Tað er nógvur aktivitetur í HB húsinum í hesum døgum- Fyrr í dag ljóðaði, at fyrrverandi toppskjúttin og metmaðurin Mikkel Dahl er aftur í HB, eftir at hann í fjør vr í Íslandi.
Í kvøld hevur miðvallarin Dan í Soylu skrivað undir uppá, at hann eisini í 2023 fer at spæla við HB, har hann hevur verið fimm tey seinastu árini.
Tað hevur verið nevnt, at Dan ætlaði sær av landinum at spæla, men nú er greitt, at tað fer hann ikki nú beinanvegin. Sáttmálin er galdandi fyri 2023.
Ivamál hava verið um, hvussu tað verður við Stefan Radosavljevic og Pætur J. Petersen. Tað hevur ljóðað, at teir báðir hava hug at royna seg uttanfyri landoddarnar. Í HB umhvørvinum vita tey at siga, at tað er møguleiki fyri, at Pætur J. Petersen fer til Svøríkis at royna seg.
Í fjør var Dan í Soylu við í 25 av 27 landskappingardystum, og hann skoraði eitt mál.
Seinastu dagarnar hevur HB skrivað undir við Jákup Martin Joensen, sum er nýggjur hjálparvenjari, landsliðsspælaran Viljorm Davidsen og stutt fyri jól varð sáttmáli undirskrivaður við miðvallaran Mathias Præst Nielsen, sum hevur spælt við AB, og við álopsspælaran Mads Borchers. Seinnapartin í kvøld varð kunngjørt, at Mikkel Dahl aftur fer at spæla í HB trpyggjuni, har hann í 2021 skoraði 27 mál í 25 dystum, og í 2020 skoraði 14 mál í 12 dystum. Mikkel Dahl hevur skrivað undir eitt ára sáttmála.