Settilsgjógv er eitt av mongu fitilendunum norðanfyri á Viðoynni.
Fyri mongum árum síðani leyp Háenni, soleiðis at ikki slapst tann vegin, ið menn fyrr vóru vanir at ganga. Í fleiri ár hevði tí eingin seyð í Settilsgjógv.
Seinni funnu menn ein annan gongdan veg, so farast kundi í Settilsgjógv við veðrum. Hesin vegurin var ógvuliga tungur at ganga, og neyðugt var við nógvum monnum, um farast skuldi.
? Ofta varð tosað um at gera tað lættari atkomiligt, og fyri tveimum árum síðani vóru vit nakrir, sum tóku okkum saman og gjørdu rennistrong og ein kassa at flyta seyðin í, sigur Jógvan Nybo av Viðareiði.
Betur fyri seyðin
Jógvan sigur, at hetta hevur gjørt arbeiðið nógv lættari, og at tað nú stórt sæð er møguligt at leiða seyðin heilt til kassan. Fyri seyðin er hetta sjálvsagt ein stórur bati, sigur hann.
? Vit hava lagt alstóran dent á at gera rennistrongin so tryggan, sum tilber, og hava vit bara brúkt nýggja útgerð til hetta, sigur Jógvan.
Økið, har seyðurin gongur, er nú víðkað, soleiðis at nú er pláss fyri fleiri veðrum enn áður.
? Hesaferð sleptu vit 11 veðrum, sigur hann.
Á Viðareiði verða øll fitilendini gagnnýtt til fulnar, og áhugin er stórur.
? Sjálvur meti eg tað hava stóran týdning fyri bygdasamfelagið, at hesin aldargamli siður verður varðveittur. Ikki minst er gott at koma burtur úr strongda gerandisdegnum og hava okkurt annað at koma saman um, sigur Jógvan.
Um heystarnar verður nógv tosað um, hvussu nógv veðrarnir í teimum ymisku fitilendunum viga, og ikki er sørt, at ein ávís kapping er millum menn um vektina á veðrunum, sigur Jógvan Nybo at enda.