Sáttmálasemja
? Vit høvdu ætlað okkum meiri. Men sum umstøðurnar lagaðu seg, eru vit nøgdir.
Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum letur ikki illa at, nú tað loksins eydnaðist at fáa semju í lag fyri navigatørararnar, sum sigla við farmaskipum.
Tað var nú seinnapartin leygardagin, at Skipara- og Navigatørfelagið skrivaðu undir nýggjan sáttmála við Reiðarafelagið fyri Farmaskip um navigatørararnar við farmaskipum.
Ellintur Abrahamsen sigur, at eftir umstøðunum eru teir nøgdir við sáttmálan, tí hann heldur, at tað var trupult at fáa meiri burturúr, tá ið aðrir sáttmálar vóru gjørdir frammanundan, tí tað fekk ávirkan á hendan.
Sáttmálin ímillum Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið fyri Farmaskip gekk út 1. mars í ár, so tað hevur gingið strilti at fáa nýggjan sáttmála.
?Eg vil tó ikki siga, at sjálvar samráðingarnar hava gingið so illa. Men tað hevur gingið strilti at fáa gongd á samráðingarnar og tað hevur verið langt ímillum samráðingarfundirnar.
? Tá ið vit so fóru undir veruligar samráðingar, gekk tað ikki so galið, heldur Ellintur Abrahamsen.
Gevur gott 20%
Ellintur Abrahamsen sigur, at hesin sáttmálin gevur navigatørunum við farmaskipum eina lønarhækking upp á gott 20% um árið, tá ið allir snøklar eru taldir við.
Talan er um ein tvey ára sáttmála og í beinleiðis lønarhækking gevur sáttmálin navigatørunum 3% afturat 1. mars í ár og aftur 3% 1. mars komandi ár.
Men harafturat gevur sáttmálin navigatørunum tríggjar frídagar afturat í ár og aftur tríggjar frídagar afturat næsta ár og at enda tveir frídagar afturat seinni. Tvs at tá ið hetta sáttmálaskeiðið er runnið, hava navigatørarnir fingið átta frídagar afturat um árið.
Harafturat blivu aldursvíðbøturnar hækkaðar eitt sindur.
Somuleiðis er bøtt um umstøðurnar í sambandi við sjúkradagpening.
Áður hava navigatørar havt rætt til sjúkradagpening í fýra mánaðir. Men nú hava teir fingið rætt til sjúkradagpening í seks mánaðir, um teir annars hava seks mánaða uppsagnartíð. Tvs. at rætturin til sjúkradagpening fylgir uppsagnartíðini.
Elllintur Abrahamsen sigur, at sáttmálin hjá navigatørunum var afturútsigldur afturímóti øðrum sáttmálum.
? Hann er enn í lægra lagi, men vit vit hava vunnið nakað innaftur og vit hildu ikki, at vit komu longri í hesum umfarinum, sigur Ellintur Abrahamsen.
Men, sum tað sæst á aðrari grein her í blaðnum, er sáttmálin ikki galdandi fyri vaktar- og veitingarskip í oljuvinnuni