Nú fær Smyril betri umstøður í Vági

Ætlanin er at gera ein ferjuskráa, so at Smyril fær lagt reyvina at í Vági

Nú skulu umstøðurnar hjá strandfaraskipinum, Smyrli, gerast betri í Vági.

Vágs Býráð samtykti nevniliga á býráðsfundi mikukvøldið at gera ein ferjuskráa, so at Smyril eisini fær lagt reyvina at. Skráin skal gerast í krókinum ímillum flakavirkið og frystigoymsluna.

Hetta verður ein bílig loysn og landsverkfrøðingurin skal nú gera eina kostnaðarmeting.

Roknað verður við, at arbeiðið byrjar beint eftir nýggjár.


Trailarar og tungan flutning

Tá ið skráin er gjørdur, vera munandi betri umstøður hjá Smyrli at taka trailarar og bingjur umborð- ella fáa tað í land- enn tað higartil hevur verið.

Sum er, fær Smyril bara brúkt síðuportrið í Vági og tað avmarkar møguleikarnar at avgreiða tungan flutning rættiliga nógv.

Fyrr í ár samtykti løgtingið at Smyril skuldi eisini sigla á Vág. Men tann túrin legði Strandferðslan leygardag. Men tað varð so illa dámt at vágbingar løgdu sluppina Johonnu fyri, so at Smyril ikki slapp til kei, og tí datt vágstúrurin niðurfyri í fyrstu syftu.

Men nettupp að, at tað lá so illa fyri at avgreiða tungan flutning í Vági, var ein av høvuðsorsøkunum til, at Strandferðslan legði vágstúrin leygardag, tí hildið var, at nyttan, sum vinnan fekk burturúr túrinum, var avmarkað kortini.

Hetta varð ikki góðtikið og nú siglur Smyril á Vág mikudag, og tað var ein stórur bati hjá vinnulívinum í syðru helvt í Suðuroynni.

Men nú skráin eisini skal gerast, verða umstøðurnar hjá Smyrli og vinnulívinum uppaftur betri, tí nú fer eisini at bera til at avgreiða tann tungan flutningin, uttan nakað.