Verkfall
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Mánamorgunin kom ein sleipibátur hjá Tórshavnar Skipasmiðju til Klaksvíkar. Endamálið var at fáa flutt strandafaraskipið Scaniu, soleiðis at Clare hjá Smyril Line slapp framat.
Fekk ikki lagt at
Rani Nølsøe, stjóri á Klaksvíkar Havn, greiðir frá, at ætlanin var, at Clare skuldi koma norð til Klaksvík við farmi, og síðan skuldi skipið eisini takað nakað av førningi frá vinnuni av oynni.
Men fyri at Clare kundi sleppa framat, mátti Scania fyrst flytast.
Men illa gekst í hond, og Clare mátti fara avstað aftur uttan at hava fingið lagt at nakrastaðni.
- Hóast vit ringdu til øll, sum hava nakað við verkfallið at gera, so fingu vit einki gjørt, sigur Rani.
Starvsmannafelagið vildi als ikki hoyra talan um, at Scania skuldi verða flutt, og tá hon liggur soleiðis fyri, at einki størri skip fær lagt at, so var einki at gera. Clare mátti venda við aftur.
- Úrslitið av øllum var, at ein rúgva av tíð og orku fór til spillis, sigur Rani
Rakar skeivt
- Verkfallið er vorðin ein faklig konflikt, sum rakar fullkomiliga skeivt, heldur Rani.
- Eg skal ikki siga, hvørt tað er rætt ella skeivt, at skipini hjá Standfaraskip Landsins eru farin úr sigling. Men tað kann als ikki vera rætt, at skipini skulu nýta pláss, sum vinnan hevur brúk fyri, sigur Rani og sipar til Scaniu, sum í løtuni liggur á einum plássi, sum Klaksvíkar Havn hevur tørv á at nýta.
- Harumframt ávirkar verkfallið vinnulívið her norðuri. Vinnan liggur inni við allari produktión av ymsum slag, og hetta kostar teimum eiga rúgvu av peningi, greiðir Rani frá.