hartil kemur, at nógvir hava skift nøvn. So ilt er at síggja á navninum, um persónurin er føroyingur ella íslendingur, sigur Jens, sum jú sjálvur hevur íslendskt navn nú. Tað er gott at vera í Íslandi [...] Teir hava havt nokk at gera alla tíðina, sigur hann. Sjómansheimið »Søgan um Sjómansheimið Ørkina er so long,« sigur Jens og smílist, »at eg rokni ikki við at liva so leingi, at eg komi at siga hana alla.« [...] givið at byggja eitt sjómansheim. Jens sigur, at tað var serliga Rikard Mortensen, sum var kassameistari, sum samráddist um at fáa bygginevndina setta. So varð farið at savna pening til tess, at arbeiðið
upptøkurnar sjálvir. Tað er eingin sum sigur, at tað nú er tað besta, men tað var tað, sum vit valdu at gera. Eyðun Nolsøe ætlar sær at spæla í Føroyum á jólum. Í løtuni er ætlanin at spæla í ítróttarhøllini [...] av tónleiki, at tað er gott at hava sín egna identitet ímillum alt tað. Og tað er heldur ikki so løgið, at fólk kenna meg aftur á nýggju fløguni, tí hóast tónleikur broytist við tíðini, er tað allatíðina [...] stutta tíð aftaná er Eyðun Nolsøe klárur við eini solofløgu. Er hendan fløgan eitt endaligt farvæl til Frændur? ? Nei, tað er hon ikki. Hetta er eitt stig í menningini hjá mær sum tónleikari, at gera nakað
sleppa at vera heima í jólamánaðinum. Av hesum er uppaftur neyðugt at geva teimum meira heilivág, sigur Maria Andersen. Hon heldur, at øll kunnu ímynda sær, hvussu tað kennist hjá teimum sjúku at uppliva [...] býr í Danmark, og hon eigur eina 50 ára gamla systir, sum hevur búð á Pensionatinum í 10 ár. Hon er einsamøll eftir í Føroyum, og foreldrini eru ikkitil longur. - Tað er óskiljandi at farið verður so illa [...] ógvuliga fegin um at hava, og henni dámdi eisini væl at koma har. - Vegna sparingar varð caféin latin aftur, við tí fylgju, at systir mín fekk tað vánaligari. - Fyri at bøta um tað, var neyðugt at doyva hana
menniskjansliga at spara á henda hátt? - Tað er ræðuligt, men vit royna sum frægast at vera menniskjanslig, eitt nú við ikki at lata deild 3 og 5 aftur. - Eg tori at siga, at út frá okkara umstøðum er alt gjørt [...] siga at hall ikki skal vera ?á fíggjarlógini. - Hóast vit hava roynt at greitt politikarunum frá, hvussu tað ávirkar okkara arbeiði, er støðan tann sama. - Tí er bert eitt at siga, og tað er, at hetta [...] okkum til, at vit spara einar 40.000 - 50.000 krónur. Tað er peningur, sum telur hjá okkum, sum hava alt ov lítlan pening at arbeiða við. - Er tað ikki óforsvarligt og eisini ómenniskjansligt at koyra hesi
menniskjansliga at spara á henda hátt? - Tað er ræðuligt, men vit royna sum frægast at vera menniskjanslig, eitt nú við ikki at lata deild 3 og 5 aftur. - Eg tori at siga, at út frá okkara umstøðum er alt gjørt [...] siga at hall ikki skal vera ?á fíggjarlógini. - Hóast vit hava roynt at greitt politikarunum frá, hvussu tað ávirkar okkara arbeiði, er støðan tann sama. - Tí er bert eitt at siga, og tað er, at hetta [...] okkum til, at vit spara einar 40.000 - 50.000 krónur. Tað er peningur, sum telur hjá okkum, sum hava alt ov lítlan pening at arbeiða við. - Er tað ikki óforsvarligt og eisini ómenniskjansligt at koyra hesi
Hann heldur, at skal hetta tiltakið eydnast, er avgjørt neyðugt at prísurin hækkar heilt fitt sum frálíður. Men tað er eisini avgjørt neyðugt, at fólk skifta hugburð til ullina og eru sinnað at fáa hana [...] traðunum eisini. Gamalt er, at eitt kilo av ull fæst av hvørjum seyði. Men tey, ið hava vigað, siga, at tað kemur mangan upp ímóti 1,5 kilo. Eftir hesum er skjótt at rokna seg fram til, at tað munnu fáast út [...] Brattaberg sigur, at tað eru góðar vónir at sleppa av við ullina. Ullin er góð. Men harafturat er tað næstan bara í Føroyum, at seyðurin hevur ymsar litir - og tað hevur vakt áhuga uttanlands. At seyðurin hevur
Tað var ógvuliga heppið, at autoverjan helt, tí vegurin er hækkaður nógv, men ikki autoverjan, so hon stigur nú bara eitt lítið petti um um vegin. Tað var eisini heppið, at tey ikki vóru komin eitt sindur [...] sindur longur suður, tí har er høgt niðurfyri. Onkur av teimum í bilinum ringdi beinanvegin 1148 til politiið, sum kom norður. Nøkur vórðu flutt suður á skaðastovuna í politibilinum, men onnur fóru við [...] út av vegnum millum Sund og Kaldbaksbotn. Hesin bilførarin skuldi við flogfarinum og var so heppin, at bussurin hjá flogrutuni tók hann uppí, so hann slapp avstað, sigur politiið.
um dagarnar er feburin aftur farin at ganga, tí heimsmeistarakappingin í kvinnuhondbólti er í Týsklandi í hesum døgum. Lagt varð fyri sunnudagin, og næstu tvær vikurnar kemur kappingin at seta dám á í [...] hin tiltikna Anja Andersen, dugir at gera vart við seg, bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin. Hon verður eisini ein av sentralu spælarunum hjá Danmark, sum skal royna at vinna HM-gull. Sunnudagin var fyrsti [...] Danska kvinnulandsliðið í hondbólti er fram úr væl umtókt í Danmark, og tað er ikki tað smátingið, sum tær fáast við, sum ikki verður endurgivið í pressuni, ikki minst teimum stóru morgunbløðunum BT og
so eru vit, til tess at vinna fram til eina semju, sum hevur fólksins undirtøku, ikki frammanundan fastlæstir. Støðan í dag er annars hon, at Tjóðveldisflokkurin er farin so langt, at hann krevur loysing [...] Lat meg byrja við at siga, at tað frøir okkum ikki so lítið í Javnaðarflokkinum, at tað nú verða fyriskipaðir fundir kring landið um ríkisfelagsskapin, og at fjølmiðlarnir eisini hava tikið hetta evnið [...] serliga fegnast vit um, at tað nú ikki longur er ein spurningur um samband ella loysing, men at dagsskráin hevur fingið eitt nýtt og munandi meira meiningsfult innihald, sum í stórum er í tráð við teir tankar
fyrsta degi. Feløgini arbeiddu so væl saman, at tey skjótt fóru at tosa um, at hetta samstarvið átti at halda áfram, og at eitt meginfelag átti at verið stovnað. Tey umráddi seg ikki leingi, tí í sjálvum h [...] dugdi at tosa við fólk við trupulleikum. Rættiliga ung kom hon út fyri, at sjúka og brek gjørdust ein partur av hennara gerandisdegi, og okkara samfelag er enn ikki so framkomið, at tað bara er ein partur [...] vællærd. Eftir at hava fingið studentsprógv í 1951 fór hon til Danmarkar at útbúgva seg til korrespondent í enskum, týskum og fronskum. Heimafturkomin starvaðist hon sum skrivari ymsastaðni til hon tók við