skuldi eg venja meg við búgva aftur í Føroyum, men tað var ikki sum at siga tað. Hetta var í tíðini tá húsaprísirnir vóru í hæddini, og tað var ógjørligt at fáa eina íbúð, ella grundstykki. Skuldu vit [...] Tey fyrstu árini var ein bardagi fyri at yvirliva. Tað hevði við sær, at eg kendi meg øgeliga einsamalla. Vit høvdu havt okkara dreymar um at koma heim at búgva, men tað var eins og einki kundi lata [...] num. Hetta var júst undir einum valstríði. Petur Christiansen og Hans Sundstein, sáli, royndu at siga mær frá samfelagsviðurskiftunum. Tað birti undir áhugan fyri politikki, og eg útveg-aði mær stev
føroyingar. Tað at vit keyptu fyri meira, enn vit høvdu ráð til, var ikki okkara skuld. Blokkstuðulin økti um okkara kreditvirði, og hetta »lokkaði« okkum at læna pengar - tað vóru ikki vit? Grundað á hesar [...] okkum at læna pening, og so verður alt nógv betri. Ein annar møguleiki Men umframt omanfyrinevndu møguligu orsøkir til kreppuna í Føroyum, finnist eisini ein annar møguleiki, sum alt ov sjálvdan verður nevndur [...] vaska hendur í dag og siga, at onnur hava skuldina. Vit høvdu góð stýringsamboð og vóru ofta ávaraði um gongdina. Nakað annað er so tað, at ein lóg er ongantíð betri, enn tað sum hann ella hon, ið umsita
onkrum at fáa eina leiku, eina bamsu ella ein bil. Ting kunnu vera ein erstatningur hjá børnum, sum ikki fáa kærleika, tíverri. Tað er lættari at gráta við ein bamsu inn at sær, tað gevur ugga og tryggleika [...] virkar báðar vegir, sigur Elin. Íblásturin Tað var ein sending í TV3 um hættisligu støðuna í Rwanda nakað herfyri, sum íbirti hugskotið hjá Elini at fara undir hetta tiltakið. ? Formaðurin í danska Reyða Krossi [...] Hvør veit, hvussu stóra eydnu ein bóltur kann gera, kanska onkur fær eitt lív, eitt innihald og sleppur burtur úr neyðini við at læra at spæla bólt. At savna leikur inn er ein háttur at hjálpa, sigur Elin
so flaksaði hann við ørmunum, sum ein veingjaskotin fuglur. Hetta dámdi áhoyrarunum. ? Tað er alt ov lítið av hesum, segði síðumaðurin, áðrenn hann fór út at fáa sær ein royk. Eingin umvendur Fundurin fór [...] fundi, og tann myndin var ikki heilt skeiv. Umleið 60 fólk høvdu leitað sær í Avhaldshúsið í Haldórsvík hóskvøldið og verður hugsað um fólkatalið, so norðalagað í Sundalagnum, so er hetta ikki so lítið. Hvaðani [...] fyri at lurta. Eg rokni ikki við, at tey hava nakað nýtt at bera fram, sigur ein av áhoyrarunum, sum situr undir liðini á mær. Tað skuldi annars verði gott mið at fiska í hjá einum politikara við ambitiónum
marknaðarføring Síðani var orðið frítt, og nógvir (har vóru bert mannfólk) av teimum, sum vóru komin, nýttu høvi til at siga sína hugsan um møguleikarnar hjá føroyskum tónleiki at gerast ein góð inntøkukelda hjá [...] Javnaðarcaféini í Gongugøtuni í Havn. Endamálið var at fáa sjónarmið fram um, hvussu vit kunnu menna føroyska tónleikin úteftir, so at hann við tíðini kann gerast ein inntøkukelda hjá landinum. Kristian Magnussen [...] skilabest at seta eina óhefta nevnd, sum so skal velja ein ella tveir bólkar út, og sum so skulu marknaðarførast í øðrum londum. Hann vísti á, at um bert ein av hesum bólkunum veruliga megnar at sláa ígjøgnum
samfelagið. Ein mentunarpolitikkur má hava tolsemi, tí tosa listafólkini politikkararnar eftir munninum, so skapa tey ikki og so lúka tey ikki teirra leiklut. Tað at reka ein mentunarpolitikk er ein øgiliga [...] merkir, at korini og umstøðurnar hjá listafólki í Føroyum eru út av lagi vánalig. Góð tekin eru kortini um, at vit fáa ein skipaðan, langtíðarætlaðan mentunarpolitikk. Fyri stuttum varð Jóannes Dalsgaard [...] viðgerðina og umrøðuna í fjølmiðlunum, sum tað hevði uppiborið og fór skjótt út av sporinum. ? Álitið er ein góð og positiv roynd at lýsa mentunarpolitisku støðuna, men er meiri at kalla eitt yvirlit yvir bráðneyðug
Hann veit, at hetta kanska eru samálutir í stóru heildini, men kortini heldur hann, at smálutir ella ikki, so er hetta eins álvarsligt evni at taka upp, sum øll tey stóru málini, tí hetta hevur við men [...] politikki? Ja, tað er nóg mikið, tað ivist eg ikki tí. Tað skilir ein og hvør, sum lesur Bíbliuna. Eg trúgvi ikki uppá eina samkoma ella ein flokk, men uppá Gud og teir bíblisku sannleikarnar, sum land og [...] Frelsunarherinum. Hann og konan Eyð eru soldátar. Tey eiga tvær døtur, sum eru 11 og 14 ára gamlar, og ein 11 ára gamlan pleyguson. Hann er 39 ára gamal, útbúgvin eletrikari, og hevði arbeitt á Køksmiðstøðini
niðursetta tíð, og tað skal kunna bera til at fáa partvísa pensión. Hetta hevði verið ein góð hjálp hjá teimum eldru, eins og hetta hevði givið pláss fyri fleiri á arbeiðsmarknaðinum. Nú eru aðrir flokkar [...] fólkatrygging, tað er ein sera ósolidarisk skipan, tí við henni vera tað bert tey, ið hava ráð at gjalda inn, ið fara at fáa út, í mun til tað, ið tey hava goldið inn. Men samhaldsfasti er ein solidarisk skipan [...] skipan, har øll fáa sama útgjald, óansæð hvat ið ein hevur goldið inn. Eisini mamman, ið ongantíð hevur verið á arbeiðsmarknaðinum fær úr samhaldsfasta. Ein stór avbjóðing á tí sosiala økinum verður at tryggja
Tað var væntandi, at viðurskiftini við Danmark fóru at seta sín serliga dám á hetta valstríðið. Kortini eru vit nøkur, ið hava roynt at ført fram, at veruleikin ikki er so einfaldur, at alt verður so sára [...] loysa, um fólkið einaferð ynskir tað. Vit tú sum vit ? at førdur verður ein politikkur, ið hevur tað eina endamálið: At skapa góð og trygg kor fyri hvønn einstakan borgara í Føroyum ? so vel Javnaðarflokkin [...] Danmark. ? Eg trúgvi í øllum førum ikki uppá, at vit føroyingar brádliga fara at duga so væl at umsita hetta samfelagið, bara tí vit loysa. Tað ber ikki til at vera so bláoygdur at halda, at tað kemur sum eitt
Matras. Tá búði fyrrverandi blaðstjórin á Sosialinum, Villy Sørensen, har. -Guttormur var ein vitugur maður. Hann var heilhjartaður javnaðarmaður. Tað ávirkaði mítt sinni tá at lurta eftir honum, og tað [...] norðurlendska samstarvið. Síðani royndi ein at tamba tað ein kundi fyri at fáa norðurlendingar at siga gott fyri føroyingar. Hetta hevði við sær, at Føroyar fingu limaskap í FIFA í 88, í UEFA í 89, og [...] sjálvbjargin og verða viðurkend sum serstøk tjóð. Hetta eydnaðist ikki fyrr enn 15 ár seinni. -Tað, sum í veruleikanum hendi, var, at vit brúktu hetta tíðarbilið til at gera okkum út til at kunna klára