Finnbogi Ísakson, Eyðun Viderø, Vilhelm Johannesen, Edmund Joensen, Annita á Fríðriksmørk, Rúna Sivertsen, Hans Pauli Strøm, Alfred Olsen, Sámal Petur í Grund og Jenis av Rana. Seinast á skránni var framløga [...] Tað tók góðar tveir tímar at viðgera tey fimm málini, ið vóru á dagsskránni fyri tingfundin seinasta fríggjadag. Fyrst á skránni var fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 15/1999, ið er uppskot til samtyktar [...] lívlæknafrøði. Viðgerðin gekk skjótt fyri seg, og varð málið beint í uttanlandsnevndina. Næsta málið á dagsskránni var fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 39/1999, ið er uppskot til løgtingslóg um tær kommunalu
tað kann kanska skiljast sum, at tørvurin á hesum størvum er ikki so stórur, sigur Thomas Magnussen, leiðari á Lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum. Sambært Bergi Berg eru fleiri slíkar umsóknir sendar til [...] sáttmálanum við Búskapar- og Løgfrøðingafelagið kundi førast út í lívið, og partvís fyri at seta kvotu á tali á fulltrúðum sum kundu setast í serfrøðingastarv. Men meira enn tríggjar mánaðir seinni er eingin [...] seinastu tvey árini hevur starvast á Hagstovu Føroya. Hann fer í mars mánaði í starv hjá Grønlands Statistik, har hann skal gera sama arbeiðið, sum hann hevur gjørt á Hagstovuni. Men hann fær hægri løn
búskap. Kortini trýr Paldam ikki, at føroyingar kunnu semjast um at spara upp oljupengarnar. -Trýstið á føroysku politikararnar er sera stórt. Brúkararnir vilja jú fegnir sleppa at brúka pengarnar. Tað verður [...] eins og tað hendi í byrjanini av 90-unum heldur búskaparfrøðingurin. Blaðið hevur eisini tosað við Eyðun Elltør, landsstýr-ismann, sum ikki vil útiloka, at ein partur av oljupengunum skal brúkast. -Um vit [...] vit finna olju, fara tað sjálvandi at verða broytingar í samfelagnum. Vit mugu investera pengarnar á rættan hátt, men tað verður eisini neyðugt at brúka nakrar av teimum til infrastruktur, umhvørvi, mentan
Joensen, Skopun, eina dóttir. Hon var 49 cm. long og vigaði 2950 gr. 19. januar fingu Hansa og Eirikur á Húsamørk, Leirvík, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4400 gr. 20. januar fingu Jóhan F. Nystrøm [...] Høgnesen, Strendur, eina dóttir. Hon var 52 cm. long og vigaði 3250 gr. 22. januar fingu Anja og Eyðun Eliassen, Trøllanes, eina dóttir. Hon var 56 cm. long og vigaði 4400 gr. 23. januar fingu Laura T
Eyðun Klakstein Hvat við eini mynd av húsunum hjá tær, tikin av einum njósnarafylgisveini onkrastaðni út í rúmdini. Ella hvat við eini mynd av heimbygdini, fjósinum ella av onkrum fiskiskipi. Felagið Space [...] við teirra spildurnýggja fylgisveini Ikonos. Hevur tú nóg mikið av pengum, er tað ikki tann blettur á klótanum, sum tú ikki kanst fáa eina mynd av. Allir lutir, sum eru størri enn ein metur, verða fangaðir [...] fyrsti av sínum slagi. Russiskir og indiskir fylgisveinar hava higartil tikið myndir av ymsum støðum á jørðini, og hesar myndir hava eisini verið til sølu, men nú kanst tú avgera, hvar fylgisveinurin hjá
Restorff, saman við Manskórinum, vísir á ymiskt í tónleikinum. Tað sama ger Sunleif Rasmussen. Eisini luttaka t.d. Jóhannus á Rógvu Joensen, Niclas Johannesen og Eyðun Nolsøe. Eisini fara trummuleikarar at [...] var teimum eisini hollur stuðul í arbeiðinum. Tað gekk ikki væl í hond at fáa fatur á teimum fólkum, ið Suni hevði sett á listan. Har vóru systrar og brøður hjá Paul McCartney, men einki vildi eydnast. Tá [...] samrøða, ið gjørd var á túrinum, ið annars mest var vitjanir og ljóðupptøkur frá kendum og viðkomandi støðum. Sterk kensla Fleiri feløg gera túrar í Liverpool í kjalarvørrinum á The Beatles. Men útvar
Norðurlandahúsinum í Havn, at hann trein á pallin, og tvær ferðir var tað á Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues Festivali. Í 1993 spældu hann og gamli vinmaðurin Mikael Wiehe á konsertini í Norðurlandahúsinum, og [...] týðingum á sínum fløgum. - Fyrstu ferð, eg hoyrdi Bjørn Afzelius, var á eini konsert í Keypmannahavn í 1983. Eg kendi hann als ikki frammanundan, men eg fall fullkomiliga fyri hansara tónleiki á konsertini [...] geva upp. Bjørn Afzelius gjørdist 52 ára gamal, áðrenn alt endaði á Sahlgrenska sjúkrahúsinum í Gøteborg í februar mánaði í fjør. Navnið á tónleikaranum og komponistinum Afzelius fer at liva víðari í teimum
kennast fløvandi, at Hallur Danielsen nú aftur er at síggja á besta liðnum. Settu ferð á seinna umfarið Fyrsta hálva tíman leikaði rættuliga javnt á, og liðini skiftust um at hava leiðsluna. Hoyvíkingar stríddust [...] tó leiktur undir leiðslu av Gunnar Gregoriussen og Petur Dahl, og sum vit skilja á lagnum, so mundi døming teirra vera á góðari leið, hóast stutta skotbráðið teir høvdu at fyrireika seg í. Dysturin í tølum [...] eisini við sær, at spælið gekk óneyðuga seint. Serliga var tað Niels Viggo Niclasen, sum gjørdi um seg á kyndilsliðnum. Hann hevur ikki verið so nógv við í ár, sum flestu áskoðararnir høvdu væntað, men verður
gjørt enda á Carl Eli, men hesin snúði sær undan hvørja ferð. Haldur S. Johansen úr Havn leyp sum eitt skot í krovið á Finnbirni Zachariassen, men Finnbjørn fekk sissa Haldur- og talvið niður á eitt støði [...] Sámal kom í svára tíðarneyð og tað gjørdi Herluf sær dælt av. Á fjórða borði vann Martin Poulsen úr Havn eftir bert níggju leikir móti Bergi Magnussen. Bergur telvaði sera ósikkurt og varð í níggjunda leiki [...] fyri fyrsti ferð hetta kappingarárið at síggja á kollfarðaliðnum, og tað skuldi vísa seg at vera sannur styrkur. Torbjørn og Rani Nolsøe leiktu javnleik á fyrsta borði. Talvið varð sera rótut, og í miðspælinum
at halda aftur á útreiðslusíðuni og heldur tryggja eitt trivaligt yvirskot á fíggjarlógini. Hetta hevur samband við fullveldispolitikkin hjá samgonguni. Tað verður mett, at yvirskotið á fíggjarlógini fyri [...] til hesi. Í heilsuverkinum mangla pengar til rakstur og íløgur. Fólk skulu sigast upp á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og á hinum báðum sjúkrahúsunum í landinum verður eisini mett, at játtanin er ov lítil. Tru [...] ringum standi, og aðra staðni í blaðnum sigur tekniski stjórin á Strandferðsluni, at tað í løtuni er ógjørligt at loysa uppgávuna, sum liggur á stovninum. Samstundis fær Strandferðslan ikki ta játtan, hon