stórur, men har er fólkagrundarlagið ikki so stórt, og tað vóru 250 áskoðarar og hugdu at, tá Breiðablik vitjaði. Talan var um eina tætta og javna uppgerð, og leingi sá tað út til, at liðið hjá føroyingunum [...] Breiðablik, og tólv ferðir royndu gestirnir móti málinum hjá Jens Martini Knudsen. At sita á beinkinum er ikki altíð so lætt, og serliga ikki tá tað er so tætt og spennandi, sum tað var millum Leiftur og Breiðablik [...] ikki gingið nakað serligt, og nú kappingin er hálvrunnin, er Akranes á trið aftasta plássi við sjey stigum, og tað er sama stigatal, sum tey bæði niðast staddu liðini, Keflavík og Fram, hava. ÍBV er næstfremst
undirhald og dansur verða eins og vanligt høvuðstiltøkini á bygdastevnuni í Gøtu í ár. Stevnan verður sett leygardagin klokkan hálvgum trý, og er tað Petur Páll Mikkelsen, ið setur stenvuna. Men eins og gjørt [...] leygarmorgunin verður aftur fótbóltur á skránni. Tá spæla fleiri av teimum yngru liðunum móti LÍF og B68. Hesir dystir halda á, heilt til stevnan verður sett. Nógv undirhald Leygardagin verður vanliga váttliga [...] nýggja, og eisini fara nøkur vøkur sprund at undirhalda. Úr Gøtu verður sagt, at undirhaldið leygardagin og fólkafundurin leygarkvøldið við tíðini eru vorðin fastur táttur á Gøtustevnunum, og verða hesa
gamla og evnaríka álopsmanninum hjá NSÍ, Christian Høgna Jacobsen, tá hann leygardagin var við liðfeløgunum í Gøtu. Stevna var í Gøtu, og GÍ skipaði fyri fótbóltskapping. B68 og NSÍ spældu, og NSÍ vann [...] frí í Danmark, inn á NSÍ liðið, men har var hann bara eina lítla løtu. Eingin maður var hjá staddur, og bólturin var ikki har, tá ungi maðurin kom haltandi út móti síðulinjuni og boðaði frá, at tað bar [...] summarsteðgin og at spæliloyvið hjá honum longu skuldi vera komið til árstalsfelagið í høvuðsstaðnum. Vit hava spurt okkum fyri bæði hjá NSÍ og FSF, men har hevur okkum verið upplýst, at Christian Høgni Jacobsen
Joensen úr B36, Fróði Jóanesarson, Áki M. L. Hansen og John Andersen úr NSÍ, Jann Ingi Petersen úr B68, Arnhold Berg, Skála, Elfinn Ørvarodd, FS Vágar og Dánjal Pauli Danielsen, Farum. Komandi mánadag skal [...] Kristian á Lakjuni og Atli Danielsen úr KÍ, Vagnur Mohr Mortensen, Jón Rói Jacobsen og Rani D. Christiansen úr HB, Gilli Haraldsen, Hjørring, Sámal J. Samuelsen, EB/Streymur, Sólbjørn Olsen og Poul Næs Joensen [...] til í hølunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í Runavík, og teir vandu á Svangaskarði ? akkurát sum landsliðið hjá Allani Simonsen plagar at gera ? og ivaleyst fara fleiri av hesum dreingjunum um nøkur ár
verður førur at spæla móti NSÍ í morgin. B36-Sumba Sumbingar taptu 6-1, tá B36 var suðuri á Krossinum í fyrsta umfarinum. Í morgin fara sumbingar í Gundadali við skerdum liði, og tað kemur sjálvandi illa [...] lagt til brots aftur, og so verður ikki helmað í fyrrenn fyrsta leygardagin í oktober, tá átjanda og síðsta umfarið verður spælt. Feløgini í 1. deild hava øll í nakrar vikur vant og fyrireikað seg til seinna [...] liðnum, og vit frætta, at Súni Fríði Johannesen neyvan verður við í Vági í morgin. Súni Fríði hevur verið millum lítið og einki skaddur í sínum fótbóltslívi, men nú plágast hann av skaða í fótliðnum, og tað
burturímillum í kappingini, og FM vinnararnir umborð á Hvessingi vóru drúgvastir. Høvuðsdómararnir gjørdu av, at róðurin skuldi rógvast umaftur, og tá 10-mannaførini vóru komin á mál og 6-mannaførini róðu um [...] um aftur, gekk tað nógv øðrvísi. Mest óvæntaða úrslitið Sølmundur hjá NSÍ vann, og hetta var mest óvæntaði sigurin á ólavsøku, og tá tað gongdin í róðrunum á hinum stevnunum verður havd í huga, so var talan [...] kappingini og við ólavsøkusigrinum smoygdi sær framum Stráluna og vann silvur. Hvessingur var væl við í kappingini mesta partin av teininum, men á síðsta teininum var kappingin hørð frá kollfirðingum og fjarbúgvunum
sær, men NSÍ fekk einki mál. Teir á heimaliðnum vóru sera lítið vandamiklir, og teir høvdu allar 90 minuttirnar ongan upplagdan málmøguleika. Í 2. hálvleiki høvdu NSÍ menninir bóltin nógv, og sum tað leið [...] ógvuliga høg, og tað hevði við sær, at tað bar til at spæla fótbólt, og í løtum hekk spælið hampuliga væl saman. Á heimaliðnum var Arnfinn Langgaard á miðvøllinum í 1. hálvleiki og í álopinum í 2. hálvleiki, og [...] Dahl økti, tá 33 minuttir vóru farnir. NSÍ verjan tóktist passiv, Pætur Dahl rann móti innlegginum úr høgru og við høvdinum snittaði í handara síðunetið. Tá NSÍ fram móti endanum flutti fólkið fram, hevði
minuttirnar, sum dómarin legði afturat, men B68 kom ongantíð nær møguleikanum at javna, og harvið sloppu Tony Paris, KÍ spælararnir og teir onkra staðni millum tvey og trý hundrað klaksvíkingarnir, sum vóru [...] semifinaluplássið í steypakappingini. Teir spældu HB sundur og saman og vóru á odda 5-3, tá vanliga leiktíðin var farin, men tað eydnaðist HB at javna, og í brotssparkskappingini vunnu teir finaluplássið. Í [...] eins stórt og kanska størri, enn tað var fyri trimum árum síðani. Greið yvirvág KÍ sat fullkomuliga á øllum teir fyrstu 80 minuttirnar, og tað var ikki fyrrenn bar tjúgu minuttir vóru eftir, at B68 hevði fyrsta
sunnudag, og NSÍ vinnur á heimavølli móti B68, so verður HB á fimta plássinum, og tað ber ongan rætt til altjóða fótbólt við sær. Spældu við eld KÍ er framvegis besta boðið uppá FM heitið, og størstu kappingina [...] skal HB til Gøtu, so koma klaksvíkingar, og 22. august skulu greipuvinnararnir frá í fjør til Runavíkar. Um teir ikki fáa millum seks og níggju stig burturúr, og um liðini, sum eru frammanfyri teir, vinna [...] teir megnaðu javnleik móti NSÍ, sum so fegið vil vera við, har tað gongur fyri seg, og tað vil siga at spæla um rættin til altjóða fótbólt. Komandi sunnudag skal ÍF til Sumbiar, og úrslitið av tí dystinum
Úrslitið av dystinum millum ÍF og NSÍ livdi ikki upp til Europa-Cup dreymarnar hjá runavíkingum. NSÍ møtti við skerdum liði í Fuglafirði, og í nógva hitanum kláraðu teir bert at fáa eina stigið við sær [...] sær heimaftur um Varmakeldu- og Gøtueiðið. Tá HB samstundis tapti í Vági minkaði munurin millum NSÍ og HB, hóast javnleikurin var skuffandi úrslit hjá NSÍ. Tað sá annars lovandi út, tá áleyparin Ian Højgaard [...] hevur spælt nógv við NSÍ, fekk eitt skaða í vikuni, og hann helt seg ikki kunna spæla sunnudagin. Símun Eliasen spældi saman við Rógva Róin og Roy Róin mitt fyri á miðvøllinum, og afturat sær høvu teir