Latið ikki Eik fara fyri skeyti

Osmund Justinussen tók orðið á landsfundi Fólkafloksins í Virkinum á Sandi í gjár, og hann ávaraði ímóti at sita hendur í favn og lata Eik Banka verða avviklaðan.

Ein av trúgvu luttakarunum gjøgnum nógv ár á landsfundum Fólkafloksins er Osmund Justinussen, og hann var eisini við á Sandi í gjár.
Hann tók orðið á fundinum og fíltist at støðuna hjá Fólkaflokkinum um ikki at lata við seg koma í málinum um Eik Banka.
- Eik Banki hevur so stóran týdning fyri føroyskt vinnulív, og er inni í so nógvum verkætlanum, at tað verður ein vanlukka, um bankin verður avviklaður, segði Osmund Justinussen.
Hann heitti tí á floksleiðsluna um at føra ein meiri aktivan leiklut í málinum um Eik Banka og virka við til, at bankin heldur fram, sjálvt um tað so partvís skuldi verið við almennum pengum.
Jørgen Niclasen segði í sínari formansfrágreiðing, at flokkurin einki ætlar at gera so, sum støðan er nú. Hann vildi lata privatu kreftirnar fáa møguleikan at keypa Eik Banka, og tað metti hann vera møguligt.
- Vísir tað seg, at teir privatu gerast ov stuttir, og vandi verður fyri, at bankin er í vanda fyri at verða avviklaður, so er støðan ein onnur, segði Jørgen Niclasen í svari til Osmund Justinussen.