Bara smærri snuddir

Vørubilur við níggju fólkum í fór runt sunnumorgunin sunnan fyri Hósvík

Tað var um fimm tíðina sunnumorgunin.

Tey høvdu verið til konsert á Kamsdali og skuldi aftur til Havnar. Níggju fólk í einum vørubili.

Tað var kavi og ógvuliga hált, og tá tey vóru komin nakað suður um Hósvík, fór bilurin knappliga runt og endaði á takinum.

Bilurin lá út móti autoverjuni. Tað var ógvuliga heppið, at autoverjan helt, tí vegurin er hækkaður nógv, men ikki autoverjan, so hon stigur nú bara eitt lítið petti um um vegin.

Tað var eisini heppið, at tey ikki vóru komin eitt sindur longur suður, tí har er høgt niðurfyri.

Onkur av teimum í bilinum ringdi beinanvegin 1148 til politiið, sum kom norður.

Nøkur vórðu flutt suður á skaðastovuna í politibilinum, men onnur fóru við privatbilum, ið komu fyrst á staðið.

Onkur fekk minni snudd, og onkur eymkaði seg um pínu.

Tey fóru øll á skaðastovuna, men eingin hevði fingið nakran skaða av týdningi. Eina pentu og tvær fingu nøkur, og øll sluppu heim aftur.

Her var ikki talan um rúsdrekkakoyring. Tað var bara so hált.

Fleiri onnur hálkuóhapp vóru um vikuskiftið. M.a. fór ein bilur út av við rundkoyringina í Kollafirði, og ein fór út av vegnum millum Sund og Kaldbaksbotn.

Hesin bilførarin skuldi við flogfarinum og var so heppin, at bussurin hjá flogrutuni tók hann uppí, so hann slapp avstað, sigur politiið.