Hesi seinastu átta árini eru prísirnir á bústøðum hækkaðir nógv meiri enn lønirnar í samfelagnum eru hækkaðar. Tað staðfestir Landsbankin í eini nýggjari uppgerð. Tað merkir, at fólk skulu alsamt brúka ein størri part av síni inntøku til at hava tak yvir høvdið enn fyrr – og samstundis verður so tilsvarandi minni eftir til aðra nýtslu.
Landsbankin sigur, at orsøkin til hetta er fyrst og fremst, at eftirspurningurin eftir bústøðum er størri enn útboðið. Og orsøkin til, at eftirspurningurin er so stórur, er fyrst og fremst tí at so nógv fólk flyta til Føroyar, men ein onnur orsøk er, at renturnar hava verið sera lágar og sostatt hevur tað verið bíligt at læna pening til bústað.
– Tilflytingin til Føroya er framvegis stór, samstundis sum at arbeiðsloysið er lágt og nógv arbeiði er. Men nú hækkar rentan og tað tálmar hugin at keypa bústað, og tí er óvist, hvussu prísgongdin á bústaðarmarknaðinum verður. Hægri rentur merkja sjálvandi øktar rentuútreiðslur til bæði bústaðarlán, billán og aðra skuld í bankanum.
Landsbankin sigur, at bæði rentuhækkingarnar, og prísvøksturin, sum hevur verið í seinastuni á ymsu vørunum og tænastunum, minka um tøka peningin hjá húsarhaldunum. Hetta er við til at avmarka, hvussu nógv húsarhaldini kunnu bjóða fyri bústaðir og tað kann koma til at tálma prísvøksturin á bústaðarmarknaðinum.
Á mynd sæst lutfallið ímillum bústaðarprísirnar og tøku inntøkuna hjá fólki og tað sæst, at tað er bara í stuttum tíðarskeiði, at lønirnar fylgja við príshækkingunum.
##med2##