Ársins mál gav bara javnleik

Fótbóltur: Skerdir runavíkingar ætlaðu sær meira, men máttu noyðast við javnleik í hitanum í Fuglafirði

Úrslitið av dystinum millum ÍF og NSÍ livdi ikki upp til Europa-Cup dreymarnar hjá runavíkingum.

NSÍ møtti við skerdum liði í Fuglafirði, og í nógva hitanum kláraðu teir bert at fáa eina stigið við sær heimaftur um Varmakeldu- og Gøtueiðið. Tá HB samstundis tapti í Vági minkaði munurin millum NSÍ og HB, hóast javnleikurin var skuffandi úrslit hjá NSÍ.

Tað sá annars lovandi út, tá áleyparin Ian Højgaard í fyrra hálvleiki skoraði ársins mál í Fuglafirði, men gestirnir fingu gott tak á miðvøllinum í seinna hálvleiki, og tað var uppiborið at teir javnaðu.

NSÍ manglaði leikbannaða Helga L. Petersen; Arnfinn Langgard er ikki komin rættiliga í gongd aftur eftir summarsteðgin, og harafturat manglaðu álopssinaðu spælararnir Christian Høgni Jacobsen og Óli Hansen. Tað hevði við sær, at Johnny Skibenæs, sum hevur spælt nógv á besta liðnum hjá NSÍ, var við fyri fyrstu ferð í 1. deild í ár. Hann varð skiftur inn.

ÍF stillaði við síni sterkastu manning, tá Ábraham Hansen verður frároknaður. Veteranurin, sum hevur spælt nógv við NSÍ, fekk eitt skaða í vikuni, og hann helt seg ikki kunna spæla sunnudagin.

Símun Eliasen spældi saman við Rógva Róin og Roy Róin mitt fyri á miðvøllinum, og afturat sær høvu teir Rúna Petersen og Viggo Johannesen. NSÍ hevði bert fýra mans á miðvøllinum, og tað royndi ÍF at gera sær dælt av.


Ársins mál

ÍF legði betri út og longu fyrstu løtuna høvdu teir royndir á málið. Eingin av møguleikunum var upplagdur, men gestirnir góvu NSÍ eina ávaring um, at teir ætlaðu at spæla við.

Meginpartin av fyrra hálvleiki var spælið ósamanhangandi, og bæði liðini, kanska serliga vertirnar, sendu langar bóltar fram og tvørtur eftir vøllinum.

Summarhitin merkist á vøllinum í Fuglafirði, og tað var heitt hjá spælarunum at leika í sunnudagin. NSÍ?arnir høvdu ætlað at spæla í hægri ferð og verða meira ágangandi, enn teir vóru, men hitin tóktist nerva nakað. Og so varð tað ikki frægari av, at fuglfirðingar brúktu nógva tíð í deyðbóltum, so ferðin ikki gjørdist ov høg, og orkan tí kundi ganga undan seinni í dystinum.

Ein av teimum báðum spælarunum, sum tað rættiliga glógvaði í í fyrra hálvleiki, var áleyparin Ian Højgaard hjá NSÍ. Hann royndi at skapa nakað frammi á vøllinum, og hann gjørdi í einum gyltum eygablikki ársins mál í Fuglafirði í ár.

Kári Sigvardsen sendi ein langan bólt fram móti brotsteiginum ? tá var okkurt um ein hálvur tími farin ? Ian Højgaard tamdi, lyfti upp um ein verjumann hjá ÍF, og so høgdi hann til. Bólturin streyk í handara málhorn, og harvið var 1-0 til NSÍ. Ein glógvandi perla í summarhitanum í Fuglafirði.


Vandamikil hornaspørk

Stutt eftir hálvleikssteðgin javnaði ÍF. Hornaspørkini hjá Ken Bærentsen, sum lógu hart og tætt málinum, skaptu fleiri ferðir trupulleikar hjá NSÍ, og tað var eisini eftir eitt av hesum spørkum, at ÍF fekk sítt mál.

Tvær ferðir vóru fuglfiriðingar um at fáa bóltin um strikuna, men runavíkingar vardu fyri í evstu løtu, men tá bólturin so endaði hjá verjumanninum Tomek smekkaði hann til, og bólturin sat undir tvørstongini og so var 1-1.

Beint eftir málið var um reppið, at ÍF legði seg fram um, at Robert, sum kom væl fyri í vinstru síðu, legði bóltin tvørtur um til Ken Bærentsen, sum úr góðari støðu sendi langt omanfyri málið. Kjansurin var góður, men hann varð misnýttur.

Og einu ferðina vóru tríggir ÍF?arar um at gerast einsamallir við NSÍ-málverjanum, men Robert sparkaði bóltin ov langt frá sær, og so spurdist einki burturúr.

Og tað spurdist heldur einki burtur úr hinum royndunum sum vóru í dystinum annars. Bæði liðini royndu at fáa næsta málið, men hvørgin kom rættiliga nær, og hvørgum eydnaðist at skora.

ÍF?arnir, sum ikki hava savnað sær nógv stig í ár, fingu tað eina hesaferð, meðan NSÍ, sum roynir at toga seg fram á HB, fekk minni enn teir ætlaðu sær.