Tað tók góðar tveir tímar at viðgera tey fimm málini, ið vóru á dagsskránni fyri tingfundin seinasta fríggjadag.
Fyrst á skránni var fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 15/1999, ið er uppskot til samtyktar um góðkenning av millumlandasáttmála frá fjóðra apríl 1997 um mannarættindi og lívlæknafrøði. Viðgerðin gekk skjótt fyri seg, og varð málið beint í uttanlandsnevndina.
Næsta málið á dagsskránni var fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 39/1999, ið er uppskot til løgtingslóg um tær kommunalu fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentunum og kommunalan veðhaldsgrunn við meira. Málið varð beint í fíggjarnevndina.
Triðja málið, tingmál nummar 40/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um kommunalan láns- og veðhaldsgrunn við meira, varð viðgjørt saman við tingmáli nummar 39/1999, og varð hetta somuleiðis beint í fíggjarnevndina.
Næstseinast á skránni var val av navnd sambært grein 25 í tingskipanini til viðgerð av tingmáli nummar 27/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um løgtingsins umboðsmann. Nevndin varð sett við formansskapinum umframt einum umboði fyri hvønn flokk. Nevndarlimirnir eru: Finnbogi Ísakson, Eyðun Viderø, Vilhelm Johannesen, Edmund Joensen, Annita á Fríðriksmørk, Rúna Sivertsen, Hans Pauli Strøm, Alfred Olsen, Sámal Petur í Grund og Jenis av Rana.
Seinast á skránni var framløga, og vóru tað málini, ið viðgjørd vórðu á tingfundinum í gjár, ið vórðu løgd fram.









