Tað er greitt eftir fundin í landsstýrismálanevndini, sum byrjaði klokkan 11 fyrrapartin. Tað veit Kringvarpið at siga.
Men Bárður Nielsen er als ikki nøgdur. Hann segði við Kringvarpið, at hetta vísir, at landsstýrisfólk kunnu villleiða Løgtingið, uttan at tað fær fylgjur.
Sjálvt um løgfrøðin í Løgtinginum mælir til, at meira ikki verður gjørt við málið, so er Bárður á Steig Nielsen ikki samdur. Tí talan er ikki bara um løgfrøði, men eisini um at staðfesta um løgmenn og landsstýrisfólk kunnu villleiða Løgtingið og bera søgur fram, sum ikki passa faktuelt.
Hans Jacob Thomsen, sum er formaður í landsstýrismálanevndini, sigur við Kringvarpið, at kjakið í tinginum vísti greitt, at Høgni Hoydal ikki segði, at limir í uttanlandsnevndini kunnu lata trúnaðarupplýsingar víðari. Hann sigur, at okkurt kundi kanska tulkast sum tað, men at Høgni Hoydal tók tað í seg aftur í sama andadrátti. Tí verður ikki farið víðari við tí.
Hans Jacob Thomsen vísti eisini til tað, sum Kristina Samuelsen, advokatur, hevur sagt í Breddanum hjá KVF, at limirnir í uttanlandsnevndini skulu taka støðu til, um gerðin hjá landsstýrisfólkunum hevði ført til dóm ella ikki. Tað metir nevndin, at tað hevði tað ikki.
Um málið hjá løgmanni sigur Hans Jacob Thomesen, at skynast má ímillum tað, sum løgmaður sigur á einum tíðindafundi á Viðareiði og tað, sum hann sigur í Løgtinginum.
Tað sum løgmaður segði í Løgtinginum ikki hevði ført til nakran dóm.
Nevndin metir ikki, at løgmaður villleiðir Løgtingið.