SKÁLA
Jónhard Frederikberg hevði tíðliga í 2. hálvleiki fínan møguleika at leggja Skála á odda. Tað hevði verið vorðið sum fongur ímóti fríska lotinum, men royndin kiksaði.
- Eg gjørdist púra leysur, tá ið bólturin fór undir fótin á Óla Hansen. Jens Martin kom út ímóti, og eg royndi at seta bóltin framvið honum, men hann megnaði at bjarga, tíverri, staðfestir Jónhard Frederiksberg, sum hesa ferð hevði annan mann enn Boga Gregersen undir liðini á sær.
- Kanska eru vit ov veikir yvirfyri broytingum. Bjarni Jørgensen hevur verið skaddur, og hann er eisini vanur at spæla longri afturi á vøllinum. Í 1. hálvleiki haldi eg, at vit høvdu yvirvág, og aftaná ber til at siga, at vit áttu at havt kent okkara vitjunartíð, tá ið vit høvdu lotið undan. Tað gjørdu vit ikki, og tað kostaði, tí vit megnaðu ikki at koma afturíaftur, tá ið teir høvdu skorað.
Og nú?
- Vit skulu í Gundadal at spæla ímóti B36. Vit eru nú á fjórða plássinum, men tað eru bara trý stig fram til B36 og fremsta plássið. Um tað fer at eydnast okkum at vinna á teimum, so verða vit við aftur heilt har frammi. Um vit einki fara at fáa burturúr, so verður talan um mun upp á seks stig, og tað er nógv. Nú hava vit møguleika at hvíla í fleiri dagar, enn vit hava havt møguleika fyri seinastu ferðirnar. Tað kemur væl við, heldur Jónhard Frederiksberg.
Á Skála hava teir fleiri ferðir víst á, at í fjør vóru teir ov fáir at standa seg í kappingina. Tað kostaði ov nógv, tá ið onkur fór burturav, tí hann var skaddur ella leikbannaður.
Hesa ferð var Rúni Rasmussen ikki millum teir fyrstu ellivu. Hann hevur annars verið sera stinnur, men venjarin hevði ímóti gomlu liðfeløgunum hjá Rúna í NSÍ valt at taka Jenel Cristian framum. Rúni varð skiftur inn fyri rumenska spælaran miðskeiðis í 2. hálvleiki.
Arnhold Berg, sum í fjør var so mikið stinnur, at hann undan ferðini til Kypros og Írlands fekk landsliðsboð, hevur leingi verið knæskaddur. Í síðstu viku fór hann at venja aftur, og um tað fer at gangast væl hjá honum, so verður hann við í kappingini um plássini um ikki so langa tíð.