vanur at spæla longri afturi á vøllinum. Í 1. hálvleiki haldi eg, at vit høvdu yvirvág, og aftaná ber til at siga, at vit áttu at havt kent okkara vitjunartíð, tá ið vit høvdu lotið undan. Tað gjørdu vit ikki [...] ikki, og tað kostaði, tí vit megnaðu ikki at koma afturíaftur, tá ið teir høvdu skorað. Og nú? - Vit skulu í Gundadal at spæla ímóti B36. Vit eru nú á fjórða plássinum, men tað eru bara trý stig fram til [...] fremsta plássið. Um tað fer at eydnast okkum at vinna á teimum, so verða vit við aftur heilt har frammi. Um vit einki fara at fáa burturúr, so verður talan um mun upp á seks stig, og tað er nógv. Nú hava
Skipara- og Navigatørfelagnum letur ikki illa at, nú tað loksins eydnaðist at fáa semju í lag fyri navigatørararnar, sum sigla við farmaskipum. Tað var nú seinnapartin leygardagin, at Skipara- og Naviga [...] umstøðunum eru teir nøgdir við sáttmálan, tí hann heldur, at tað var trupult at fáa meiri burturúr, tá ið aðrir sáttmálar vóru gjørdir frammanundan, tí tað fekk ávirkan á hendan. Sáttmálin ímillum Skipara- og [...] í ár, so tað hevur gingið strilti at fáa nýggjan sáttmála. ?Eg vil tó ikki siga, at sjálvar samráðingarnar hava gingið so illa. Men tað hevur gingið strilti at fáa gongd á samráðingarnar og tað hevur verið
Hetta var gjørt í samstarvi við Tórshavnar kommunu, og tað gleddi okkum, at Elsa Berg, borgarstjóri, var við at mála vegin. Nógv fegnaðust við okkum um hetta framstigið, sum sendi eitt greitt boð: Tórshavnar [...] herverkið. Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at herverkið ikki sleppur at oyðileggja ælabogavegin og tað, sum hann stendur fyri. Hetta merkir so eisini, at ælabogavegurin fer at vera har nakað longri enn [...] 2025 var tann størsta nakrantíð. Tað er ein uggi at vita, at stuðulin til LGBT+'persónar í Føroyum er størri enn mótstøðan, men hetta merkir ikki, at stríðið er vunnið, og vit nú kunnu slappa av. Tað er
spurdu, hvørt tað nú var soleiðis, at hansara rætta pláss var í álopinum. - Tað veit eg ikki. Eg trívist fult so væl í verjuni, men eg vildi í øllum førum skora, tá eg fór niðaneftir. Og tað eydnaðist so [...] rættiliga langt burturi, men eg helt tó, at tað var kontakt millum spælararnar. Um eg var rangstaddur sjálvur, tá eg skoraði, skal eg ikki siga. Men eg var í framdrifti, tá Uni stútar bóltin, og tí havi [...] óskiljandi kolldømt, hóast tað neyvan var nakar annar enn linjudómarin, sum helt talan vera um rangstøðu. Tað er tó einki at ivast í, at málið hesa ferð kom betri við, enn tað hevði komið móti GÍ, og sum
sitið búraður inni í fleiri ár aftaná fleiri ymsar dómar, hann hevur fingið í sambandi við umfatandi pengasvik. Umframt Klaus Riskær Pedersen eru tað tvey onnur valevni, sum bjóða seg fram. Tað eru Peter Hjorth [...] fer at hava bókstavin “E”. Tað er ein vika síðani, at Klaus Riskær Pedersen fekk neyðugu undirskriftirnar, sum kravdust fyri at kunna stilla upp. Hesar vóru 20.109 í tali, og tað hevur gingið óvanliga skjótt [...] allar undirskriftirnar saman. Riskær fór undir at savna undirskriftir saman 6. november. Mánadagin var ein veljarakanning, sum vísti, at nýggi flokkurin fer at fáa 1,4 prosent av atkvøðunum til komandi
at Jóannes Bjartalíð byrjar inni. Lars Olsen hevur váttað, at vit fara at spæla við trimum í miðverjuni. Tað eitur í útgangsstøði 3-4-3, men veruleikin í annaðkvøld er at tað er ein 5-4-1 uppstilling, tí [...] tí okkara menn verða trýstir langt aftur á egna hálvu. ##med2## Gunnar Nielsen var á tíðindafundinum og tað plagar at merkja, at hann spælir. Líkt er til at Atli Gregersen fær hjálp av Heina Vatnsdal og [...] vongbakkunum. Her hevur eisini verið tosað um, at Andrias Eriksen fær møguleikan í miðverjuni, men tað gav venjingin ikki ábendingar um. Síðani vera Hallur Hansson og Brandur Hendriksson mitt á miðjuni
spæla. - Róladur er tøkur. Spurningurin er bara um hann skal byrja inni, ella um hann skal koma inn seinni í dystinum, sigur Jákup á Borg. Tað er eitt sindur torført at lesa av, um talan er um sokallaðar “ [...] at teir fara at halda seg til tað, sum teir plaga. Annars er Gilli Samuelsen ikki við ti steypafinaluna. Hann hevur spælt í steypakappingini við 07 Vestur, har hann var útleigaður í fyrru hálvu. [...] ymiskar. Lukasz Cieslewicz meiðslaði sær knæið í Europa League dystinum móti Besiktas í Turkalandi, men tað er ógreitt, um hann er í spæl til steypafinaluna. Hann hevur verið í Danmark til skanningar. Undan
stórt, at tað verður neyðugt at gera arbeiðsøkið størri. Tað verður gjørt við eini djúphavn upp á 40 ferðir 50 metrar so at tey ladnu nótaskipini sleppa at og samstundis verða fylt upp inni í sjálvum [...] Tað sigur Pauli Einarsson, býráðslimur á Tvøroyri, sum eisini var á kunnandi fundinum á Seglloftinum mikukvøldið, har hann greiddi frá, hvønn leiklut býráðið hevur í virkinum. Hann fegnast um, at virkið [...] at øll loyvi fáast í rættlag, umframt at leggja, el, vatn og kloakk. MYND: ML-BJ-PE Stórur heiður - Tað er ein stórur heiður at bjóða einum so stórum og framkomnum virki vælkomnum á Tvøroyri, sigur Pauli
málinum um Eik Banka. - Eik Banki hevur so stóran týdning fyri føroyskt vinnulív, og er inni í so nógvum verkætlanum, at tað verður ein vanlukka, um bankin verður avviklaður, segði Osmund Justinussen. Hann heitti [...] er nú. Hann vildi lata privatu kreftirnar fáa møguleikan at keypa Eik Banka, og tað metti hann vera møguligt. - Vísir tað seg, at teir privatu gerast ov stuttir, og vandi verður fyri, at bankin er í vanda [...] av trúgvu luttakarunum gjøgnum nógv ár á landsfundum Fólkafloksins er Osmund Justinussen, og hann var eisini við á Sandi í gjár. Hann tók orðið á fundinum og fíltist at støðuna hjá Fólkaflokkinum um ikki
verandi orkuprísum svarar tað til 28000 kr. Var Húsið bygt eftir tilráðingini frá Orkuráðnum 1986, vildi brúkið verði 2000 litrar av olju um ári Við verandi orkuprísum svarar tað til 14000 kr. Munur 14000 [...] rokningarnar alt ov høgar og kemst hettar av at íbúðir og sethús ikki eru bygd til at halda hitanum inni, men at hita fuglarnir á tekjuni. Hetta sjálvt um húsini eru bygd eftir byggisamtyktini fyri Tórshavnar [...] Hús bygd eftir Donskum reglum í dag. Brúka 1200 litrar av olju um ári. Við verandi orkuprísum svarar tað til 8400 kr. Munur 19600 kr. Har afturat fær man eini behagilig og fjálg hús, eini hús hvar slepst