Týskur metsigur

Bólkur E:
Týskland vann sín størsta HM-sigur nakrantíð, tá teir knústu Saudi Arabia, og Írland sýndi, at liðið er meira og annað enn Roy Keane

HM-fótbóltur

Tað var ein sonn uppvísing í styrkismuni, tá Týskland og Saudi Arabia leygardagin avgreiddu sín dyst.
Týskland vann ikki minni enn 8-0, men meira enn at vera eitt tekin um týska styrki var dysturin ein framsýning av arabiskum veikleikum. Serstakliga hevði liðið trupulleikar av bóltum, sum vórðu sendir innfyri, og vóru ikki færri enn fimm av fyrstu seks týsku málunum sett inn við høvdinum. Harav øll trý hjá lítla Miroslav Klose.
Við sigrinum tryggjaðu týskararnir sær í øllum førum eitt framúr gott útgangsstøði til víðari luttøku í kappingini. Góði málmunurin ger nevnliga, at tað eftir øllum at døma er nóg mikið við einum stigi í teimum báðum írestandi dystunum til tess at tryggja sær pláss í 1/8-finaluni.

Írland er við
Góða týska útgangsstøðan varð partvíst tryggjað leygarmorgunin, tá Írland og Cameroon býttu stigini millum sín.
Nógv hevur annars verið tosað um, at Írland ikki megnaði at standa seg uttan Roy Keane, sum varð sendur heim av venjingarleguni, men fyribils hava teir so gjørt hesum spádómi fyri skommum.
Í fyrra hálvleiki var tað kanska Cameroon, sum átti mesta spælið, men í seinna hálvleiki svaraðu írar av álvara aftur, og bert svartasta óhepni forðai teimum í at skjóta meira enn tað eina málið, sum Matt Holland skeyt stutt eftir steðgin.

Úrslit:
Írland-Cameroon 1-1 (0-1)
0-1: Patrick Mboma, 39.
1-1: Matt Holland, 53.

Týskland-Saudi Arabia 8-0 (4-0)
1-0: Miroslav Klose, 20.
2-0: Miroslav Klose, 25.
3-0: Michael Ballack, 40.
4-0: Carsten Jancker, 45.
5-0: Miroslav Klose, 69.
6-0: Thomas Linke, 73.
7-0: Oliver Bierhoff, 74.
8-0: Bernd Schneider, 90.