Elbussarnir hava riggað sera væl

– Vit eru væl nøgd við elbussarnar, sum hava klárað at koyrt nógv meira enn vit høvdu roknað við.

 

Tað sigur Heðin Zachariassen, sum rekur Bussleiðina í Havn, nú vit spyrja hann, hvussu tað hevur riggað, nú elriknu býbussarnir hava koyrt í eina tíð.

– Men tað skal tó sigast, at vit hava havt bestu líkindi at koyra í við góðum veðri, sigur Heðin Zachariassen.

Hann vísir á, at tá tað verður kalt og vátt verður tað sjálvandi meira avbjóðandi, tá viskarar og aircondition skulu koyra alla tíðina – og tá kuldin er ein avbjóðing fyri battaríini.

Fólk sum hava elbil vita, at tá tað er kalt halda battaríini ikki líka leingi.

– Men vit eru sera væl nøgd, tí bussarnar koyra longri, enn vit høvdu roknað við.

 

##med2##

– Spurningurin er so, hvørjum vit skuldu rokna við. Men vit søgdu sum so, at um bussurin klárar at koyra rutuna ein heilan dag, uttan at hann skal løðast, so var tað nøktandi. Royndirnar vit hava nú vísa, at teir klára at koyra rutuna í tveir dagar, áðrenn neyðugt er at løða aftur.

– Tí vænta vit, at teir eisini fara at klára ein heilan dag, tá mest stendur á við kulda og regni, sigur Heðin Zachariassen.

Hann sigur, at bussarnir nú hava koyrt í fimm vikur fulla tíð. Ta fyrstu tíðina vóru ymsar tekniskar avbjóðingar, sum fólk skuldu koma frá verksmiðjuni í Fraklandi at greiða. Men nú eru fimm vikur síðani, at bussarnir vórðu settir í rutu fulla tíð, og tað hevur riggað væl, sigur Heðin Zachariassen.

##med3##