tað ikki bleiv meir enn tað eina málið, leirvíkingar fingu. Serliga síðstu løtuna leikaði hart á frammanfyri B36-málið, men havnamennirnir hildu skansan, og fingu eitt stig við sær úr Leirvik. Tá dysturin nú var steypadystur, skuldi ein vinnari finnast, og tað gjørdist B36, ið eftir brotssparkskapping, fór avstað við steypinum.
LÍF-B36 1-1 (0-0)
0-1 Karl H. Høgnesen
1-1 Tomek Przybilski