Martin Paldam, sum javnan ger viðmerkingar um føroysk viðurskifti, er rættiliga skeptiskur, tá blaðið biðjur hann gera viðmerkingar til oljumálið.
-Ein arbeiðsfrí inntøka sum olja vil vanliga hava við sær økta nýtslu, tí fólk hava fleiri pengar at ráða yvir. Men samtíðis verður samfelagið rakt av tí sonevndu ?hálendsku sjúk-uni?, og tað hevur príshækkingar við sær. Og tá føroyskar vørur verða dýrari, so verður eisini torførari at selja tær í útlandinum. Avleiðingin av hesum verður eitt sera vánaligt kappingarføri - tvs. ein Kuwaitbúskapur við stórari nýtslu og vánaligum vøkstri uppá longri sikt sigur Paldam við blaðið.
Alternativið til hesa gongd heldur hann vera at seta oljupengarnar í grunnar og bara taka renturnar út. Júst sum eitt nú norðmenn hava gjørt tað.
-Um allir føroyingar kunnu semjast um at seta oljupengarnar í grunnar, so kunnu teir í prinsippinum liva óendaliga leingi av rentuinntøkunum metir danski búskaparfrøðingurin.
Henda íløgan hevði haraftat kunnað ført til æviga vælferð og ein stabilan og sunnan búskap.
Kortini trýr Paldam ikki, at føroyingar kunnu semjast um at spara upp oljupengarnar.
-Trýstið á føroysku politikararnar er sera stórt. Brúkararnir vilja jú fegnir sleppa at brúka pengarnar. Tað verður serea torført at stýra, ikki minst tí at politisku viðurskiftini í Føroyum er so ?komplex?. Men allar royndir vísa, at samfelagið hevur sera ringt við at taka stórar avgerðir sigur Paldam, sum brúka orðið ?bang-bang-búskap? um føroyska búskapin.
Nógvir peningurin frá oljuni kann í ringasta føri enda við einum brúkarakaos, sum kann koppa øllum búskapinum eins og tað hendi í byrjanini av 90-unum heldur búskaparfrøðingurin.
Blaðið hevur eisini tosað við Eyðun Elltør, landsstýr-ismann, sum ikki vil útiloka, at ein partur av oljupengunum skal brúkast.
-Um vit finna olju, fara tað sjálvandi at verða broytingar í samfelagnum. Vit mugu investera pengarnar á rættan hátt, men tað verður eisini neyðugt at brúka nakrar av teimum til infrastruktur, umhvørvi, mentan og skúla sigur hann.
Blaðið hevur eisini tosað við Høgna Hoydal, landsstýrismann um avleiðing-arnar oljuinntøkurnar kunnu fáa eitt nú í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Hann sigur, at tað er greitt, at oljan er ein psykologiskur faktorur í tjakinum um fullveldi.
-Men eg beri ótta fyri, at oljupengarnir kunnu gerast ein vandamikil koddi, tí í prinsippinum avloysir olja bara blokkin, og so verður føroyskur búskapurin ongantíð sjálvstøðugur sigur hann og heldur fram:
-Onkuntíð hugsi eg, at tað hevði verið nógv betri, um vit bara staðfestu, at oljan er har, og síðani settu proppin í aftur. Tí sjálvt um oljan kann gerast ein stórur møguleiki fyri komandi ættarlið, so kann hon skapa eitt samfelagið við stórum klassamuni - og ríkar oljubarónar.
Høgni Hoydal sigur annars við blaðið, at hann fegin sær, at Føroyar gerast sjálvstøðugar, áðrenn tann fyrsta oljan verður tikin upp, hetta fyrst og fremst fyri at forða fyri eini kreppustøðu við Danmark um ríkidømið.
Tá talan er um rættindini um møguliga olju í und-irgrundini, so hevur danska blaðið eisini fingið serfrøðingin Vagn Wåhlin at siga sína hugsan. Hann vísir á, at tá føroyingar og bretar gjørdu eina avtalu um fiski- og undirgrundarmark, tá staðfesti Danmark eisini tað, sum Schluter segði fyri skjótt 10 árum síðani: at allar oljuinntøkur frá føroysku undirgrundini eiga at fella Føroyum í lut. Tað stendur fast bæði statsrættarliga og moralskt. Han vísir eisini á, at oljuinntøkur hava heldur einki at siga fyri tær fýra milliardirnar, sum føroyinga skylda Danmark.
-Tað eru í dag eingi krøv um, at Føroyar skulu gjalda skuldina skjótari aftur, um man finnur olju sigur hann.
(Tað er annars við í eini avtalu millum Føroyar og Danmark, at finna føroyingar olju, so skal inntøkan haðani eisini minka lutfalsliga um blokkin úr Danmark, blaðm.)