fyri, so at Smyril ikki slapp til kei, og tí datt vágstúrurin niðurfyri í fyrstu syftu. Men nettupp að, at tað lá so illa fyri at avgreiða tungan flutning í Vági, var ein av høvuðsorsøkunum til, at Strandferðslan [...] betri í Vági. Vágs Býráð samtykti nevniliga á býráðsfundi mikukvøldið at gera ein ferjuskráa, so at Smyril eisini fær lagt reyvina at. Skráin skal gerast í krókinum ímillum flakavirkið og frystigoymsluna [...] møguleikarnar at avgreiða tungan flutning rættiliga nógv. Fyrr í ár samtykti løgtingið at Smyril skuldi eisini sigla á Vág. Men tann túrin legði Strandferðslan leygardag. Men tað varð so illa dámt at vágbingar
øll ítróttarfeløgini fáa fatur á teimum pengunum, sum teimum tørvar fyri at fáa endarnar at røkka saman. Og tað er synd at siga, at ráðaloysi sum valdar runt í feløgunum kring landið. Fitt av peningi til [...] byrjaði av at fara undir at tekna málpartabrøv, og úrslitið av hesi »innsavnan«, varð almannakunngjørt um vikuskiftið. Tá avtornaði fekk FS Vágar góðar 136 túsund krónur burturúr, og fyri at brúka orðini [...] pengar. Hetta eigur felagið at brúka í næsta ár. Tað er eingin ivi um, at peningurin fellur »á eitt turt stað«, tí sum kunnugt flutti felagsliðið upp í bestu deildina, og tað sigst, at har hava liðini tørv á
fremst, at eftirspurningurin eftir bústøðum er størri enn útboðið. Og orsøkin til, at eftirspurningurin er so stórur, er fyrst og fremst tí at so nógv fólk flyta til Føroyar, men ein onnur orsøk er, at renturnar [...] merkir, at fólk skulu alsamt brúka ein størri part av síni inntøku til at hava tak yvir høvdið enn fyrr – og samstundis verður so tilsvarandi minni eftir til aðra nýtslu. Landsbankin sigur, at orsøkin [...] verið bíligt at læna pening til bústað. – Tilflytingin til Føroya er framvegis stór, samstundis sum at arbeiðsloysið er lágt og nógv arbeiði er. Men nú hækkar rentan og tað tálmar hugin at keypa bústað
sama møguleika at blóma sum onnur. Samskifti er ein týðandi lutur í at vera menniskja, og er grundarlagið fyri at liva og virka í samfelagnum á jøvnum føti við onnur. Og tað er júst hetta - at øll skulu hava [...] møguleikar fyri at liva, virka og luttaka í samfelagnum, ið eg vil arbeiða fyri. Fortreytin fyri hesum er, at øll hava møguleika fyri at samskifta. Samskiftisdepil setast á stovn Vit eiga at seta ein sam [...] fakbólkar, tvørtur um geirar, ið arbeiða við at menna ymisku samskiftishættirnir. Hetta er neyðugt fyri betur at kunna arbeiða miðvíst, eisini við ráðgeving og við at økja tilvitanina og nýtsluna av alternativum
Tað hevur ljóðað, at teir báðir hava hug at royna seg uttanfyri landoddarnar. Í HB umhvørvinum vita tey at siga, at tað er møguleiki fyri, at Pætur J. Petersen fer til Svøríkis at royna seg. Í fjør var [...] ljóðaði, at fyrrverandi toppskjúttin og metmaðurin Mikkel Dahl er aftur í HB, eftir at hann í fjør vr í Íslandi. Í kvøld hevur miðvallarin Dan í Soylu skrivað undir uppá, at hann eisini í 2023 fer at spæla [...] har hann hevur verið fimm tey seinastu árini. Tað hevur verið nevnt, at Dan ætlaði sær av landinum at spæla, men nú er greitt, at tað fer hann ikki nú beinanvegin. Sáttmálin er galdandi fyri 2023. Ivamál
brenna fyri at vera við at gera mun og okkurt gott fyri onnur. Tað er stuttligt at gera sjálvboðið arbeiði, og vit eiga at gera alt fyri at eggja fólkum at byrja og halda fram - eisini soleiðis at hesar eldsálir [...] Føroyum eru vit serstakliga røsk at gera sjálvboðið arbeiði. Serliga innan ítróttaøkið eru føroyingar aktivir. Tað er eisini innan itróttaøkið, at størsta viðingin tykist at vera. Heilt nógvir føroyingar [...] sjálvboðið sosialt arbeið eisini virðismetast meira. At onkur fær, merkir ikki at onnur missa. Sjálvboðið arbeiði skal sjálvandi javnstillast, soleiðis at skattafría upphæddin, sum í løtuni verður givin venjarum
Kringvarpið, at kjakið í tinginum vísti greitt, at Høgni Hoydal ikki segði, at limir í uttanlandsnevndini kunnu lata trúnaðarupplýsingar víðari. Hann sigur, at okkurt kundi kanska tulkast sum tað, men at Høgni [...] fyrrapartin. Tað veit Kringvarpið at siga. Men Bárður Nielsen er als ikki nøgdur. Hann segði við Kringvarpið, at hetta vísir, at landsstýrisfólk kunnu villleiða Løgtingið, uttan at tað fær fylgjur. Sjálvt um [...] løgfrøðin í Løgtinginum mælir til, at meira ikki verður gjørt við málið, so er Bárður á Steig Nielsen ikki samdur. Tí talan er ikki bara um løgfrøði, men eisini um at staðfesta um løgmenn og landsstýrisfólk
við. Men vit søgdu sum so, at um bussurin klárar at koyra rutuna ein heilan dag, uttan at hann skal løðast, so var tað nøktandi. Royndirnar vit hava nú vísa, at teir klára at koyra rutuna í tveir dagar [...] dagar, áðrenn neyðugt er at løða aftur. – Tí vænta vit, at teir eisini fara at klára ein heilan dag, tá mest stendur á við kulda og regni, sigur Heðin Zachariassen. Hann sigur, at bussarnir nú hava koyrt í [...] hava koyrt í eina tíð. – Men tað skal tó sigast, at vit hava havt bestu líkindi at koyra í við góðum veðri, sigur Heðin Zachariassen. Hann vísir á, at tá tað verður kalt og vátt verður tað sjálvandi meira
Venjingin av ukrainskum flogskiparum at brúka F-16 stríðsflogfør er byrjað, sigur ukrainski verjumálaráðharrin, Oleksij Rezenikov. Hann sigur tó eisini, at tað fer at taka í minsta lagi seks mánaðir og kanska [...] kanska longri. Boðini koma, eftir at USA hósdagin gav grønt ljós fyri, at donsk og hollendsk F-16 flogfør kunnu sendast til Ukraina. Reznikov sigur í samrøðu, at seks mánaðir venjing verður mett sum tað [...] fer at taka at venja verkfrøðingar og mekanikarar. Ukraina hevur spurt eftir vælumtóktu amerikanskt framleiddu stríðsflogførunum, so teir kunnu taka stríðið upp við Russland í luftini. – Tì, fyri at byggja
italskum ítróttardagblaði er møguleiki fyri, at føroyski álopsspælarin Todi Jónsson fer at spæla við italska 1. deildarfelagnum Bari. Corriere Dello Sport vil vera við, at italska felagið hevur fingið eyga á føroyska [...] til Toda Jónsson. Tað er eingin loyna, at italsku bløðini ofta spenna tíðindbogan høgt, men tað slepst heldur ikki undan, at navnið hjá Toda Jónssyni nú er farið at runga í italsku fjølmiðlunum eisini. Um [...] royndu í gjár at fáa fatur á høvuðspersóninum sjálvum, Toda Jónssyni, men hann var á veg til Lanzarote, har hann og liðfelagarnir í FCK fara at halda frí í nakrar dagar. Tað bar heldur ikki til, at fáa fatur